Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 42 - 28. februar 2008 ÁRSINS Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo - Hetta er ein sera stórur heiður at fáa. Tað sigur Guðrun Ludvík, sum saman við Guðruni Rógvadóttir er vald til Ársins Føroying. Ein serlig dómsnevnd við Edmundi Joensen, fólka- tingsmanni, Heðini Morten- sen, ÍSF-forseta, Oddfríða Marna Rasmussen, for- manni í LISA, og Jóan Paula Joensen, professara, hevur valt millum uppskot frá lesarum hjá Dimma- lætting. Her heima hevur fyritøkan Guðrun&Guðrun seinast markerað seg við stóra mótatiltakinum í hangarinum í floghavnini í Vágum, ið fekk sera góð skotsmál allastaðni. - Nú skulu vit fóta okkum aftur eftir tiltakið, ið kravdi sera nógv av okkum. Men ein slíkur heiður ger tað avgjørt lættari at fóta sær aftur, sigur Guðrun Ludvík, sum tók ímóti heiðrinum vegna tær báðar. Guðrun Ludvík heldur, at eitt slíkt herðaklapp avgjørt kann nýtast til at markn- aðarføra Guðrun&Guðrun úti í heimi. - Serliga japanar dáma sera væl okkara smáu søgur um klæðini, mynstrini, sjó- menninar, upprunanan, før- oyska samfelagið og ymiskt annað, ið onkursvegna kann knýtast at Guðrun&Guðrun. Nú hava vit eina søgu aftuat at fortelja teimum, sigur Guðrun Ludvík, ið fegnast um heiðurin. Lena&Niclas Besta fløgan í fjør er sambært lesarunum hjá Dimmalætting Let Your Scars Dance við Lenu And- ersen og Niclas Johannesen. - Ein slík viðurkenning gevur orku til at arbeiða víðari. Eg trúgvi ikki at hetta kann brúkast so nógv til marknaðarføring, men tað er stuttligt at fáa eina viðurkenning fyri okkara arbeiði, sigur Niclas Johannesen. Persónliga sigur Niclas Johannesen seg tó ikki trúgva so nógv uppá hetta við at vinna og tapa í tónleiki. Tað liggur meira til ítróttin, heldur hann. - Hetta við at vinna kemur og fer, men tónleikurin stendur eftir. Tað tídningar- mesta er at njóta prosessina at skapa tónleik og ganga uppí tað við fullum hjarta, og gera arbeiðið so gott sum gjørligt. Vinnur man so okkurt, so er tað deiligt, og sjálvandi fegnast vit um at hava vunnið, sigur Niclas Johannesen. Frískúlin Lesararnir hjá Dimmalætt- ing valdu stjóran á Frí- skúlanum í Havn, sum byrj- aði í fjørsummar og heldur til á Velbastað, til Ársins Mentanarbragd. Sharon Weiss, skúlastjóri, fegnast um herðaklappið: - Skúladagarnir eru frá klokkan átta til í minsta lagi trý korter til trý, ofta longri. So vit eru sera nógv saman við børnunum og kenna tey væl. Vit arbeiða saman við teimum, spæla saman, rudda skúlan saman, gera mat saman og so framvegis, sigur Sharon Weiss, sum samstundis leggur dent á, at skúlin er grundaður á námsfrøðiligar áskoðanir. Hennara grundáskoðan er, at øll børnini eru serliga dugnalig til okkurt. - Okkara uppgáva sum skúli er at finna teir serligu eginleikarnar hjá einstaka barninum, og styrkja teir. Tí tá børnini uppliva, at tey eru serliga dugnalig til eitthvørt, so styrkir tað samstundis teirra veiku síður, tað tey ikki eru so dugnalig til, sigur Sharon Weiss. Í ár eru 15 næmingar á Frískúlanum. Næsta ár koma 12 ella 13 næmingar afturat. Sambært Sharon Weiss er tilgongdin so stór, at skúlin longu er ov stórur til verandi høli á Velbastað um tvey ár. Pál og Jón Á samkomu á Dimmalætt- ing í gjárkvøldi fingu svimjarin Pál Joensen og venjari hansara, Jón Bjarnasson, heiðurin fyri Ársins Ítróttarbragd. Pál Joensen hevur seinasta árið ment seg til at vera millum allar fremstu svimjarar í Evropa. Og tað sást eisini í gjárkvøldi, at talan er um ein svimjara og venjara, ið taka uppgávuna í álvara. Báðum barst frá at taka ímóti viðurkenningini. Venj- ingin varð raðfest hægri. Guðrun & Guðrun ársins føroyingar - Serliga japanar dáma sera væl okkara smáu søgur um klæðini, mynstrini, sjómenninar, upprunanan, føroyska samfelagið og annað, ið onkursvegna kann knýtast at Guðrun&Guðrun. Nú hava vit eina søgu afturat at fortelja teimum, sigur Guðrun Ludvík, sum saman við Guðruni Rógvadóttir er vald til Ársins Føroying av Dimmalætting. Mynd: Alan Brockie, Dimmalætting Akstovan | Hoyvíksvegur 57 | Postsmoga 3206 | FO-110 Tórshavn Tel +298 35 04 00 | Fax +298 35 04 01 | www.akstovan.fo | akstovan@akstovan.fo SkrivSTOvuFólk Søkt verður eftir skrivstovufólki til avgreiðsluna at byrja skjótast gjørligt. Talan er um parttíðarstarv seinnapart á degi hvønn dag. UPPGÁVAN uppgávan fevnir m.a. um: · Avgreiðslu av viðskiftafólki og telefonmóttøku · Skráseting av akførum · Avgreiðslu av skrásetingargjøldum · kassauppgerð · Aðrar fyrifallandi uppgávur FørleikAkrøV vit hugsa okkum ein persón við skrivstovuút- búgving, HH ella líknandi útbúgving og arbeiðs- royndum á skrivstovu. Dentur verður lagdur á, at ein hevur góð samstarvsevni og er fyrikomandi. Tað er ein treyt, at ein hevur kunnleika til at arbeiða við teldu. SetANArtreytir Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin hoyrir undir vinnumálaráðið við tilhoyrandi stovnum, umframt løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð. upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Hans Jacob Stenberg, deildarleiðara, á tele- fon 35 04 08. umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skulu verða okkum í hendi áðrenn 29. februar 2008. Akstovan er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfaratøkniligar kanningar og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfaraskráseting, skrásetingargjøld og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir um alt landið. Á Akstovuni starvast 21 fólk. til AVGreiðSlUNA Sniðgevararnir Guðrun Rógvadóttir og Guðrun Ludvík eru valdar til ársins føroyingar. Lesarar hjá Dimmalætting hava somuleiðis valt ársins ítróttarbragd, mentanarbragd og fløgu