hósdagur 6. mars 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 47 - 6. mars 2008
tíðindi
Fundur
agangur.com
Kunnandi fundur verður fyri øllum foreldrum og avvarandi
hjá børnum í B36 og annars øllum áhugaðum um átakið
vit eru ímóti
kynsligari
misnýtslu av børnum
sum verður í B36-húsinum
mikudagin 12. mars kl. 19:00.
Fólk frá KRIS, løgreglu og Barnabata
fara at siga sína hugsan
Ungdómsdeild
KRIS
Stutt fyri døgurða
í gjár stevndi nýggi
Næraberg fyri fyrstu
ferð inn á heimstaðin
Klaksvík
Nýtt skip
Jón Brian Hvidtfeldt
jonb@sosialurin.fo
Nýggja skipið hjá reiðarín
um JFK hevur verið tveir
túrar til fiskiskap, fyrru
ferð landaðu teir í Írlandi
og hesaferð verður landað
hjá Havsbrún í Fuglafirði.
Skipið roynir eftir svart
kjafti.
Næraberg er á stødd við
Jupiter. Skipið er góðar 70
metrar langt og 13,6 metrar
breitt.
Maskinorkan
er
10.000 hestar. Næraberg
lastar umleið 2000 tons.
Hanus Hansen, reiðari,
letur væl at skipinum, sum
skal fiska kvoturnar hjá
gamla Næraberg og Atlantic
Navigator.
Sambært reiðaranum kost
ar nýggi Næraberg omanfyri
90 milliónir krónur.
12
mans
eru
við
Næraberg.
Skipið hevur ligið á
Klaksvík,
meðan
bíðað
varð eftir at sleppa at landa
í Fuglafirði.
Nýggi Næraberg
komin
Nýggi Næraberg, sum
her er avmyndaður
fullfermdur á Klaksvík
í gjár, er systirskip til
Jupiter
Mynd: Birgir Waag Høgnesen