hósdagur 6. mars 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 47 - 6. mars 2008
tíðindi
Branding, Beatles
til Boullabaisse
vóru millum
mongu evnini,
sum næmingar í
Studentaskúlanum í
Kambsdali arbeiddu
við fyrstu dagarnar í
vikuni
Undirvísing
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Caroline Eriksson
og Marika Hill
Allur
Studentaskúlin
í
Kambsdali var ein kókandi
ketil av hugskotum, skapan
di spírum og øðrvísi fram
leiðslum fyrstu tríggir dag
arnir í hesari vikuni. Meðan
vanliga
tímatalvan
varð
løgd til viks, høvdu næm
ingar og starvsfólk úr at
gera í teimum 14 evnisbólk
unum, sum savnaðu seg um
alt møguligt, líka frá fyrstu
hjálp og fjølmiðlar til frans
ka fiskasuppu. Fyri at náa
alt til almennu kvøldsetuna
mikukvøldið, var neyðugt
at arbeiða bæði miðvíst og
til tíðir eisini langt út um
vanliga skúlatíð við fram
løgum, framførslum, upp
lestri og smakkiroyndum.
Fyrrapartin
mikudagin
løgdu vit leiðina framvið
skúlanum. Við á vitjanini
vóru tvær 17 ára gamlar
finnlandssvenskar gentur,
sum hava verið í starvsvenj
ing sum fotografar á Sosial
inum seinastu vikurnar. So
tær tóku sjálvandi allar
myndirnar.
Tá vit vitjaðu inn í ymsu
stovurnar, duldu studenta
skúlanæmingarnir ikki fyri,
at teimum líkar sera væl
evnisarbeiði. Allir bólkarnir
høvdu hvør sína heimastovu,
og annars funnu smábólkar
av næmingum krókar her
og har á skúlanum at
arbeiða í. Enn einaferð varð
prógvað, at karmarnir liva
als ikki upp til nútímans
námsfrøðilig krøv, har pláss
eisini eigur at vera fyri
bólkaarbeiði og skapandi
virksemi av hesum slag.
Vit hava hvørki hølisum
støður ella tilfar, sum hósk
ar til slíkt virksemi, og tí er
tað rættiliga strævið fyri all
ar partar, segði ein lærari,
sum kortini fegnaðist almik
ið um, at skúlin raðfestir
evnisdagar sum eitt aftur
vendandi tiltak.
Teir tríggir dagarnir var
øll vanlig undirvísing niður
løgd, meðan næmingarnir
arbeiddu við alskyns evn
um, sum í flestu førum gin
gu tvørtur um vanlig fak
og floksmørk. Næmingarnir
høvdu sjálvir funnið evnini,
og síðani varð býtt sundur
so kristiliga, so allir bólkar
vórðu fullteknaðir.
Ymsir málbúnar
Í tílíkari tilgongd er sjálvan
di ymiskt, hvørjir málbúnar
nýttir verða til framløgur
nar, og sumt er, sum ikki er
so lætt at formidla. Men til
dømis í bólkinum, sum
arbeiddi við tunglyndi, val
du tey at framføra ein lítlan
leik. Tey, sum arbeiddu við
skaldskapi á bundnum máli,
lósu og greinaðu yrkingar
eftir Jóannes Nielsen, Carl
Jóhan Jensen og Janus
Djurhuus. Síðani yrktu tey
sjálvi og ætlaðu sær at lesa
upp yrkingar á kvøldsetuni.
Evnisarbeiðið endar ofta
við plansjum og Power
point framløgum. Hetta var
eisini galdandi fyri fleiri
bólkar, harav ein teirra
hevði miðsavnað seg um
franska landspartin Elsass
–Lothringen við týskfrans
ka markið, har har evropeis
ki høvuðsstaðurin Strass
burg liggur. Ein stórur bólk
ur arbeiddi við fjølmiðlum
og politikki. Tey vitjaðu á
Dimmu, í landsstýrinum og
hjá løgmanni. Avrik teirra
vóru fimm veggjaavísir um
leiklutin hjá miðlunum í val
stríðnum.
-
Tveir tónleikabólkar
sum rættiliga svingaðu.
60ara tónleikur var á
nótablaðnum, og høvdu tey
fyrireikað ikki færri enn
10 løg, sum ætlanin var at
framføra – sjálvandi í 60ara
klæðum, hársniði og smyrsli
– Hvussu nógv trýst heldur brúgvin til? Og hvat skal til fyri at spreingja ein bygning?
Tað er at prøva
cool