týsdagur 4. mars 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 4. mars 2008
15
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Greinanavn
Tíðindaskriv
Sunnudagin 2. mars varð 6.
og síðsta Grand Prix umfar
leikt í høllini í Trongisvági.
Grand Prix er tað sum
svarar til landskappingina í
borðtennis.
Undan seinasta umfarið
vóru so nær sum allar deild
ir avgreiddar, men í nøkrum
deildum var tættari enn í
øðrum.
Petur
Niclassen
hevur hesi seinasti árini
verið nærum einaráðandi
innan fyri føroyskt borð
tennis, men í ár hava nakrir
ungir fýrar megnað at
koppa Petur av trónini innan
Grand Prix samanhang.
Ragnar Egilsson gjørdist
fremst í tí samlaðu Grand
Prix kappingini í ár, Ragnar,
ið leikar í meistaradeildini,
hevur havt eitt sera gott
kappingarár. Eisini ungi
Rói
Agnarsson
endaði
framman fyri Petur, men
spurningurin er, um hesir
ungir menn eisini megna at
gera kynstrið eftir í FM,
sum verður um hálvan
annan mánað. Næsta kapp
ing í borðtennis, verður FM
fyri ungdóm 2829 mars í
høllini í Trongisvági.
Bólkavinnarnir í 6. GP
umfarið gjørdist:
A: Ragnar Egilsson, Tór
B: Karl Arni Egholm, Kí
C: Páll Heri Nolsøe, TBF
D: Jónas Syderbø, Tór
E: Dánjal Petur Nielsen, Tór
F: Eirikur Mørkøre, TBF
G: Hávar Albinus, TBF
H: Jón Sigurð Poulsen,
Royn
Samlaðir vinnarnir í
Grand Prix í ár gjørdist:
Smápiltar:
1: Hávar Albinus, TBF
2: Dávid Mortensen, TBF
Smápinkur:
1: Sofía Maria Ferjá, TBF
2: Durita Jensen, TBF
3: Rebekka Petersen, TBF
Piltar:
1: Knútur Jóanesarsson, Tór
2: Sveinur Nolsøe, Tór
3: Eyðfinnur Jensen, TBF
Pinkur:
1: Anna Mikkjalsdóttir, TBF
2: Lív Øster, TBF
3: Vár Holm, TBF
Smádreingir:
1: Heini Mortensen, TBF
2: Mathias Mortensen, TBF
3: Tóki Thorteinsson, Tór
Smágentur:
1: Marin Sofía Brattalíð,
TBF
2: Birita Mortensen, TBF
Dreingir:
1: Fróði Jensen, TBF
2: Jákup Thomasen, TBF
3: Páll Heri Nolsøe, TBF
Gentur:
1: Rakul Mikkjalsdóttir,
TBF
Mansunglingar:
1: Rói Agnarsson, Tór
2: Hallur Thorteinsson, Tór
3: Pætur Albinus, Tór
Meistaradeildin menn:
1: Ragnar Egilsson, Tór
2: Petur Niclassen, Tór
3: Fríði Jensen, TBF
Meistaradeildin kvinnur:
1: Marin Í Dali, TBF
Føroymeistarar í Grand Prix funnir
22. mars verður
stórsligin FM-finalu-
dagur á Tvøroyri,
tá nakrar av FM-
finalunum í yngru
deildunum skulu
avgreiðast
FLOGBÓLTUr
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Karmarnar vera í hásæti, og
fyrireikararnar vænta nógv
folk í høllini í Trongisvági,
tá stórsligin FMfinaludagur
verður hildin á Tvøroyri 22.
mars.
Sama gólv sum í
steypafinaluni
Til serliga FMfinaludagin
á Tvøroyri, hevur Flogbólt
ssambandið valt at koma
suður við serligu máttuni,
ið vanliga verður nýtt til
árligu steypafinalurnar, og
tað skal vera við til at gera
karmarnar enn betur, og til
at fáa eitt slag av hátíðar
dámi yvir finalurnar hjá
framtíðar flogbóltsleikaru
num í Føroyum.
Stóran týdning
fyri framtíðina
Tummas Óli Mortensen, ið
er kappingarleiðari í Flog
bóltssambandinum, er ikki
í iva um týdningin av
slíkum tiltaki.
Tað er av alstórum
týdningi, at vit geva ungu
leikarum okkara, tær opti
malu
umstøðurnar,
og
gleðast yvir at TB hava so
góðar umstøður. Vit vænta
at tey har suðuri fara at
skipa fyri einum rimmar
degi, og vit fara at gera
okkara part, til tess at hjálpa
teimum á veg eisini. Og
sjálvandi vóna vit at ein
rúgva av fólki kemur suður
, eins væl og suðuroyingar
koma vestur í høllina, sigur
Tummas Óli Mortensen, ið
ikki vil útiloka, at hann
sjálvur kemur suður at
døma onkran dystin.
Tummas Óli er kendur
sum eini av dómarunum í
steypafinalunum,
ið
á
hvørjum ári hava verið eitt
virðuligt
punktum
fyri
steypakappingunum,
og
sum hava verið sera væl
vitjaðar, tá tað um áskoðarar
umræður.
Stórsligin finaludagur
á Tvøroyri
Finalistarnar í FM
Gentur 14 ár:
TB-Fleyr (Byrjar klokkan 10:00 leygarmorgunin)
Kvinnuunglingar: TB-KÍF
(Byrjar skamt eftir Gentur 14 ár o.s.v.)
Dreingir 14 ár:
TBa-TBb (Byrjar skamt eftir Kvinnuunglingar)
Mansunglingar: ÍF-SÍ
(Byrjar skamt eftir Dreingir 14 ár)
FAKTA
Tummas Óli Mortensen, ið er kappingarleiðari hjá flogbóltssambandinum, vónar og væntar at
tað verður ein væleydnaður FM-finaludagur á Tvøroyri, 22. mars. Tummas Óli, hevur saman
við Jan Hentze verið við til at dømt allar steypafinalurnar í flogbólti, síðan hesar byrjaðu