fríggjadagur 29. februar 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 29. februar 2008
39
lýsingar
KETTA
EFTIRLÝST
Horvin við Grønlandsvegin.
Er grá og hevur stuttan hala.
Veitst tú nakað um kettuna?
Ring tel: 56 78 91 ella 51 96 70
FFA.
A.GRA
RAVSTEINAR
VSTEINAR
Velbastaðvegur 45
Box 336
110 Tórshavn
Tlf. 320370
Fax. 321470
Far. 214270
Opið: mánadag - fríggjadag 900-1700
annars sambært avtalu.
Sjónband - 31 77 74
Nýggj vøruskrá fæst!
PASS
Passframleiðslan fyri alt landið fer fram í
Danmark og er passavgreiðslutíðin umleið
2 til 3 vikur.
Vinaliga biðið tí um passið í góðari tíð.
Umsókn um pass fæst á Fútaskrivstovuni, Smyrils-
vegi 20, Tórshavn, á heimasíðuni www.politi.fo
og á øllum politistøðunum uttanfyri Tórshavn.
Umsóknin kann latast inn við at venda sær per-
sónliga til Fútaskrivstovuna í Tórshavn ella til
eina av politistøðunum uttanfyri Tórshavn.
Skjøl at hava við, tá pass verður umbiðið:
Gamla passið
Dóps-, føði- ella navnaseðil og møguligt vígslubræv
Nýggja passmynd stødd 35 x 45 mm.
Passið skal gjaldast, tá tað verður umbiðið.
Persónar millum 18 ár og 67 ár
kr. 400,-
Persónar yngri enn 18 ár
kr. 115,-
Persónar, sum eru fyltir 67 ár
kr. 150,-.
Gjørt verður vart við, at eftir 1. oktober 2004
kunnu børn, sum eru undir 15 ár, ikki longur verða
innskrivað í pass hjá foreldrum ella øðrum, og
skulu tí hava egið pass.
Nærri fæst at vita við at venda sær til
Fútaskrivstovuna – tlf. 351448
– ella politistøðirnar.
FØROYA LANDFÚTI
tann 18. februar 2008
Karen Marie Olesen
Smyrilsvegur 20 · Postboks 3018
FO-110 Tórshavn · Tlf. 35 14 48
SKRIVARI TIL
VESTMANNA KOMMUNU
Søkt verður eftir skrivara til Vestmanna Kom-
munu at byrja 1. mai 2008 ella skjótast gjørligt.
Skrivarin hevur dagligu leiðsluna av umsitingini
og øllum viðurskiftum í kommununi. Talan er
um eitt sera fjølbroytt og spennandi starv við
nógvum avbjóðingum.
Arbeiðsuppgávur:
• leiðari av umsitingini
• skrivari hjá bygdarráðnum og nevndum
• samskifti við myndugleikar, borgarar o.o.
• kunning, m.a. tilfar til heimasíðu
• journalisering
• fíggjarviðurskiftir
• aðrar skrivstovuuppgávur
Søkt verður eftir einum persóni við hollum fak-
ligum førleika og royndum. Kunnleiki til almenna
fyrisiting og leiðslu hevur stóran týdning eins
og góð samstarvsevni. Skrivarin hevur beinleiðis
tilvísing til borgarstjóran.
Lønin verður latin eftir førleika og royndum.
Í Vestmanna Kommunu starvast 3 fólk í um-
sitingini. Arbeiðið er sera fjølbroytt og møguleiki
er fyri eftirútbúgving og skeiðum.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær
til kommunu-skrivstovuna, tlf. 470110, ella Karl
A. Olsen, borgarstjóra, tlf. 230114.
Umsókn við avritum av møguligum prógvum og
ummælum skal verða kommununi í hendi í
seinasta lagi mánadagin 31. mars 2008.
Vestmanna Kommuna
Bakkavegur 16
Postboks 91
FO-350 Vestmanna
Skrivstovustarv á
Føroya Barnaheimi
Á Føroya Barnaheimi er eitt ½-tíðar starv leyst
til setan 01.04.2008.
Starvið fevnir um alt vanligt skrivstovuarbeiði
Vit sóknast eftir einum starvsfólki við skriv-
stovuútbúgving ella líknandi og arbeiðsroynd-
ir innan hettar økið. Viðkomandi má kunna
arbeiða sjálvstøðugt.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og avvarandi yrkisfelag.
Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.
m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
tann 14.03.2008.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær
til Finnur Helmsdal, leiðara, á tlf. 312320.
Føroya Barnaheim
Pedda við Steingøta 10
FO-100 Tórshavn
Røktar- og umlættingarheimið
Summarfrítíðaravloysarar
til Lágargarð
Røktar- & Umlættingarheimið Lágargarður lýsir
eftir summarfrítíðaravloysarum í tíðini frá 1. juni
2008 til 31. august 2008.
Fyri røktarstarvsfólk: Sjúkrarøktarfrøðingar og
heilsurøktarar/hjálparar.
Til køkin: Økonoma ella køksassistentar við
prógvi, umframt hjálparfólk.
Til reingerð: At vaska á eindunum og á gongs-
økinum.
Frítiðaravloysarir eru tímaløntir, og lønin er
sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
avvarandi yrkisfelag.
Meira fæst at vita um størvini við at ringja á tlf. 31
67 88 og spyrja eftir leiðaranum.
Skrivligar umsóknir við neyðugum prógvum skulu
sendast til:
Lágargarð
Att. Meta av Fløtum, leiðari
Stoffalág 84
Postboks 1188
FO-110 Tórshavn.
Umsóknarfreistin er 1. apríl 2008.