fríggjadagur 29. februar 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 • 29. februar 2008
Vikuskifti
24
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Avgerð um
Cambodia í vár
Heimamissiónin: - Úti á landin-
um er stórur tørvur á skúlum. Tey
spyrja eisini eftir hjálp at leiða og
skipa fyri, sigur missiónsskrivarin
hjá Heimamissiónini, Øssur Kjølbro
eftir ferðina í Cambodia herfyri.
Endamálið var at kanna, hvørt
landið kann gerast eitt missiónsøki
hjá Heimamissiónini í framtíðini.
Hetta er ikki greitt enn, men
væntandi fer Høvuðsstýrið at taka
avgerð um hetta einaferð í vár.
Annarhvør
konfirmantur
trýr uppá Gud
Fólkakirkjan: 57 % av donsku
konfirmantunum trúgva á Gud,
vísir ein fesk kanning millum teir
45.000 ungdómarnar sum skulu
fermast í ár. Konfirmatiónin skal
játta barnadópin og hervið eisini
trúnna á Gud, men kortini trúgva
43 % av næmingunum í 7. flokki
ikki á Gud, avdúkar kanningin hjá
Center for Ungdomsstudier og
Religionspædagogik. Tey flestu
siga seg verða fermd vegna
festina og gávurnar, ella tí at
tað er ein siður. Í miðal fær ein
konfirmantur millum 8.000 og
40.000 krónur í gávum.
Ætlar at hitta
rørslurnar
Fólkakirkjan: Í nærmastu framtíð
fer Jógvan Fríðriksson at boða
kirkjuligu rørslunum til ein fund við
ynskinum um at betra samskiftið. -
Vit ynskja at tosa við tær kirkjuligu
rørslurnar um, hvussu vit kunnu
minka um frástøðuna og skilja
hvønn annan betri, sigur biskupur
við Trúboðan.
10. hvør prestur
í einsemi
Danmark: Ein kanning millum tey
123 starvsfólkini í Fríkirkjuni vísir,
at tíggjundi hvør prestur kennir til
einsemi í tænastuni sum leiðari.
Hóast tey flestu eru nøgd, siga
kortini bert 2/3 seg vera í einum
toymi sum virkar. Kanningin, sum
FrikirkeNet hevur gjørt avdúkar
eisini at bert helmingurin av
kirkjunum hava virksemi, sum
vendir sær til tey søkjandi.
Tit eru salt jarðarinnar ...
tit eru ljós heimsins
Matteus evangeliið 5,
13-14
Salt er eitt konserveringsevni,
og ljós rekur myrkrið burtur.
Soleiðis hava kristin menniskju
ábyrgd á kærleiksfullan hátt
at tala at dárskapinum og
óndskapinum í heiminum. Sum
kristin eiga vit ikki at venda
okkum hin vegin og látast sum
um tað illa ikki er til, men sjálv
fara inn í stríðið.
Ein amerikanskur prestur
sigur frá, at hann ein dagin
stóð og eygleiddi nøkur
ungfólk, sum skemtaðu og
stuttleikaðu sær á einum
gøtuhorni. Men at enda sá
hann, at tey fóru ov vítt. Hann
tók seg saman og fór til teirra
og segði vinarliga: “Nú eru tit
farin ov langt! Slíkt sømir seg
ikki slíkum vøkrum ungdómi”.
Síðani vendi hann sær móti
eini gentu og segði: “Tú mást
ikki lata dreingirnar fara
soleiðis við tær, teir taka frá
tær tað virðið, ið tú hevur sum
kvinna!”
Í nógv ár hevur okkara
samfelag víst á tað „tolsemi“,
ið hevur kostað onnur virði.
Tolsemi sigur at tað finnist
einki absolutt moralskt, ið vit
mugu innrætta okkum eftir,
at mín uppfatan er eins góð
og tín, og mong vaksin høvdu
ivaleyst funnist harðliga at, um
tey sóu og hoyrdu áðurnevnda
prestin.
Alt hetta tolsemi hevur
tíverri skapa eina mentan, ið
ikki dugir at skilja millum, hvat
er rætt og hvat er skeivt. Og vit
sita og hyggja at meðan okkara
mentan fer fyri bakka. Amen!
orðið
Hesa vikuna:
John S.
Myllhamar
Kvinnudagin 8. mars verður
skipað fyri einum tiltaki í
Kelduni undir heitinum:
„Kann nútímans kvinnan
læra nakað av Bíbliunnar
kvinnum?“. Tiltakið er fyri
kvinnur í øllum aldri.
Í Skálafirði: - Nógv av tí, sum
verður tosað og skrivað um í
almenna rúminum um kristindóm
og kvinnur eru gitingar, sum
einki hava við veruleikan at gera,
vísa fyrireikararnir av hesum
tiltakinum á.
Í Bíbliuni finnast nevniliga
nógvar søgur um megnar kvinnur,
sum ikki smæddust burtur, men
óttaleysar livdu eftir sínari
sannføring.
- Nei, kvinnur í Bíbliuni vóru ikki
nakrar undirkúgaðar kókikonur, og
vit hava sanniliga nógv at læra av
teimum, siga fyriskipararnir.
Millum kvinnurnar í Bíbliuni
vóru sterkar persónligheitir, sum
ikki óttaðust at seta lív sítt í vága,
men stríddust fyri tí, sum tær
hildu vera rætt.
Nevnast kunnu Ester, sum var
tilreiðar at doyggja fyri fólk sítt,
og Debora, sum varð sett sum
dómari yvir í Ísrael, Lea, sum varð
vrakað og skøkjan Rahab, sum er
nevnd í ættartalvu Jesusar.
- Hesar og fleiri við teimum
hava nakað at læra okkum. Tí
er tað okkara ábyrgd at geva,
serstakliga kvinnum, innlit í hesar
dýrgripir, sum Gud vil læra okkum
ígjøgnum skriftirnar, sigur Hjørdis
Petersen, sum er onnur teirra,
sum fer at halda fyrilestur á
kvinnudegnum í Kelduni.
Tiltakið verður millum klokkan
10 og 14 og er ókeypis.
Bíbliunnar kvinnur vóru
ikki kúgaðar kókikonur
Fyrrverandi amerikanski
forsetin, Jimmy Carter
kallaði fyrr í mánaðinum
inn til ráðstevnu, hvørs
arbeiði frameftir verður at
finna eitt felags stev fyri
teir umleið 20 milliónir
baptistarnar í USA.
USA: Við á ráðstevnuni í Atlanta
vóru í alt 15.000 baptistar úr
øllum USA møttir.
- Eg havi sæð nógv oyðileggj-
andi og óynskt hjáárin í kristna
heiminum, tí so nógv av okkum
liggja í almennum stríði við aðrar
bólkar um ymisk evni.
- Hetta var nakað av tí, sum
Paulus og Pætur í “teirri fyrstu
kirkjuni” máttu fáa skil á – og tað
arbeiðið heldur fram í dag, segði
Carter í eini samrøðu við Atlanta-
blaðið Constitution.
83 ára gamli Jimmy Carter
varð valdur til forseta fyri Demo-
kratiska flokkin í 1977 og sat eitt
skeið, fram til 1981.
Innanhýsis ósemja
Ráðstevnan, har ein ynskti at
skapa eina nýggja eind og alli-
ansu, varð av fleiri fjølmiðlum
skýrd sum slóðbrótandi, skrivar
danska vikublaðið Udfordringen.
Ætlanin er nú at fara undir
eitt størri samstarv um sosialar
trupulleikar, sum til dømis stríðið
móti fátækradømi og at eggja
fólki at fara út í missiónsarbeiði.
Júst á missiónsøkinum metir
fyrrverandi amerikanski forsetin,
at baptistarnir við teirra inn-
anhýsis stríði hava svikið.
- Eg haldi, at spjaðingin er tað
mest oyðandi og ólagaliga ele-
mentið, og sum aftur hevur gjørt
effektivitetin til missiónsarbeiði
munandi veikari í kirkjuni, slær
hann fast.
Tað eru kortini ikki allar baptist-
rørslurnar í USA, sum eru eins
fegnar um nýggja framtakið.
Leiðarar í Southern Baptist
Convention, sum er størsta
protestantiska kirkjusamfelagið í
USA, valdu ikki at senda umboð á
ráðstevnuna.
Sambært The Christian Post
verður funnist at tiltakinum, tí
mett verður at politiskar undir-
tónar liggja sum grund fyri tí, eins
og nevnt verður samanfallið við
undanvalini til forsetaembætið og
virknu luttøkuna hjá Bill Clinton
og Al Gore á ráðstevnuni.
Carter vil savna allar
baptistarnar
Ein góð byrjan
Hóast ósemjuna, var líkt til at teir 15.000 luttakararnir høvdu fingið
væl burtur úr og gleddu seg til næsta stig á leiðini.
- Henda ráðstevnan var góð, men hon kundi verðið enn betri.
Hinvegin, er hetta í øllum førum ein byrjan, sigur ein av luttakarunum,
hin 33 ára gamla Laura Cadena við tíðarritið “The Baptist Standard”.
Hon hevur lisið gudfrøði og er limur í eini baptistakirkju í Atlanta,
og ynskti sær, at ein næstu ferð bjóðar fleiri kvinnum, meiri ungdómi
og fleiri baptistum úr øðrum heimspørtum við.
- Men hetta var í øllum førum ein góð byrjan, slær Cadena fast.
- Neyðugt at vit
sum baptistar
draga eina línu,
sigur fyrrverandi
amerikanski
forsetin, Jimmy
Carter sum her
heldur røðu á
ráðstevnuni