fríggjadagur 29. februar 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 43 - 29. februar 2008 ]
Tað ljóðar ógvuliga
langt úti. Men tað
finnast nøkur við
haldsfólk í Noregi,
sum heppa uppá 13
ymisk fótbóltslið
gjøgnum eitt kapping
arár. Men hetta
passar!
Greinanavn
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Enn einaferð er staðfest, at
fótbóltur
er
ikki
bara
fótbóltur. Talan kann eisini
verða um speisemi av
ringastu – ella bestu –
skuffu, tað velst alt um
hvørjar fótbóltsbrillur ein
hevur. Í Noregi hongur tað
øllum
fótbóltsviðhalds
fólkum langt út av hálsinum
– bara ikki teimum, sum
halda við Rosenborg – at
Rosenborg hevur vunnið 14
av teimum seinastu 16
meistaraheitunum. Tað hev
ur líka eydnast Vålerenga
og Brann Bergen at koma
ímillum. Hesin dominans
urin hjá Rosenborg hevur
fyri sovítt eisini fingið
stuttligar avleiðingar.
»Heia Bortelaget«
Tróndheimur er eins og
Bjørgvin ein vakur lestrar
býur, sum ungfólk úr øllum
Noregi leita til, fyri at fara
undir hægri lestur. Ì 1992
vóru tað nøkur sálarfrøðis
lesandi í Tróndheimi, sum
blivu so troytt av Rosenborg
– hóast tey búðu og trivust í
Tróndheimi – at tey tóku
tað sjáldsomu avgerð at
møta til hvønn heimadyst
hjá Rosenborg á Lerkendal
Leikvøllinum, fyri at stuðla
útiliðnum, mótstøðuliðnum
hjá Rosenborg. Tey skipaðu
seg í eitt felag, sum sjálvsagt
fekk navnið “Heia Borte
laget”.
Teir flestu tróndarbúgv
arnir hava dugað at tikið
hetta serliga átakið hjá “Heia
Bortelaget”, men summi
hava givið ilt av sær, og tá
serliga, at tey lesandi hava
avsláttarskipannir í Trónd
heimar býi, sum vanligir
tróndarbúgvar ikki hava.
Gingið illa
Og sigast má, at tað hevur
gingið
illa
hjá
“Heia
Bortelaget”, hóast teir hava
rosalittar troyggjir og fløgg,
og turriklæði í sama liti. Og
hóast tey eru væl skipað
við herrópum, og hava ein
limalista, sum telur heili
2.600 fólk. Tí nærlesa vit
heimahagtølini hjá Rosen
borg síðani stovnan við
halds/móthaldsfelagsins
í
1992, so hevur bara eydnast
útiliðunum hjá Rosenborg
at vunnið 24 av 338 dystum
á Lerkendal Leikvøllinum.
So “Heia Bortelaget” hevur
bara eitt eydnisprosental,
sum er áljóðandi 7,1%.
Ræðandi
heimaformurin
hjá tróndarbúgvum hevur
verið ræðandi hesi 16 árini,
og tí hevur tað mangan
verið súrt hjá “Heia Borte
laget” at eygleitt mál
veitslurnar hjá Rosenborg.
Men av tí sama hava tey í
“Heia
Bortelaget”
ikki
verið noydd at keypa so
mong steyp. Tì hvørt útilið
– hvørt tað eitur Brann,
Viking, Vålerenga, Lyn ella
Tromsø – sum sigrar á
Rosenborg
á
Lerkendal
Leikvøllinum, tað liðið fær
eitt ognarsteyp frá “Heia
Bortelaget”,
sum
eina
áminning um eitt væla
avrik. Men í 2005 og 2007
eydnaðist
málsetningurin
hjá “Heia Bortelaget”. Men
við teimum pengum Rosen
borg eigur á bók, og við tí
vinnaramentaliteti og sið
venjum teir hava, so kann
væl henda, at “Heia Borte
laget” aftur fær eitt keðiligt
kappingarár, sum tey høvdu
báðumegin aldarskiftið.
Sig so ikki norðmenn
kunnu verða skemtingar
samir.
»Kom so útiliðið!«
Líkist
svartasta
ongum
Nú kappingin harðnar
alsamt í oddinum á
Sunsetkappingini,
ilskast suðuroyingar
um dystarásetanina
hjá Hondbólts
sambandinum (HSF)
HOnDBÓLTUr
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Áskoðarar hjá VB skilja als
ikki,
hví
Hondbóltssam
bandið ikki fyri langari tíð
síðan hevur sæð trupulleikan
við skipanini, og tískil framt
neyðugu broytingarnar. Vit
fingu orðið á tveir mælskar
hondbóltsfjepparar úr Vági,
og teir standa spyrjandi og
fylgja ruðuleikanum, sum
eini teirra valdi at kalla tað.
Meira vanligt fyrr
Bogi Mortensen, ið er ein av
trúgvu áskoðarunum hjá VB
gjøgnum nógv ár, og sum
eisini hevur tvær døtur á
liðnum, hevur valt at úttala
seg um, hvussu óheppið
hann heldur tað vera, at slíkt
kemur fyri.
Fyrr var tað meira van
ligt, at sokallaði dupult
vikuskifti vórðu spæld, men
hetta er óheppið, og er man
frá Hondbóltssambandinum
farin alt meira frá hesum.
Men í dag standa vit so við
einum
sera
avgerandi
vikuskifti fyri framman, og
tað er serstakliga óheppið, at
avgerandi dystir ikki fáa
optimalu umstøðurnar.
Hetta kann ikki sigast at
vera dømið, tá man hevur
valt at seta eina liðið at spæla
dagin fyri ein so umráðandi
og avgerandi dyst, sigur Bogi
Mortensen, ið harmast um
støðuna í bestu føroysku
kvinnudeildini.
Torført at skipa
ørðvísi
Eiler Einarsson, ið er for
maður í kappingarnevndini
hjá Hondbóltssambandinum
metir, at tað er sera torført at
skipa kappingina ørðvísi, tí
tað eru fleiri instansar, ið
skulu samskipa kappingina.
Tað er ein sera torfør upp
gáva, at leggja kappingarnar
til rættis, og skal alt ganga
eftir vild, eru tað fleiri
viðurskifti, ið saman skulu
ganga upp í eina hægri eind,
sigur Eiler, ið er sera harmur
um støðuna undan hesum
vikuskiftinum. Samstundis
sum hann er harmur um støð
una, sigur hann seg ikki
duga at siga, hvat kundi
verið gjørt ørðvísi, tí tað er
altíð eitthvørt, ið kemur í
vegin.
Fýra psychologi lesandi úr
Tróndheimi hava tikið stig
til at stuðla útiliðunum,
ið javnan vitja Lerkendal
leikvøllin. Vinnur eitt útilið
fær tað steyp handað frá
hesum merkisverda bólki
Laudrup ætlar sær finalusess
Spanska felagið Getafe tóku í gjárkvøldið eitt risafet móti einari møguligari steypafinalu, og venjari felag
sins, danin Michael Laudrup, væntar at tað fer at eydnast teimum. Getafe vann 31 á heimavølli móti Sant
ander, í fyrstu hálvfinaluni, og harvið er liðið sera tætt einum finalusessi. – Hetta var eitt megnarúrslit, og eg
eri sera fegin um mínar leikarar. Teir spældu væl og innsatsurin var sera góður, segði Laudrup á einum tíði
ndafundi eftir dystin. Hann helt ikki at fyrsti hálvleikur var serliga góður (11 í hálvleikinum – blaðm.), men
í seinna hálvleiki mentu leikararnar seg, og spælið varð munandi betur. – Vit spældu teir av vøllinum, skor
aðu góð mál og megnaðu at halda Santander heilt vekk frá møguleikum. – Møguleikin fyri at náa finalusessi
num er sera stórur. Í fótbólti skal man aldrin gleða seg ov skjótt, men í seinnu hálvfinaluni, har Santander
noyðist fram eftir vøllinum, hava vit leikararnar, ið megna at spæla kontrafótbólt á hægsta støði. Eg eri
optimist, og tessvegna vænti eg mær ein finalusess, sigur Michael Laudrup