Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 4. mars 2008 17 tíðindi um talan skal vera um sam­ starv. Og tað er júst í hesum, at borgarstjórin í Húsa kommunu undrar seg eitt sindur. Hann stendur nevniliga eitt sindur spyrjandi til, hvat hin parturin í samstarv­ inum ætlar og vil nú og í framtíðini. Ynskið frá Húsa kommunu er í øllum førum at gera ein leist, haðani ein kann arbeiða víðari eftir. Tað hava longu verið røddir frammi – frá øðrum síðum – um hvat Húsa kommuna kann vænta sær í samstarvinum, og hvat tey ikki kunnu vænta sær. Men Magni Garðalíð er avgjørdur í sínum svari til hesar útsagnir: ­ Eg haldi, at vit eiga at leggja allar hesar óneyðugu stríðsøksirnar til viks og tosa saman sum menniskju. Skal ein bara dyrka ósemjur­ nar, kemur ein ongan veg! ­ Rættast man vera at hyggja frameftir, við einum positivum sinni, sigur borg­ arstjórin á Húsum. Eingin fundur Tað kom helst óvart á mong fólk á Húsum og Syðradali, tá hinar bygdirnar í oynni fóru í samstarv við Klaks­ vík. Hetta hendi alt, áðrenn Magni gjørdist borgarstjóri. Men hann er kortini sann­ førdur um, at ALLAR bygd­ irnar áttu at staðið saman um hetta sum ein eind. Nú seta bæði Magna og onnur í kommununi spurn­ artekin við viljan hjá klaks­ víkingum um at fáa tey uppí. Tey hava verið á ein­ um fundi, men tá tey skuldu á næsta og avtalaða fundin millum partarnar í Kals­ oynni gekk ikki eins væl: Tey í Húsa kommunu høvdu frammanundan gjørt sínar fyrireikingar til fund­ in, og høvdu eina greiða avtalu um at umboð fyri Klaksvík skuldu møta á fundinum í desember mán­ aði í fjør. Men tá fundurin skuldi byrja, var eingin møttur upp frá Klaksvíkar kommunu. ­ Vit hava síðani ætlað okkum á fund við teir, men tað vísir seg sum um tað allatíðina kemur okkurt í vegin. Eg havi roynt at fing­ ið fatur á teimum fleiri ferðir, men tað ber bara ikki til. ­ Fundur skuldi verða aft­ ur fyrst í árinum, men nú eru vit longu farin inn í mars mánað, og eingin fund­ ur hevur verið enn. Eg haldi, at tað er eitt sindur keðiligt, tá ein soleiðis igno­ rerar okkum. Spyrja fólkið Tá Mikladalur og Trøllanes fóru upp í Klaksvík, kom hetta sera óvart á øll. Fyri mong í sunnaru helvt av oynni tyktist tað sum um alt hetta hendir yvir náttina, og at fólkini í kommununi vaknaðu um morgunin og vóru tá limir í aðrari komm­ unu. Magni Garðalíð er tí ikki í iva um, at tað ikki er so einfalt at skula taka eina so stóra avgerð um framtíðina hjá eini lítlari kommunu. ­ Vit hava í øllum førum sett okkum fyri, at alt skal fyrireikast sera væl. Og fólkið skal í øllum førum verða eftirspurt, áðrenn vit í bygdaráðnum taka nakra avgerð, sigur Magni Garða­ líð. Ætlanin hjá teimum er nevniliga, at gera eitt upp­ legg til samstarv við Klaks­ vík og at fólkið síðani skal taka støðu til, um tey eru fyri ella ímóti hesum upp­ legginum við eina fólkaat­ kvøðu. ­ Fólkið má vita, hvat tey skulu taka støðu til, slær borgarstjórin fast. – bert ynski Húsa kommuna er væl fyri fíggjarliga og skyldar ongum nakað. Ætlanin er at kommunan skal blóma eisini í framtíðini ” Vit hava í øllum førum sett okkum fyri, at alt skal fyrireikast sera væl. Og fólkið skal í øllum førum verða eftirspurt, áðrenn vit í bygdaráðnum taka nakra avgerð Best við EINUM øki Starvsfelagin hjá Magna í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen er í øllum førum hugaður fyri størri samstarvi millum kommunurnar í Norðoyggjum. Við Sosialin í farnu viku segði hann beinleiðis, at best hevði verið fyri Norðoyggjar um tær so líðandi vórðu skipaðar sum ein einstøk kommuna, heldur enn sum nú, har oyggjarnar eru í fleiri pørtum. - Hetta hevði verið best fyri alt økið, segði Steinbjørn. Staðfestast kann, at hesin tankin so smátt er við at gerast veruleiki: Mikladalur og Trøllanes eru komnar upp í Klaksvíkar kommunu. Svínoy kemur eftir næsta kommunuval, og í løtuni eru samrøður í gongd við Hvannasunds kommunu. (Sosialurin, 16. november 2007) Ein skúli til øll Eitt av stórmálunum, sum Magni Garðalíð er upptikin av, og sinnaður at finna eina góða og felags loysn á, eru skúlaviðurskiftini í allari oynni. - Tað besta hevði verið, um ein einstakur skúli var í Kalsoynni, hevur hann áður sagt við Sosialin. Besta staðið til ein slíkan skúla heldur hann vera í øðrum endanum - t.v.s. annaðhvørt á Trøllanesi ella á Syðradali. Sjálvur hellir hann til tað seinna, m.a. tí at ferjulegan í oynni liggur á hesum staðnum, og tí at hetta hevði lætt munandi um flutningin av skúlabørnunum. Við hesi skipanini hevði ein einstakur bussur kunna staðið fyri hesum flutningi. - Í Syðradali er somuleiðis lættast at koma aftur og fram millum Kalsoy og Klaksvík, leggur hann dent á. ” Skal ein bara dyrka ósemjurnar, kemur ein ongan veg ” Tað besta hevði verið, um ein einstakur skúli var í Kalsoynni Blómandi handilslív í kommununi Runavík: Tey seinnu árini hevur kommunan verið í støðugari menning. Økið blómar bæði innan vinnu, ítrótt, tónleik og mentan. Og ikki minst er handilslívið í kommununi í stórari menning. Fleiri handlar hava nýliga latið upp, summir hava bygt út og aðrir eru fluttir í betri hølir, og í ár er nógv spennandi í væntu: T.d. kemur ein nýggj matstova, nýggjur málingahandil, nýggj gávubúð, nýggjur vvs­handil og eisini ein nýggjur møblahandil, skrivar heimasíðan hjá Runavíkar kommunu . Fólk í kommununi kunnu tey millum annað frøast um, at hava eitt fjølbroytt ”shopping­øki” og at handilslívið í kommununi stendur í støðugari menning. Leygardagin høvdu handlarnir leingi opið og soleiðis verður aftur komandi leygardag. Mortan umboðar kommununa Porkeri: Á seinasta bygdarráðsfundi í kommununi varð samtykt at velja Mortan D. Holm úr Porkeri sum umboð fyri Porkeris kommunu í nevndina fyri ferðavinnuna í Suðuroy.