Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-06, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 6. mars 2008 tíðindi 29 Krútroykurin talaði fyri seg her verkfrøðingarnir halda til. Bólkurin arbeiddi við konstruktiónum av ymsum slag Rúsdrekka á borðinum. Hesi bakaðu pannukøkur við vodka! Ein turrlagdur alkoholikari var á vitjan, og síðani vitjaðu tey í einum klubba, har tey blandaðu drykkir og tóku ein film upp Angaroykurin av mati hongur um allan skúlan, tí fleiri bólkar valdu at gera mat. Franskan mat, fiskamat og tertur úr øllum heiminum – bæði mat- og køkutertur Ein stórur bólkur arbeiddi við fiski. Tey vóru floti og vitjaðu fiskamarknaðin. Síðani hagreiddu tey fiskin og kókaðu fiskasuppu – eitt nú úr sermerkta fiskaslagnum, lítil brosma, sum er vanligur matur sunnanfyri So er borðreitt!! Ætlanin er at bjóða fólki smakkiroyndir av boullabaisse (franskari fiskasúpan) og aðrar franskar freistingar til framløguna í kvøld - Eitt øðrvísi evni: Branding av Føroyum. Næmingarnir í hesum bólkinum hugleiddu um, hvussu vit í Føroyum eiga at branda okkum mótvegis umheiminum. Hugskotini til búmerki vóru mong, men her er so eitt teirra: “Náttúra, lívsgleði, orka, kærleiki, menning, friðsæla, tryggleiki og óvæntað veðurlag. Grønu strikurnar longst til vinstru mynda stóru náttúruna - fjøll og berg - í Føroyum. Gráa strikan innií lýsir myndina av einum fiski, so okkara størsta vinna eisini fær sín part í búmerkinum. Grøni liturin gevur eina kenslu av friði og tryggleika. Síðani síggja vit sólina og vatndropan - óvæntaða og fjølbroytta veðurlagið - ið saman mynda ein glaðan persón - tann lívsglaða føroyingin. Rundan um síggja vit reyða hjartað, ið myndar kærleikan og góðsemið, sum eyðkennir føroyingar. Tað at heildin hellir frameftir - skák til høgru - myndar føroyska samfelagið í menning - á ferð frameftir Ein bólkur av vísindafólkum og granskarum í hvítum kitlum genspleysaðu fluorescerandi bakteriur úr hvalspýggju nakað annað..