Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 7. mars 2008 33 lýsingar Ein millión til at marknaðarføra Føroyar Bjóðið verðini vælkomnari til Føroya at ferðast. Søkið nú um stuðul og verið við til at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál! Undanfarin ár eru 1.000.000 kr. settar av til serlig marknaðarátøk. Treytað av, at peningur verður játtaður til hetta átak á løgtingsins fíggjarlóg fyri 2008, vil SamVit bjóða til samstarv um at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Milliónin skal nýtast soleiðis, at føroysk virki/feløg, kunnu søkja um stuðul til verkætlanir eftir »krónu fyri krónu« háttinum. Hetta vil siga, at umsøkjarin letur eins stóra upphædd til verkætlanina, sum SamVit stuðlar við. Verkætlanir Minsti stuðul, ið verður latin einstakari verkætlan, er 50.000 krónur, og mesti stuðul er 250.000 krónur. Ganga fleiri saman um eina verkætlan, kann í serligum føri verða vikið frá hámarkinum, treytað av, at verkætlanin er av slíkari stødd, at stuðul kann verða latin. Nýskapandi tiltøk hava fyrimun. Verkætlanir, har tvey ella fleiri virkir/feløg ganga saman, hava eisini fyrimun. Verkætlanin skal ikki vera partur av vanligu marknaðarrøktini. Stuðul verður ikki latin til faldarar, uttan so at teir eru beinleiðis knýttir at verkætlanini, ið søkt verður um stuðul til. Tað ber til at samstarva við sambond uttanlands, men bert tann føroyski parturin í verkætlanini fær stuðul. Stuðulin verður útgoldin, tá ið verkætlanin er framd í verki. Upplýsingar Í umsóknini skal í øllum førum verða greitt frá: s endamáli s kostnaðarætlan s fíggjarætlan s tíðarætlan s samstarvspørtum Umsóknarblað Umsóknir skulu sendast SamVit á serligum umsóknarblaði, ið kann takast niður á www.samvit.fo, og sum annars er at fáa frá SamVit. Meira fæst at vita við at venda sær til Per Hansen á tlf. 30 69 00. Umsóknarfreist Umsóknarfreistin er 10. mars 2008. SamVit · undir Bryggjubakka 12 · Postsmoga 118 · FO-110 Tórshavn Tlf +298 30 69 00 · Fax +298 30 69 01 · www.samvit.fo Fundur agangur.com Kunnandi fundur verður fyri øllum foreldrum og avvarandi hjá børnum í B36 og annars øllum áhugaðum um átakið VIT ERU ÍMÓTI KYNSLIGARI MISNÝTSLU AV BØRNUM sum verður í B36-húsinum mikudagin 12. mars kl. 19:00. Fólk frá KRIS, løgreglu og Barnabata fara at siga sína hugsan Ungdómsdeild KRIS DEKK SENTRIÐ Fólk til dekkverkstað Søkt verður eftir tveimun røskum monnum til fast arbeiði á verkstaði í Havn Vit vænta av tær, at: • tú ert fyrikomandi og kundavinarligur • Ert útbúgvin mekanikari , hettar er ikki eitt krav • kanst arbeiða sjálvstøðugt - eisini tá harðast leikar á • ert framsøkin og hugaður at menna virksemið okkara • hevur teldukunnleika á brúkarastøði. Vit bjóða tær: • fast arbeiði • góða løn • eitt fjøllbroytt arbeiði, har tú kemur víða um í fyritøkuni. Send okkum nøkur orð um teg sjálvan. Teldupostur: runi@dekk.fo Ella send okkum eitt bræv: Dekksentrið - Postsmoga 3077- 110 Tórshavn Meira fæst at vita um starvið á tlf. 216364 www.dekk.fo