Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 6. mars 2008 13 Koyrandi til hús frá flog­ vøllinum fyri umleið 3 vikum síðani hoyrdi eg í Útvarpinum samrøðu við nýggja fiskimálaráðharran Tórbjørn Jacobsen um fiskivinnumál. Í hesi sam­ røðu spurdi tíðindamað­ urin, hvussu skjótt broyt­ ingar fóru at verða gjørdar í fiskivinnulógini. Lands­ stýrismaðurin svaraði nakað soleiðis: “Tað eru so fá, sum kenna nakað til fiskivinnulógina, sum er sera komplex, og tí kann hetta mál ikki verða skundað ígjøgnum”. Eg eri heilt samdur við landsstýrismannin um, at tey allarflestu, sum viðgera fiskivinnuna í fjølmiðlu­ num, sýnast ikki at hava innlit í hesa vinnu, og kenna tey tískil heldur ikki til, hvat tað er at reka fiskivinnu. Upp undir seinasta val varð nógv agiterað um bleyt virðir, meðan lítið og einki varð tosað um vinnu­ lívið á sjógvi og á landi. Tó var onkur, sum hevði sett sær sum høvuðsmál at greiða fólki frá, hvussu ómetaliga stór virðir lógu fjald í fiskiloyvum, og sum dømi um hesi virðir vórðu brúktar einar tvær skipa­ sølur tey seinastu árini fyri at lýsa virði í “ogn Føroya fólks”. Sjálvdan hevur ein sæð eina meira villleiðandi skriving, men hvat verður ikki gjørt fyri at sleppa innum tingsins gátt! Í hesum sambandi vil eg koma við eini stuttari hug­ leiðing um føroyska fiski­ vinnu seinastu 100 árini, og við eini viðmerking til hesi nógv umtalaðu fiskiloyvir: Síðani føroyingar byrj­ aðu rættiligan havfiskiskap seint í 1800talinum og til dagin í dag eru tað bert trinni tíðarskei, har fiski­ vinnan hevur givið mun­ andi avkast til eigarar/ útgerðarmenn. Fyrsta tíðarskeiið var frá 1919­26, næsta frá 1940­45 og sein­ asta frá 1996­2006. Ímill­ um hesi tíðarskei hevur tað verið eitt slit og sjabb at drivið fiskivinnu. Vinnan hevur tó ígjøgnum øll hesi ár sum høvuðsvinna klárað at hildi lív í samfelagnum, hóast so at siga øll reiðaríir ígjøgnum tíðina hava verið noydd at lúta. Eg skal ikki viðgera tey fyrru tíðarskeiini, tí tað tekur ov nógva blaðrúmd, men skal bert í stuttum viðgera tíðarskeiið frá 1996 – 2006 á Føroyagrunni­ num. Eftir at vit í 1996 vóru slopnir av við fiska­ kvoturnar, sum danskir mynduleikar høvdu trýst niður yvir vinnuna í kreppu­ árunum frá 1994­1996, fingu vit eina fiskidaga­ skipan í staðin fyri kvotur. Hendan skipan, sum vinnan og politisku myndugleikar­ nir samdust um, skuldi vera ein sjálvregulerandi skipan á tann hátt, at sjálvt um fiskastovnarnir øktust, so skuldi dagatalið ikki hækk­ ast, og um fiskastovnarnir minkaðu, so skuldi daga­ talið ikki lækkast, tó skuldi ansast væl eftir, at veiði­ orkan á grunninum ikki øktist. Um sama mundi sum fiskidagaskipanin bleiv sett i verk, byrjaðu fiskastovn­ arnir, sum høvdu verið á einum sera lágum støði, at mennast so brádliga, sum menn ikki vita um at siga. Fiskiskapurin bleiv tískil eisini sera góður, og helt hetta áfram heilt til 2005, tá stovnarnir aftur byrjaðu at minka. Hetta er jú nátt­ úrunnar gongd ­ skiftandi tíðir á sjógvi og landi. Í hesum tíðarskeii, síðani fiskidagaskipanin blev sett í gildi, hava menn so roynt at laga sína vinnu eftir hesi lóg, sum av øllum stýrings­ lógum innan fiskiveiðu man vera ein tann fræg­ asta. Tó er hon ikki lýta­ leys, sum t.d. viðv. sølu av loyvum, sum ikki verða nýtt, og tað at útlendingar kunnu keypa seg inn í flotan við upp til 1/3. Hetta var óivað tikið við í lógina, tí tað tá var trupult at finna eginpening í Før­ oyum. Í sama tíðarskeii, síðani fiskidagaskipanin varð sett í gildi, hava skipini, sum hava veitt á landgrunninum, klárað sínar skyldur og somuleiðis hevur vinnan hesi árini klárað at konsolidera seg uttan afturbering frá landi­ num. Tó seinasta árið er støðan broytt munandi við tað, at oljuprísirnir eru komnir á eitt so høgt støði, sum teir ongantíð hava verið í nánd av fyrr, og tyngir tað alvorliga nógv raksturin av skipunum í dag. Seinastu tíðina og nú serliga upp undir valið hevur javnan verið at hoyrt: “Nú má skil fáast á fiskivinnuni, fiskiloyvini mugu inndragast frá eigar­ unum sum skjótast og seinast í 2018”. Sannast má enn einaferð, at menn­ iskjan er løgin. Tey árini, tá vinnan ikki fekk endarnar at røkka saman og mátti fáa afturbering frá landi­ num, tá var “sloganin”, at fiskivinnan koyrir landið umkoll, hon skal onga afturbering hava, hon skal klára seg sjálv, og tað sum ikki kann standa, tað má falla! Tá so fiskivinnan fór at klára seg sjálv, so vísti tað seg, at tað var tað ring­ asta, sum henda kundi. Nú kom fjáltur á menn, nú skulu fiskiloyvini ognar­ takast. Eingin skal kunna fáa vinning av at selja skip, og teir, sum skullu fiska, mugu keypa sær fiskidagar í einum fiskidagabanka! (Spennandi verður at vita,hvør íð verður bankastjóri). Menn/kvinnur, sum koma fram við slíkum hugsanum, mugu heilt hava misskilt, hvat tað er at reka fiskivinnu ella eina og hvørja aðra vinnu, sum krevur tryggar karmar. Um ættlanin framvegis er, at ognartøkan av fiskiloyv­ um skal koma í gildi, so má eisini gerast lóg, sum ognartekur vinnutólini ­ skipini. Hvør man ynskja at eiga skip, sum skal keypa sær veiðirættindi t. d. annahvørt ár og fiski­ rættindi hvørt hálvár og møguliga ikki fáa tað? Og hvør man ynskja at eiga skip, sum ikki kan seljast, tí eingin trygd er um veiði­ og fiskirættindi? Hendan lóg er eindømi í fiski­ og siglingarsøgu Føroya og ókend í Norðureuropa og Skandinavisku londunum. Síðani føroyingar byrj­ aðu at fáa sær skip, hevur tað verið ein sjálvfylgja, at so leingi, sum skipið fisk­ aði ella varð selt innlendis, so fylgdi veiðiloyvi við skipinum. Um hetta ikki var so, tordi eingin at byggja, og eingin lánistovn­ ur at fíggja. Søluprísur á skipun hevur altíð lagað seg eftir, hvussu fiskiskap­ ur og fiskaprísir hava verið. Í 1993 vóru fá, sum vildu eiga ella keypa skip í Føroyum, og tey skip, sum handlað vórðu, fóru fyri sera lágan prís, og eingin tosaði tá um “ogn Føroya fólks”. Seinnu árini, tá fiskiskapurin var góður og fiskaprísirnir høgir, hava skipaprísirnir verið hækk­ andi, og nú tosa øll aftur um “ogn Føroya fólks”. Skipaeigarar mugu kunna selja og keypa, tá mett verður, at tíðin er tann rætta, á sama hátt sum ein og hvør onnur vinna á sjógvi og á landi, hetta fyri at styrkja um felagið soleið­ is, at nakað er at standa ímóti við í ringum tíðum. Um hetta ikki letur seg gera, so ber als ikki til at reka hesa vinnu. At viðgera ognartøku av veiðiloyvum og fiskidaga­ banka út í æsir í eini blað­ grein er ikki møguligt, tí sum fiskimálaráðharrin segði, so er hetta sera kom­ pleks. Eg trúgvi, at eg vegna allar teir, sum reka fiskivinnu í Føroyum, kann koma við hesi áheitan til fiskimálaráðharran og til allar politikkarar: Meldið greitt út, hvørjar karmar, tit vilja geva fiskivinnuni at arbeiða undir! Sum polit­ isku útmeldingarnar er í løtuni, er ikki sannlíkt, at nakar nýggjur sáttmáli um bygging av fiskiskipi til Føroyar verður gjørdur aftrat, tí hvør hættar sær at byggja ella fíggja skip, sum ikki hava varandi veiði­ og fiskiloyvi? Osmund Justinussen Nú má skil fáast á fiskivinnuni!? Um uttanríkisráðharrin hjá heimastýrinum setur á stovn egið fíggjareftirlit, fer tað árliga at kosta føroyskum bankum umleið 80 milliónir krónur í øktum rentuútreiðslum. Landskassin er als ikki førur fyri at tryggja tær 20 milliardirnar av innlánum í føroyskum bankum, og vandi er fyri, at uppsparar flyta sínar pengar úr føroysku bankunum. Orðaskiftið seinastu dagarnar um ætlanina at seta á stovn fíggjareftirlit í Føroyum og at yvirtaka alt fíggjarøkið vísir, at Lands­ stýrið onki heimaarbeiði hevur gjørt í hesum málið. Ongin málsetningur, ongar útrokningar, ongin kós, og ongin – heldur ikki banka­ vinnan – er eftirspurdur. Hetta er ein álvarslig støða í einum álvarsligum máli. Hesa vikuna hava vit sæð, hvussu Felagið Føroyskir Peningastovnar sakliga og staðiliga hava ávarað móti ætlanini, sum hóttir álitið á bankarnar, ið er tað virðismiklasta, bankavinnan eigur. Vit hava eisini sæð, hvussu landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur vart ætlanina við grundgeving­ um sum, at "vit eru eitt stolt fólk" og "hvar var fíggjar­ eftirlitið í kreppuni?" Og so hava vit sæð uttanríkisráðharran hjá heimastýrinum boðað frá, at tey, sum halda nakað annað enn hann, skulu tiga. Harvið tvíheldur Landsstýrið um at vilja undirgrava trúvirðið hjá bankavinnuni í Føroyum. Stór rokning Sjálvt einfaldar útrokningar vísa, hvussu illa umhugsað ætlanin hjá Landsstýrinum er. Um heimastýrið skal hava egið fíggjareftirlit, so verður ein avleiðing, at føroysku bankarnir skulu gjalda hægri rentu, tá lánast skal uttanlands. Teir almennu roknskap­ irnir hjá Føroya Banka og Eik Banka vísa, at teir hava lánt tilsamans uml. 8 milli­ ardir krónur uttanlands. Lat okkum siga, at bank­ arnir skulu rinda eitt prosent eyka í rentu, um teir frameftir skulu vera undir eftirliti av einum nýggjum, óroyndum stovni hjá heimastýrinum. Tað gevur bankunum eina árliga eyka rokning á einar 80 milliónir krónur. Hvør skal gjalda hesa rokning í seinasta enda? Neyvan nakar annar enn kundarnir hjá bankunum. Eg havi spurt meg fyri og fingið upplýst, at peningastovnarnir í Føroyum í dag gjalda tilsamans umleið eina hálva millión krónur fyri fíggjareftirlit í Danmark. Hvør skal tryggja innlánini? Ein annar sentralur spurn­ ingur er, hvør skal tryggja peningin, sum uppspararar hava standandi í banku­ num, eftir at heimastýrið hevur yvirtikið fíggjarøkið og –eftirlitið. Í roknskapunum hjá bankunum síggja vit, at tilsamans 20 milliardir krónur í standa í innlánum í Føroya Banka og Eik Banka. Hesir pengar eru í dag tryggaðir í danska Indskydergarantifonden, ið allir bankar í Ríkinum rinda til. Í Føroyum er eingin kassi nóg sterkur at tryggja eina slíka upp­ hædd. Hvørki landskassin og enn minni Landsbankin. Er ongin trygd, er sann­ líkt, at uppspararar taka sínar pengar úr føroyskum bankum og leita sær í tryggari havn. Tað merkir við øðrum orðum, at inn­ lánini kunnu hvørva, og tað er einki minni enn ein katastrofa fyri ein og hvønn banka. Ætlanin má sleppast Ætlanin hjá uttanríkisráð­ harranum hjá heimastýri­ num hongur snøgt sagt als ikki saman. Heldur enn at leggja forðingar í vegin, gnaga burtur av kappingarføri­ num og pilka við trúvirðið hjá bankavinnuni eigur Landsstýrið at geva vinnuni tær allar bestu umstøðurnar at virka undir. Bankavinnan skapar nógv arbeiðspláss, vinnur nógvan pening uttanlands og fortelur samstundis umheiminum, at Føroyar er eitt framkomið samfelag, sum stendur seg í altjóða­ gjørda heiminum. Øll – uttan landsstýrið – duga at síggja, at ætlanin hjá samgonguni um at yvirtaka fíggjarøkið og skipa egið fíggjareftirlit má sleppast. Misálit og stórar rokningar bíða føroyskum bankum løgtings- og fólkatingsmaður edmund JOensen