Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. februar 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 klumman Nr. 43 • 29. februar 2008 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Vallyfti og søtur musikkur Tað vóru tey bleytu virðini, sum vóru í hásæti í valstríðnum – og ikki minst tónleikurin. Nú eru nýggj fólk vald á ting og í landsstýri – teirra millum fleiri menn og kvinnur, sum júst prædikaðu um, at nú skuldi tónleikurin fáa betri sømdir. Tað vóru ikki minst tíðindi um G! Festivalin, sum var farin á húsagang, sum settu kjakið um almennan stuðul til festivalar á breddan í valstríðnum. Fyrr hevur nógv verið tosað um spælistað til tónleikin, men tað verður sum oftast ikki til annað enn snakk. Í Havn var eitt spælistað í sínari tíð, nevnt Perlan. Men hetta spælistað hevði so lítlan tokka millum politikararnar, at tað varð – av politiskum ávum – rivið niður fyri einum mansaldri síðani. Síðani løgtingsvalið í januar hava vit hoyrt um enn fleiri tónleikafestivalar, sum í øllum førum fyribils eru farnir í søguna. Summi mjarra um meirvirðisgjald og skatt, meðan onnur tosa um menniskjansliga orku, ið ikki røkkur til. Nakrir av festivalunum eru jú eisini rein business, so har skal helst góður ganska almindiligur handilsskapur til, og tá hjálpir so lítið við undantøkum fyri lættari at klára at gjalda rokningarnar. Tey vóru fleiri, sum í valstríði­ num beinleiðis lovaðu, at tey vildu gera nakað fyri júst G!Festivalin. Hugsi ein teirra var núverandi vinnumálaráðfrúan, tá tey á veljarafundi á Kambsdali fingu hendan spurningin. Av royndum vita vit, at politikarar lova so nógv – ofta óendaliga nógv. So kunnu vit bara spyrja okkum sjálvi, hví vit góðtaka, at so nógv lyfti verða givin – men nú fáa vit at síggja, um endin verður, sum hann plagar, ella hesi nýggju fólk – og ikki minst kvinnurnar, duga betur. At tónleikavinnan annars er í stórari menning gongur sjón fyri søgn – bæði her heima og ikki minst uttanlands, har okkara ungu tónleikarar gera vart við seg. At hetta kann blíva ein útflutningsvinna, er ivaleyst so. Tí eiga politikarar veruleiga at geva hesi vinnu gætur – og frægari sømdir. Jú, mentanarpolitikur og vinnupolitikkur er meira enn søtur musikkur. Heini bloggar úr Ísrael Komandi seks mánaðirnar fer Heini í Skorini, sum er í starvsvenjing á donsku ambassaduni í Tel Aviv, at skriva bloggar í vikuskiftisinnlegginum hjá Sosialinum. Heini fer at skriva um og úr gerandisdegnum í Ísrael. H on sat og bant í lítlu stovuni. Og knappliga, so var lagna hennara endavend við einum braki. Eitt undur, at hon ikki doyði, tá rakettin rakti lítlu húsini, sorlaði húsatekjuna og kveistraði hjúnini Avi og Manal út í eina tilveru sum heimleys. Vit eru hendan fríggjadagin í lítla býnum Sderot í Negev oyðimørkini sunnast í Ísrael á markinum til Gaza. Lítli býurin, sum stjelur yvirskriftirnar orsakað av teimum umleið 800 rakettunum úr Gaza, sum síðani nýggjárið eru lendar í og uttanfyri Sderot – tað eru um fimtan rakettir um dagin. Í næstseinastu viku stóðu tey bæði Avi og Manal fyri skotum, tá ein rakett rakti heim teirra. Hon slapp undrunarvert við smærri løstum, meðan hann var til handils. Og tey kenna seg sviknan av ísraelska statinum. ­ Tey kríggjast og kríggjast, og vit mugu rinda prísin! Eg havi ongar pengar at keypa okkum nýggjan bústað! Hvar skal eg fara?, spyr Avi. Ein lágur og myrkur maður onkustaðni í sjeytiárunum. Djúpar foyrur í andlitinum. Sær út sum hevur hann knossast alt sítt lív. Tárini trilla oman eftir kjálkunum. Hann skeldar og veipar vónleysur við ørmunum frammanfyri diplomatum og øðrum ambassadufólkum í oyðilagda heiminum, meðan konan situr kúrr á eini skirvisligari kommodu og starir niður í gólvið. Tað er í slíkum løtum, at kríggið knappliga fær eitt andlit. At endaleysu tíðindini um harðskap og deyða, sum rura okkum inn í ein ræðandi dvala av ísakaldari líkasælu, gerast livandi. Tað er heima hjá fólkum sum Manal og Avi, at turru krígshagtølini verða ílatin manna­ og kvinnukroppar. At dovnandi vesturlendski vælferðarfitin, sum drenar okkum fyri áhuga og indignatión, verður bjóðaður av. *** Tríggjar dagar seinni er “mítt egna” fólkaslag í miðdeplinum, tá undirritaði mánamorgunin kemur svøvnpískutur til arbeiðis á donsku ambassaduni (radikal B­menniskju hava tað ikki lætt her í verðini!). Grønu fløggini veittra í vindinum, hvítu skeltini við svørtu bókstavunum verða hildin á lofti, og ein mullah við stórum skeggi og ílatin ein kyrtil, sum einaferð var hvítur, roynir at kynda undir ein minni skara av vreiðum muslimum uttanfyri donsku ambassaduna. Teir mótmæla – eins og so nógvir aðrir muslimar í hesum døgum – hasar ólukku keipumyndirnar av profetinum Muhammed, sum donsku bløðini ikki fáa nóg mikið av at prenta. Eg smoyggi mær varlátin framvið, men komin upp á donsku ambassaduna, sum heldur til á tólvtu hædd, verði eg sum ein annar Urias sendur út aftur á gøtuna at notera, hvat stendur at lesa á skeltum og fløggum: You uncivilized Danes! Hurting the Prophet will hurt your country! Allah is great, and Mohammad is his Prophet! Freedom is not anarchy! We defend Mohammad, the savior of humanity! Barking dogs can not hurt the Prophet!” Í øllum sínum absurditeti endurspeglar málið um Muhammed­tekningarnar á meistarligan hátt tær brotflísar, sum ein globaliseraður, samansettur og polariseraður heimur stendur yvir fyri. Samanstoyturin millum islam øðrumegin og kristindómin hinumegin. Samanstoyturin millum liberal­sekulera lívsáskoðan øðrumegin og konservativa religión hinumegin. Samanstoyturin millum skrivi­ og talufrælsið øðrumegin og virðingina fyri átrúnaðarligum sannføringum hinumegin. Samanstoyturin millum meiriluta og minniluta. Stutt og greitt ein samanstoytur um virðir, um lívsáskoðanir, um politiskar meginreglur og um samfelagsskipanir. Og undirhaldandi er tað at hoyra frontarnir á barrikadunum. At hoyra nationalkristnar islamofobar rópa um islamofasistisku flóðalduna, sum skjótt hevur hertikið alt Evropa, og hinumegin at hoyra korrektar kulturradikalar halal­hippie´arar læra okkum um tolsemi og um, at islam hevur mong andlit. Sum tann progressivi og liberali kafé­latté kosmopolitturin, sum ein so gjarna vil vera, yppir man undrandi øksl yvir fyri tí sannroynd, at nakrar tekningar, ja nakrar TEKNINGAR mín sann, kunnu tveita Danmark út í størstu uttanríkispolitisku kreppuna síðani seinna heimsbardaga – og nú fyri aðru ferð. Og samstundis sum vit kunnu verða samd um, at reaktiónirnar í miðeystri eru burtur úr vón og viti, so eiga vit eisini at seta spurnartekin við, hvussu klókt tað er at prenta og endurprenta hesar tekningar, tá vit framman undan kenna avleiðingarnar. Og í næstu viku kemur filmurin hjá hollendska høgrapolitikaranum Wilders, sum er tíggju ferðir so “háðandi” ímóti islam. Gud viti hvar vit enda... Heini_skorini@yahoo.com Tá yvirgangurin kom á vitjan Fyri hálvari aðru viku síðani var hetta eitt hugnaligt heim hjá ísraelsku kvinnuni Manal í lítla býnum Sderot í Suðurísrael. Men síðani rakti ein rakett úr Gaza lítlu húsini, sorlaði húsatekjuna og sendi hjúnini Avi og Manal út í eina tilveru sum heimleys. Mynd: Heini í Skorini