Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 47 - 6. mars 2008 Jóhan var sonur Símun í Hoyvík og seinnu konu hansara Johanne Sofie. Hann átti eina systir, Charlotta, fødd í 1851. Jóhan vaks upp í Hoyvík, og livdi her alla sína ævi. Hann giftist við trímenningi sínum Elsebeth Kristine Hansen, f. 1848. Tey fingu fýra børn: Johanna Sofía, f. 1876, Hans f. 1878, Kristianna f. 1881 og Símun f. 1884. Í 1890 gekk spanska sjúka í Føroyum, og nógv fólk doyði. Bæði blivu tey sjúk. Elsebeth Kristina doyði. Jóhan kom undan, men hann var tá so ússaligur, at hann ikki orkaði at fylgja konuni allan vegin, tá ið hon fór til gravar. Jóhan gjørdist einkju­ maður 45 ára gamal við fýra smábørnum. Hann giftist ikki aftur, men hevði eina húsarhaldskonu, sum æt Súsanna. Hon var verandi hjá teimum til hon doyði. Tøkkin fyri at bjarga lívinum Eina ferð Jóhan hevði verið í grind í Miðvági, bjargaðu teir tveimum monnum, sum sótu á kjøli við Kirkjubønes. Hetta var ein havnabátur, sum eisini hevði verið í grind. Hinir á bátinum vóru sjólátnir. Á bátinum hjá Jóhan máttu teir blaka grind út, skuldu teir fáa tikið menninar í bátin. Annar av hesum monnum kom ofta niðan til Hoyvíkar at vitja Jóhan, meðan hin latst ikki um vón. Jóhan arvaði jørð í Svínáum. Men hetta var so óhøgligt, at hann seldi hana. Dóttirin Jóhanna mintist væl, tá ið jørðin varð seld til ein mann har norðuri. Hesin kom til Hoyvíkar inn til Jóhan. Hann rindaði við gullpengum úr einum roð­ pungi. Keyparin gav Jóhan peningin. og teir taka í hondina á hvørjum øðrum. So var tann sølan greidd. Peningin fyri jørðina býtti Jóhan javnt millum børnini. Fyri sín part keypti Jóhanna innbúgv, tá ið hon giftist. Hetta er enn í varðveitslu í ættini. Veiða í Hoyvík Hiplingur sást av og á sita á Hoyvíkshólmi. Jóhan plag­ di í myrkri at fara út á hólmin. Hann bant um toll­ arnar. Í skølingum fór hann á land ímóti ættini. So otaði hann seg fram eftir romm­ um, til hann kom í skotmála. Hiplingur var so stórur fuglur, at ein var nóg mikið til fleiri døgurðar. Janus Mohr skrivar frá pápa síunum Olaf um kalvaveiðu, tá Mourits Mohr hevði fingið sín fyrsta kalva. Hetta var høvi til at halda vaðhald, veitslu, um heystið. Teir ið vóru við vóru Jóhan og synirnir Hans og Símun. Olaf mint­ ist væl Jóhan hetta kvøldið. Hann læt seg úr kotinum. Hann hevði svartar man­ sjettknappar, tað høvdu einkjumenn ofta tá. Jóhan kvæð Brókatátt – Flundru­ táttin. Teir dansaðu so tað mesta av náttini, og tað var lívligt. At Jóhan hevur verið álitismaður sæst eisini av tí, at tá ið hálvbeiggin Jógvan og kona hansara Emma vóru deyð, settu myndug­ leikarnir Jóhan til at vera verji hjá børnum teirra. Minningarorð í Tingakrossi í 1937: Nú í seinastu viku varð gamli Jóhan jarðaður. Hann var 92 ára gamal, nú hann doyði, og hevur verið ógvuliga ússaligur tey sein­ astu árini. Við Jóhan i Hoyvík er aftur ein av teim­ um góðu gomlu før­ oyingunum farin. Hann var ein av teimum stillu í landinum. Men ídn­ ari mann til sítt virki, bæði á sjógvi og landi, mundi neyvan finnast. At hann hevur verið dugnamaður á landi, prógva best tær vøkru traðirnar, hann hevur lagt inn har uppi, bæði undir Hamrinum og í Hoyd­ ølum. Ikki minni íðin var Jóhan sum útróðrarmaður. Tað var ikki altíð so tídligt at vera útróðrarmaður í Hoydølum. Fyri at sleppa av við fiskin, noyddust teir á vetri, sovæl sum aðrar tíðir, oman til Havnar at avreiða, og manga ónosliga løtu høvdu teir niðan aftur um kvøldið í myrkrinum. Ein tann beiskasta ferðin, Jóhan visti um at siga var eina nátt, tá hann sjálvur annar noyddist at liggja uttanfyri Nólsoynna í myrkri og illveðri. Hann fór ikki fram við “brask og bram”, men fór stillisliga um tað, hann gjørdi. Tað fór neyvan sunnudagur burtur úr á vetri ella sumri, at hann ikki vitjaði oman í Havnar Kirkju. So týnast teir gomlu burtur so við og við. Ynskj­ andi var, at teir ungu vildu tikið sær meira av jørðini eins og gamli Jóhan í Hoyvík. Børnini Børnini hjá Jóhan í Hoyvík slitu øll høgan aldur. Jó­ hanna sum var elst, doyði í 1974, 97 ára gomul. Hon giftist inn á Høgaból við Símun Simonsen, son Jógv­ an Simonsen, sum verður umrøddur seinni í hesi røð. Tey vóru hálvsystkinabørn. Tey fingu Jógvan f. 1901, Esbern f. 1902, Emmu f. 1904, Jenny f. 1906, Amaliu f. 1912 og Elsebeth Kristinu f. 1914. Hans giftist við Súsonnu Joensen úr Mykinesi. Tey fingu sjey børn: Elsa, Margretha, Elsebeth Krist­ ina, Anna, Jóhan, Sigurd og John Jóhan gjørdust kendur skipari og Sigurð er fram­ vegis virkin í ferðavinnuni. Símin giftist við Elsu Mariu úr Sandvík. Tey fingu: Jóhan Esbern, Aksel, Marianna, Jenny, Edith og Sólrun. Esbern var stjóri í Føroya Banka í mong ár. Kristianna giftist við Sámal Samuelsen úr Havn. Hann fór út at sigla og flutti til Amerika. Hann sendi boð eftir Kristionnu, men orsakað av 1. heimsbardaga slapp hon ikki avstað fyrr enn í 1919. Tey komu væl fyri í Amerika. Hon vitjaði fyrstu ferð aftur 37 ár seinni, í 1956. Heimild: Sverri Joensen: Á Høgabóli Jóhan Simonsen: Traðar- og útróðrarmaður Hesa ferð umrøða vit ein av teimum stillu í landinum, Jóhan í Hoyvík. Hann misti konuna Elsebeth Kristine á ungum árum. Men væl hildnaðist og væl kom burtur úr Næstu ferð: Komandi frásøgn verður um Helenu og Andreas W. Restorff Jóhan í Hoyvík á leið 60 ára gamal saman við abbasoninum, Jóhan í Hoyvík Tey fýra børnini hjá Jóhan í Hoyvík umleið 1890. F.v. Kristianna, Hans, Jóhanna og Símun Jóhan og Elsebeth við børnunum umleið 1880 JOHAN SIMONSEN F 9-4 1845 D 17-5 1937 ELSEBETH KRISTINE HANSEN F 5-7 1848 D 8-5 1890 HERREN ER MIN HYRDE MIG SKAL INTET FATTES ÓLI JACOBSEN olij@sosialurin.fo