týsdagur 4. mars 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 45 - 4. mars 2008
tíðindi
Ætlan er at fáa
betri samstarv í lag
millum Klaksvíkar
kommunu við sínum
4.800 íbúgvum og
Húsa kommunu við
sínum 60 íbúgvum.
– Vit ynskja at finna
ein leist fyri, hvussu
samstarvið kann
økjast enn meiri í
framtíðini, sigur
Magni Garðalíð,
borgarstjóri á Hús
um.
SamStarv
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Høgni Thomsen
Húsar: - Nei, vit ætla ikki
at krevja nakað, men vit
fara kortini at koma fram
við nøkrum ynskjum til
hetta samstarvið, sigur borg-
arstjórin.
Nú alt meiri og meiri
verður lagt út á kommunur-
nar at umsita, hevur tað ført
til at fleiri kommunur sjálv-
bodnar hava lagt og fara at
leggja saman.
Í Norðoyggjum er ein
longu farin undir hetta, og í
næstum verða eisini tikin
stig á hesi leiðini.
Hjá kalsoyingum er støð-
an hon, at helvtin av oynni
er í Klaksvíkar kommunu
og hin helvtin ikki. Oyggin
er í roynd og veru í tveimum
og sundurbýtt millum tvær
ólíkar kommunur.
- Best hevði verið um all-
ar fýra bygdirnar stóðu sam-
an sum ein eind, slær hann
fast.
Teir hava verið á einum
fundi við Klaksvíkar komm-
unu, meðan tað hevur ging-
ið heldur striltið at fáa tann
næsta fundin í lag.
- Vónandi kann hann
verða skjótt, sigur Magni
Garðalíð við Sosialin.
Standa sterkari
Arbeitt hevur verið í eina
tíð við at fyrireika eina sam-
anlegging millum kommun-
urnar báðar.
Í løtuni er støðan hon, at
Kalsoyggin er býtt í tveir
partar: Mikladalur og Trølla-
nes eru longu partur av
Klaksvíkar kommunu, men
enn vantar ein samanlegging
fyri tær báðar sunnastu
bygdirnar á Kalsoynni –
Húsar og Syðradal.
Hetta stigið er tikið í
royndunum
hjá
teimum
smærru kommununum í
Norðoyggjum at koma uppí
eina størri eind, soleiðis at
tær betri kunnu standa seg,
nú alt fleiri uppgávur verða
lagdar út á kommunurnar at
umsita.
Í Norðoyggjum er partur
av Kalsoynni longu við í
Klaksvíkar kommunu, eins
og Svínoyggin kemur eftir
næsta kommunuval. Tosað
verður eisini við aðrar
kommunur í økinum, og
hava onkrir fundir verið.
Í smærru bygdunum er
skipaðar lokalar nevndir,
sum kunnu taka upp mál til
viðgerðar ella umrøðu, ið
snúgva seg um hetta staðið.
Leggja stríðsøksina
Hugskotið aftanfyri ynskið
um, at Kalsoyggin fer uppí
Klaksvík øll sum hon er, er
at skipa soleiðis fyri, at kals-
oyingar í felag kunnu fáa
størri
gjøgnumslag
fyri
teimum lokalu ynskjunum.
Men hinvegin so má ein
eisini kunna tosa saman,
Vit hava eingi krøv
- Vit ynskja at samstarva við Klaksvík, men fólkið má fyrst spyrjast, sigur Magni Garðalíð, borgarstjóri á Húsum
Pól settur sum fíggjarleiðari
Vágur: Vágs kommuna hevur sett 34 ára gamla vágbingin Pól
Thorsteinsson í starv sum fíggjarleiðara. Pól hevur áður starvast hjá
grannskoðaravirkinum Rasmussen og Weihe í umleið átta ár, har ið
hann m.a. hevur grannskoðað roknskapin hjá Vágs kommunu hesa
tíðina. Hann hevur eisini starvast sum fíggjarleiðari hjá ALS og eftir
hetta hevur hann so starvast sum logistikleiðari fyri heilsøluna P/F Poul
Hansen, har hann starvast í løtuni. Pól Thorsteinsson fer úr núverandi
starvi sínum hjá P/F Poul Hansen um miðjan apríl og flytur síðani
suður til nýggja starvið sum fíggjarleiðari hjá Vágs kommunu.
Brimskaði fyri 2 mió
Skopun: Ógvusligi brimskaðin herfyri gjørdi rættiliga
stóran skaða á Lívfiskastøðina, men gjørdi eisini sera
stóran skaða á sjálvt grótkastið. Mett verður, at tað
kemur at kosta einar 2 milliónir at umvæla skaðan,
skrivar bkv.fo. Skopunar Havn er landshavn, og her
kemur Landsverk inn í myndina, tá teir fara at kanna
skaðan.