Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-29, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. februar 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 29. februar 2008 35 lýsingar Leys størv á Lendisdeildini Hegning og stoyping Søkt verður eftir fólki til at seta úthegn, ymiskt timburarbeiði og smærri stoypiuppgávur. Arbeitt verður í einum liði uppá tvey fólk, har tú verður annar. Støðin er á Hjalla. Førleikakrøv Útbúgving innan smíð er ynskilig. Koyrikort í flokki B er ein fyrimunur. Setanarviðurskifti Starvið er tímalønt fulltíðarstarv. Lønin er sambært sáttmálanum millum Havnar Arbeiðsmannafelag ella Havnar Handverkarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Jógvan Olsen, røktarleiðari, á telefon 30 20 10 ella 27 36 80, ella Tóra í Hoyvík, býargartnara, á telefon 30 20 10 ella 21 40 07. Umsókn saman við viðmælum, avriti av prógvum o.t. og upplýsing um royndir, skal vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. mars 2008. Gartnari Søkt verður eftir fólki til gartnaraarbeiði. Umsøkjari skal hava útbúgving innan gartnarí ella skógarbrúk ella kunna vísa á kunnleika innan urtagarðsarbeiði. Uppgávur eru innan øll grøn øki, ið kommunan varðar av, men arbeiðsøkið kann tillagast áhuganum hjá umsøkjaranum. Gravari Søkt verður eftir gravara til kirkjugarðarnar við Velbastaðvegin, Kirkjubø og Kaldbak. Gravarin er leiðari á kirkjugørðunum. Á gørðunum starvast umframt gravaran 3 fólk fulla tíð. Gravarastarvið fevnir um alt arbeiðið, sum er á kirkjugørðunum, fyrst og fremst jarðarferðir og samskifti við tey avvarðandi, umframt leiðslu av øllum arbeiðum, viðlíkahaldi og røkt, og hevur ábyrgd av, at tímaseðlar og jarðarferðarbøkur verða skrivað. Førleikakrøv Royndir í arbeiðsleiðslu, at duga væl føroyskt í skrift og talu, kunnleika til teldu, og at hava góðan ans fyri tí serliga starvi, talan er um. Fyrimunur er at hava áhuga og skil fyri røkt og viðlíkahaldi av grønum økjum, træ- og runnavøkstri v.m. Skal kunna átaka sær seruppgávur, sum leiðslan áleggur í mun til førleika, undir hesum vera við til at fremja talgildingarskráseting av kirkjugørðunum, og telefonvaktarskipan. Arbeiðstíðin Arbeiðstíðin er frá kl. 8 - 16, roknast kann við yvirtíðararbeiði. Útbúgving og royndir Hóskandi útbúgving við atliti at lendisarbeiði, anleggsarbeiði, t.d. handverkarar, arbeiðsplássleiðarar frá jørð og beton, gartnarar við arbeiðsleiðslu og entreprenørar. Setanarviðurskifti Starvið er mánaðarlønt fulltíðarstarv í 4. lønarflokki sambært sáttmálanum millum Starvsmanna- felagið og Kommunala Arbeiðsgervarafelag Føroya. Í lønina er roknað samsýning fyri afturvendandi yvirarbeiði og skeiva arbeiðstíð. Byrjast kann í starvinum beinanvegin. Tórshavnar kommuna Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo Arbeiðið er sjálvstøðugt og verður skipað í dagligum samstarvi við onnur starvsfólk í gartnara- liðinum. Støðin er á Frúutrøð í Eysturbýnum. Førleikakrøv Útbúgving ella kunnleiki innan gartnarí ella skógarbrúk. Koyrikort í flokki B er ynskiligt, men ikki eitt krav. Setanarviðurskifti Starvið er tímalønt fulltíðarstarv. Lønin er sambært sáttmálanum millum Havnar Handverkarafelag ella Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Byrjanardagurin verður avtalaður.