Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. februar 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 29. februar 2008 27 PETERSEN CONTRACTORS Hevur tú hug at gera tunnil? So er møguleikin her, tí vit hava brúk fyri arbeiðsfólki til tunnils- arbeiði í Eysturoynni. Góð løn verður latin, og møguleiki er fyri upplæring. Verkætlanin er partur av EIÐI2 vatnorkuútbyggingini hjá SEV, og umfatar atkomuveg og uml. 2,6 km av tunnilsgerð. EIÐI2 Konsortiet Hoydalsvegur 42 FO-100 Tórshavn Hevur tú hug at verða við, so fæst meira at vita við at ringja til Hilbert Elisson á tel. +298 585014, e-mail: hie@mth.dk foroyaprent.fo EIÐI2 KONSORTIET www.sev.fo søkir MASKINMEISTARAR til Fossáverkið og Vágsverkið Maskinmeistari til Fossáverkið Eitt starv sum maskinmeistari á Fossá- verkinum í Vestmanna er leyst at søkja til setan 1. apríl 2008 ella skjótast til ber. Arbeiðið umfatar rakstur og hald av Fossáverkinum, bæði sum dagarbeiði og vaktarbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Á Fossáverkinum eru 2 turbinur upp á tilsamans 6,4 MW. Undir Fossáverkinum hoyra eisini fylgjandi vatnorkuverk og vindmyllur, sum verða stýrd frá Fossá-verkinum: • Mýruverkið við einari turbinu upp á 2,4 MW • Heygaverkið við einari turbinu upp á 4,8 MW • Eiðisverkið við tveimum turbinum upp á tilsamans 13,4 MW • Vatnturbinan á Strond upp á 1,4 MW • 4 vindmyllur í Neshaganum upp á til-samans 2 MW. Talan er sostatt um tilsamans 7 vatn- turbinuaggregat og 4 vindmyllur við einum samlaðum mátti upp á 30,4 MW. Harafturat stýrir vakthavandi á Fossá- verkinum býtið av framleiðsluni millum elverkini í meginøkinum, herundir eisini Sundsverkið og Strond (lastfor- deiling). Eisini er vakthavandi á Fossáverkinum koblingsleiðari fyri háspenningsan- leggini í meginøkinum. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Pól Joensen, verk- meistara á Fossáverkinum, ella til Berg Didriksen, deildarstjóra, báðir á telefon 346800. Maskinmeistari til Vágsverkið Eitt starv sum maskinmeistari við el- verkini í Suðuroy er leyst at søkja til setan frá 1. apríl 2008 ella skjótast til ber. Talan er um avloysarastarv fyri maskin- meistara í farloyvi, og verður setanin tí tíðaravmarkað til 1. apríl 2009. Arbeiðið umfatar rakstur og hald av elverkunum í Suðuroy, bæði sum dagarbeiði og vaktarbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Elverkini í Suðuroy umfata í løtuni: • Elverkið í Vági við trimum dieselmotorum, tilsamans 9,7 MW. Hesir motorar eru riknir við tungolju • Elverkið í Botni, sum er eitt vatnorku-verk við tveimum turbinum upp á til-samans 3 MW • Elverkið í Trongisvági, sum ikki koyrir dagliga, men er til at taka við einum dieselmotori upp á 2 MW. Vakthavandi maskinmeistari hevur yvirvaking av og lastfordeiling millum Vágsverkið og elverkið í Botni umframt netyvirvaking og koblings- leiðslu fyri elnetið í allari Suðuroynni. Uppmøtingarstaðið er á Vágsverki- num, har vaktin hevur tilhald. Arbeitt verður á og út frá hesum arbeiðsstaðið til hini elverkini eftir tørvi, og fer flutningur vanliga fram við arbeiðsbili hjá SEV. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Palla Mortensen, verk- meistara á elverkunum í Suðuroy, ella til Berg Didriksen, deildarstjóra, báðir á telefon nr. 346800. Fyri bæði størvini er galdandi: Tað er ein fyrimunur um tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.v.s. víðkað maskinmeistaraprógv ella 3 ára maskinmeistaraskúlaprógv og/ella royndir innan økið. Størvini eru lønt sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá prógvtøkudegnum, men er treyt- aður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá. Umframt nevndu løn kann roknast við vaktargjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn. Umsóknir skulu saman við prógvum og møguligum ummælum verða sendar til: Elfelagið SEV Postrúm 319 FO-110 Tórshavn Umsóknir skulu vera SEV í hendi í sein- asta lagi mikudagin 12. mars 2008. SEV er grundað á eina samhaldsfasta, fólkaræðisliga skipan, har tann vinningur, sum fæst burtur úr elsøluni, verður í høvuðsheitum nýttur til framtíðar útbyggingar av framleiðslueindum og elkervinum. Á tann hátt verður vinningurin øllum Føroya fólki at gagni, og útbyggingar kunnu fara fram, so hvørt samfelagið mennist, og streymtørvurin økist. SEV hevur eina veitingarskyldu, sum áleggur felagnum at veita øllum borgarum, virkjum, stovnum o.s.fr. støðugan streym alt samdøgrið. SEV hevur sostatt bæði góðsku- og kervis-ábyrgdina í Føroyum. Starvsfólk hjá SEV verða útbúgvin og førleikament sambært galdandi reglum á økinum og krøvum, ið SEV setir til trygd og annað. Vitanin verður áhaldandi viðlíkahildin við bæði innanhýsis undirvísing og skeiðum og eftirútbúgvingum annars.