Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Shipping Føroyar 2008 Sosialurin 4. mars 2008 Fyrst í hesum árinum kunngjørdi Faroe Ship í tíðindaskrivi, at felagið hevði fingið tvey nýggj bingjuskip inn fyri gomlu Lómur og Blikur, sum høvdu røkt farmaleiðina millum Føroyar og umheimin í mong harrans ár. Nýggju skipini vórðu uppkall­ að eftir teimum gomlu, men meðan gomlu Lómur og Blikur høvdu verið skrásettir í FAS (føroyska altjóða skipaskráin), so gjørdist skjótt greitt, at tey nýggju vóru skrásett á Kypros. FAS umfatar bert norðurlendingar Vit hava spurt Jóhannu á Bergi, stjóra í Faroe Ship, hví Eimskip, sum er móðurfelag hjá Faroe Ship, hevur valt at skráseta Blik og Lóm í eini aðrari skrá enn FAS – í hesum føri á Kypros. ­ Tað er soleiðis, at Blikur og Lómur eru langtíðarleigað (time­ chartered) við manning sum hoyra til skipini og sum hava heimstað uttan fyri Norðurlond. Tí hevði tað ikki verið fyrimunur í hesum føri fyri reiðaríið, um Blikur og Lómur vóru skrásettir í FAS, tí hýruafturbering fæst bert fyri manning úr Norðanlondum vísir Jóhanna á Bergi á. Hesin háttur at leiga skip upp á víkir sostatt frá einum øðrum hátti, “bareboat chartring”, har talan er um leigu av skipi uttan manning. ­ Tá móðurfelagið (Eimskip, blaðm.) langtíðarleigar Lóm og Blik við manning, so eru tað tey ið gera av, hvar skipini verða skrásett, vísir Jóhanna á Bergi á. Hon vil ikki afturvísa, at skipini høvdu verið skrásett í FAS, um tað var Faroe Ship sjálvt, ið átti skipini eins og í “gomlum døgum”. Ein altjóðagjørd vinna Jóhanna á Bergi leggur áherðslu á, at shipping vinnan er ein av teimum mest altjóðagjørdu vinnum ið finnast, og hon ivast onga løtu í, at FAS skipanin kann gerast betur, tað vil siga meiri lokkandi fyri altjóða reiðarí. ­ FAS skipanin skal verða góð fyri manning og reiðarí fyri at verða kappingarfør við aðrar skipanir. Tað er einki at ivast í, at reiðarí og manning fara hagar, tað loysir seg best, og tí átti skipanin at verið tillagað soleiðis, at hon er áhugaverd fyri báðar partar. Ein loysn er at hækka afturberingina til reiðaríini og harvið geva teimun betri treytir at kappast um bestu arbeiðsmegina. Hetta vil millum annað siga, at tey kunna bjóða góða løn, greiðir Jóhanna á Bergi frá. Hon leggur ikki fingrarnar ímillum og sigur, at samfelagið ger skilagott, um tað leggur seg eftir eini sera avmarkaðari inntøku beinleiðis frá reiðaríunum gjøgnum skatting og beinleiðis brúkaragjøldum. Hinvegin er tað umsitingin og serkunnleikin, sum kemur at smitta positivt av upp á samfelagið, og verður við til at leggja lunnar undir nýggjar møguleikar og harvið framburð fyri samfelagið. Jóhanna á Bergi heldur fram: ­ Fyrsti arbeiðssetningur eigur at verða at gera tað lokkandi fyri reiðarí at skráseta seg í FAS og geva teimum góðar karmar og fyritreitir at virka undir. Tað sum Føroyar fáa beinleiðis fyrimunir av verður hitt avleidda virksemið, tað merkir, at Føroyar fáa ment seg sum shippingtjóð og førleikament tænastur til hesa vinnu, sigur hon. ­ Í stuttum kann sigast, at eitt og hvørt reiðarí fer hagar, tað sær flest fyrimunir fyri seg og manning og at ein ment Føroysk Altjóða Skipaskráseting gevur inntøkumøguleikar til alt samfelagið beinleiðis og óbeinleiðis umfram møguleikar at ognar sær vitan. staðfestir Jóhanna á Bergi at enda. –––––––––––––––––––––––––––– Hilmar Simonsen –––––––––––––––––––––––––––– Lómur og Blikur uttan fyri FAS STUTT UM FAROE SHIP • Umsetningur: 300 mió. krónur (2007) • Starvsfólk: uml. 170 • 5 pakkhús (í Tórshavn, Klaksvík, Runavík, Søldarfirði, og Tvøroyri) • 30 akfør • 6 skip sum sigla regluliga til/úr Føroyum Nýggi Blikur og Lómur eru ikki skrásettir í FAS, men á Kypros. Hetta kemst av, at skipini eru langtíðarleigað, sigur stjórin í Faroe Ship. Hon ivast ikki í, at FAS skipanin kann gerast meiri lokkandi fyri altjóða reiðarí Skipafelagið Føroyar gjørdist Faroe Ship Faroe Ship hevur fimm skip, ið sigla til og úr Føroyum. Innflutningsgóðsið umfatar eina breiða viftu av nýtsluvørum, meðan útflutningsgóðsið at kalla er fiskavørur burturav Skipafelagið Føroyar varð stovnað í 1919 við partapeningi hjá framstandandi føroyskum vinnulívsmonnum. Fimm ár frammanundan, í 1914, var eitt shippingfelag stovnað í Íslandi, sum kallaðist Eimskipafélag Íslands – ella Eimskip, sum vit kenna tað. Í juli 2004 gjørdist Skipafelagið Føroyar partur av heimsumfatandi netinum hjá Eimskip. Í 2005 víðkaði Eimskip enn meiri um sítt virksemi í Føroyum við keypa virksemið hjá Hera Thomsen og aftur í 2006 við at keypa lastbiladeildina hjá Farmaleiðum. Føroyska deildin av Eimskip kom eftir hetta at eita Faroe Ship. Eimskip eigur í dag umleið 40 skip, hevur umleið 300 skrivstovur í 31 londum, umleið 15000 fólk í starvi og ein umsetning á 11 mia. krónur. Umframt farmaflutning sjóvegis bjóðar Eimskip eisini sínum kundum kølitryggjaðan farmaflutning loftvegis, til lands umframt at hava vørur á goymslu fyri sínar kundar. Seks skip í sigling upp á Føroyar Av teimum umleið 40 skipunum hjá Eimskip eru 10 skrásett í FAS. Trý av teimum FAS skrásettu skipunum sigla í regluligari rutu upp á Føroyar, tað vil siga koma og fara til fastar tíðir. Tey eru Dettifoss, Godafoss og Sirius. Lómur og Blikur sigla somuleiðis í fastari rutu millum Føroyar og umheimin. Harafturat kemur Porsøy, sum siglir við fiskaútflutningi millum Føroyar og Scrabster. Av hesum seks skipum eru fýra bingjuskip. Tey eru Godafoss, Dettifoss, Lómur og Blikur, eitt plattaskip, sum nevnist Porsøy, og eitt bulk skip, ið nevnist Sirius. Tann farmur sum verður sigldur upp á Føroyar, innflutningsgóðsið, umfatar allar vanligar vørur, ið kunnu keypast og nýtast í Føroyum. Útflutningsgóðsið, hinvegin, er at kalla fiskavørur burturav. Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship, sum er dótturfelag hjá Eimskip, sigur, at tað ikki hevði verið fyrimunur fyri reiðaríið at skrásett nýggja Lóm og Blik í FAS, tí skipini eru langtíðarleigað við manning, sum hava heimstað uttan fyri Norðurlond. STUTT UM EIMSKIP • Umsetningur: uml. 11 mia. krónur (2007) • Starvsfólk: uml. 15000 • Uml. 300 skrivstovur í 31 londum • Uml. 40 skip • Uml. 30000 teus – bingju eindir • Uml. 200 frystigoymslur • Uml. 2000 bilar og vognar