fríggjadagur 29. februar 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 43 - 29. februar 2008
Í sambandi við bygnaðarbroytingar á Nomatek er
okkara fremsta mál at økja um okkara tænastustøði.
Vit hava m.a. eina goymslu við rustfríum stáli, gear-
motorum, legum, eykalutum o.ø., sum skal tæna
bæði okkara egnu framleiðslu og kundum okkara
skjótt og væl. Tað, sum ikki liggur á hillini, fáa vit
skjótt heim.
Í hesum sambandi leita vit eftir rætta fólkinum.
STARVIÐ
Starvið fevnir um goymsluumsiting, avheinting og
útkoyring av vørum, bílegging, umsiting av
amboðsinnkeypi, vørubóking o.a. Forritið Navision
verður nógv nýtt í hesum sambandi.
FØRLEIKAKRØV
Tú ert álítandi, arbeiðir sjálvstøðugt, dugir rímiliga
væl at orða teg í skrivt og talu og at nýta teldu. Tað
er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi útbúgving
og starvsroyndir, tó ikki ein treyt. Vit taka okkum av
upplæringini.
SETANARTREYTIR OG UMSÓKNIR
Løn og setanartreytir verða ásett sambært avtalu.
Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum
kunnu sendast við teldubrævi til rm@nomatek.fo
ella við vanligum brævi til Nomatek, Postboks 1116,
110 Tórshavn og skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 10. mars 2008.
Vilt tú vita meira um starvið, vinarliga set teg í
samband við Ragnar Magnussen, stjóra,
á tlf. 356 900 ella 556 903.
Goymsluleiðari
Hevur tú hug at arbeiða á einari framskygdari føroyskari fyritøku,
ið telist millum fremstu veitarar á sínum øki, so ert tú vælkomin á Nomatek.