fríggjadagur 29. februar 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Nr. 43 • 29. februar 2008
Vikuskifti
num fáa ikki viðhald
Agent Orange
Heitið „Agent Orange“ umfatar fleiri sløg av plantudrepandi
evnum, sum amerikanarar sprændu oman yvir frumskógin í
Vietnam undir krígnum har. Sjálvt heitið stavar frá tunnunum,
sum evnið var í, og sum høvdu appelsinlittar strípur. Upprunaliga
vórðu evnini ment í 1940-árunum, og tey virka væl ímóti fleiri
plantusløgum. Men fleiri kanningar hava avdúkað, at samband
er ímillum tey plantudrepandi evnini og ymsar sjúkur so sum
krabbamein og sukursjúku. Tað er eisini orsøkin til, at tað er
bannað at brúka evnini í nógvum londum, teirra millum USA.
Fakta
Dow Chemical, við Reuters. Hann
leggur afturat, at Dow Chemical
hevur alla tíðina verið av teirri
áskoðan, at tað eru teir politisku
myndugleikarnir í USA og Viet-
nam, ið eiga at viðgera og loysa
møgulig ivamál í sambandi við
Vietnam-kríggið.
Tey, sum halda seg hava
verið og vera offur fyri „Agent
Orange“, hava ikki stevnt nøkrum
amerikonskum myndugleika.
Fingið viðhald fyrr
Spurningurin um „Agent Orange“
og avleiðingarnar av tí hevur
verið í amerikanska rættarverk-
inum fyrr. Í 1984 fingu nakrir
fyrrverandi amerikanskir Vietnam-
hermenn 180 milliónir dollarar
í endurgjaldi fyri skaða, sum
teir søgdu seg hava fingið av tí
plantudrepandi evninum.
Fyri tveimum árum síðani
gjørdi ein dómstólur í Suðurkorea
av, at Dow Chemical og ein
onnur verksmiðja, Monsanto,
skuldu gjalda umleið 6.800 ein-
staklingum 62 milliónir dollarar í
endurgjaldi.
Í niðurstøðuni vísti suðurkore-
anski rætturin á, at amerikanska
vísindaakademiið hevði funnið
samband ímillum „Agent Orange“
og ellivu sjúkur, teirra millum
fleiri sløg av krabbameini.
(Keldur: Reuters/Aftenposten)
Nguyen Xuan Minh er eitt av offrunum frá teimum evnafrøðiligu vápnunum, sum amerikanararnir brúktu undir Vietnam-krígnum
(Mynd : AP)
reldur teirra vórðu eitrað undir krígnum
(Mynd: AP)
Amerikonsk flogfør spræna „Agent Orange“ oman
yvir frumskógin í Vietnam. Myndin er frá 1966
(Mynd: AP)