fríggjadagur 29. februar 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 43 - 29. februar 2008 ]
Hóast tað eru heili
sjey stig á muni
á stigatalvuni, so
verður tað alt annað
enn ein lættur dystur
hjá SÍ monnunum
um vikuskiftið, tá
Fleyr koma á vitjan í
Sørvági
FLOGBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Bert ein dystur verður um
vikuskiftið, og er tað brakið
millum botn og odd, tá
havnaliðið Fleyr fer til
Sørvágs á vitjan. Skulu
Sørvingar gera sær nakrar
vónir um at vinna FM-
heitið, og harvið greipuna,
so er tað eitt ófrávíkiligt
krav, at teir vinna heima-
dystin móti botnproppinum
Fleyr.
Styrktir munandi
Tað verður tó ikki bara sum
at siga tað. Hóast Fleyr var
dragnað heilt nógv, so hevur
liðið, síðan tað varð styrkt
við trimum leikarum úr
Fram, prógvað, at teir
kunnu gera lívið súrt at liva
hjá mótstøðumonnum sín-
um, og tað ætla teir sær
ivaleyst
aftur
at
gera
hesaferð.
Vunnu seinastu
uppgerð
Fyrsti dystur í seinnu hálvu
av kappingini, tá Fleyr
spældu ein av sínum fyrstu
dystum við nýggja styrki-
num, eydnaðist tað heldur
óvæntað havnamonnum, at
vinna móti SÍ. Úrslitið tá
varð 3-2, og nærum sum
eitt mynstur hevur hvør
dystur, við bert einum
undantaki, endað við einum
javnbrótara, ið avgerandi
fimta sett vanliga verður
rópt.
Síðan hendan dystin í
Havn, hevur tað ikki hilnast
havnamonnunum eins væl,
og hava teir verið óhepnir,
ikki at hava fingið onkran
sigur afturat, hálaðan niður
í skjáttuna.
Dysturin um vikuskiftið
hevur, orsakað av tøttu
kappingini
í
oddinum,
alstóran
týdning
fyri
heimaliðið. Tí vinnur SÍ
ikki,
samstundis
sum
Mjølnir møguliga vinnur
sínar írestandi dystir, ja so
sær
heilt
væl
út
hjá
klaksvíkingum úr Mjølni.
Dráttur skal døma
Hjá kvinnunum verður tað
vágaliðið Dráttur, ið skal
standa á síðulinjuni í dyst-
unum um vikuskiftið, og
har verður helst størsti
spurningurin, um oddaliðini
bæði, SÍ og ÍF megna at
halda stimanum uppi.
ÍF vitjar í Kollafirði, og
SÍ fær vitjan av TB.
Aðrastaðni
fær
Mjølnir
vitjan úr Havn, tá Fleyr
koma á vitjan.
Seinast SÍ og Fleyr møttust, tá endaði tað við einum heldur
óvæntaðum sigri til havnaliðið. Javnbrótari skuldi til, áðrenn
vinnarin var funnin, og tað ferðina var tað Fleyr, ið høvdu
neyðuga hepnið. Skulu SÍ gera sær nakrar vónir um at vinna
greipuna í ár, so er kravið onki minni enn ein sigur
SÍ ikki ráð at tapa
Klaksvíkskappingin um vikuskiftið
Aftur í ár fer Klaksvíkar Ítróttarfelag, at fyriskipa Klaksvíkskappingini, ið er kapping millum trý
tey ovastu liðini í landskappingini, árið frammanundan, og so vertirnar úr KÍ. Í ár verður talan um
NSÍ, EB/Streym, B36 og KÍ, ið fara at kappast um heiðurin, ið HB vann sær í fjør. Sum nakað
nýtt, hevur KÍ í ár valt at fyriskipa einari serligari kapping fyri »Føroya bestu dreingjum«, ið er
kapping millum bestu liðini úr Dreingjadeildini í føroysku kappingini. Her er talan um liðini TB/
VB, HB og KÍ. Hensin nýggi táttur byrjar leygarmorgunin klokkan 9:00, og síðani fara ymisk
fjølbroytt tiltøk at mynda vikuskiftið í Klaksvík. Millum annað verða ymsar forkunnugar vitjanir í
Café KÍ, har gott ábit eisini er at fáa. Vit kunnu nevna, at millum gestirnar á Café KÍ vera millum
annað Eyðun Klakstein, Uni Arge, Heðin Askham, Johan Nielsen og Sigfríður Clementsen
Dystirnar um vikuskiftið:
Hondbóltur
Atlantic Airways
Dagur
Klokkan
Dystur
02.03
16:00
Neistin-KÍF
02.03
16:00
StÍF-VÍF
Sunset
Dagur
Klokkan
Dystur
01.03
15:00
StÍF-VB
02.03
14:30
Neistin-VB
02.03
14:30
StÍF-VÍF
Flogbóltur
Meistaradeild, Kvinnur
Dagur
Klokkan
Dystur
02.03
14:00
KÍF-ÍF
02.03
14:00
Mjølnir-Fleyr
02.03
14:00
SÍ-TB
Meistaradeild, Menn
Dagur
Klokkan
Dystur
02.03
16:00
SÍ-Fleyr
Sum fyrsta
ítróttarfelag í
Danmark fer FC
Amager av álvara
inn í sonevnda
eÍtróttin
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
FC
Amager
hevur
nevnliga stovnað eitt
eSport-lið, har børn og
ung, ið gjarna vilja
spæla FIFA 08, Counter
Strike ella World of
Warcraft á høgum stigi,
kunnu hittast.
Todi Jónsson, sum er
nevndarformaðr
og
virkandi
stjóri
í
felagnum, sigur, at tey
síggja eSport sum ein
spennandi møguleika.
- eSport er í stórari
menning, og hesum
vilja vit fegin vera ein
partur av. Tí hava vit
sum fyrsta ítróttafelagið
tikið stigið allan vegin,
soleiðis at vit aktivt
gerast ein partur av
hesum. Okkara fatan
er, at millum tey mongu
ungu, sum spæla teldu,
er ein stórur marknaður
fyri eSport. Og í tøttum
samstarvi við Dansk
Computerforbund vilja
vit
arbeiða
fyri
at
stovnseat eina eSport-
ligu í Danmark, sigur
Todi.
Eins og í einum van-
ligum
fótbóltsfelag
verða
fleiri
eSport-
venjarar
knýttir
at
nýggju
verkætlanini
hjá FC Amager.
Todi
stovnar
teldulið
VÍF er nú mest sum
matematiskt farið
eina deild niður.
Hóskvøldið taptu tær
heimadystin móti
Kyndli
HOndBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað eydnaðist ongan tíð hjá
VÍF
at
skapa
nakran
veruligan spenning, tá tær í
eini seinastu roynd at bjarga
Sunset-sessinum
skuldu
basa Kyndli.
Fyrsta
korterið
av
dystinum fóru gestirnir við
mest sum øllum, og tann
munin hildu tær grønu fast
um allan vegin.
Sum so ofta í vetur, so
fekk VÍF eitt betri tak um
dystin, tá fyrstu nervarnir
vóru tveittir burtur, men
Kyndil helt alla tíðina
dystinum í einum jarntaki.
Enn eru tríggir dystir eftir
at spæla hjá VÍF, men tað
tykist
ikki
vera
nakar
møguleiki
fyri,
at
teir
dystirnir
kunnu
kasta
neyðugu stigini av sær.
VÍF-Kyndil 28-33 (13-20):
Kyndil staðfesti
veruleikan
VÍF-Kyndil 28-33(13-20)
10 min: 3-5
20 min: 6-12
40 min: 18-25
50 min: 23-29
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rapa 10, Fríða Marjunardóttir 5, Liljan Djurhuus
4(2), Katrin Christophersen 2, Torgunn Johannesen 2,
Heidi Joensen 2, Rannvá á Rógvu 1, Elisa Leo 1, Linda
Johannesen 1
Kyndil: Lina Andriulyte 11(4), Jacklin Durhuus 5, Bjørg
Syderbø 5, Ragnhild á Plógv Hansen 3, Eyðritt Andreasen
3, Randi S. Wardum 3, Tordis Tróndarson 2, Barbara
Egilstrøð 1
Brotskøst: VÍF 5, Kyndil 5
Útvísingar: VÍF 1, Kyndil 2
Dómarar: Ragnar Simonsen & Hanus Kúrberg
FAKTA