Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 • 7. mars 2008 Vikuskifti 22 Grøvin hjá Bhutto er partur av einum størri gravstaði har sorgin liggur tungt omanyvir. Brostnir dreymar og avleiðingar av harðrendum umstøðum merkja uttan iva stemningin við hendan gravstaðin, har ið pápi hennara, Zulfikar Ali Bhutto, liggur jarðaður. Hann var forseti í Pakistan inntil 1977, tá ið eitt hernaðarstýrt stjórnarkvett setti hann í gegli. Tvey ár seinni varð hann avrættaður í gálganum. Dóttirin Bhutto kom eisini langt fram á politiska pallin í Pakistan. Og hon kom eisini at gjalda dýrasta prísin fyri hetta. Men hon umboðar einans á sera avmarkaðan part av kvinnum í muslimska heiminum – tvs. kvinnur, som koma frá ríkum familjum og frá elituni. Og Bhutto var uttan iva aftur í hesum høpi ein serlingur, ein umstríddur serlingur. Við einari av dýrastu útbúgvingunum úr frísinnaða Onglandi vendi hon aftur til mansdomineraða og muslimska samfelagið Pakistan. Her byrjaði hon sína politisku yrkisleið, har hon samstarvaði við landánarar, stuðlaði Taliban-rørsluni í Afghanistan og varð seinni ákærd fyri mandatsvik. Marokko 698 e.kr. Benazir Bhutto er eitt kent navn á politiska heimspallinum. Men aðrar kendar stríðskvinnur hava tó eisini gjørt um seg í muslimska heiminum. Ein kend søgn frá 7. øld, tó bygd á veruleikan, livir víðari besta standi í dag. Hetta er søgan um eina djarva stríðskvinnu, sum var drotning í 35 ár og livdi, sambært søgubókum, í 127 ár. Arabisku søgubøkurnar siga t.d. frá al-Kahina, sum merkir »trøllkona«. Burtursæð frá íspunnum kryddi um gand, so er eingin ivi millum søgufrøðingar um, at hesin leiðarin var til einaferð í 7. øld. Hon kom frá einum kristnum, berberiskum ættarbólki í økinum, sum vit í dag kenna sum Marokko. Í søgubókunum er hon kend frá stríðnum ímóti arabisku innrásinum síðst í 700-talinum. Og verður hon lýst sum ein orkufullur og djarvur leiðari, sum einsamøll leiddi berberisku mótstøðuna ímóti Hassan Ibn al-Nu´man og hansara hermonnum. Hon gav hesum arabiska herføraranum sín fyrsta Kvinna vígir egyptar Amal Soliman, 32 ár, varð av egyptiska statinum útnevnd sum »maazun« - myndugleiki sum arbeiðir við hjúnarband. Hetta er, sambært viðmerkjarum, tann fyrsta kvinnan nakrantíð í muslimska heiminum, sum hevur fingið hetta heitið og starv. Við brúdleyp kemur hon at lesa vers upp úr Koranini, leggja hjúnarbandsskjøl til rættis og eisini kunngera hjúnarskilnaðir. Javnstøða í muslim Muslimski heimurin og kvinnur Johan Jacobsen johan@sosialurin.fo Frá pakistansku Bhutto, til ein annan kvinnuligan leiðara – ein trøllkona í Marokko í 1300-talinum – til dagsins muslimska heim: hóast langur vegur er eftir at ná javn- støðu millum kynini, so hava kvinnur í muslimska heiminum havt politiska ávirkan á tað samfelag, sum tær eru av. Munurin á mus- limskum samfeløgum og okkara hesum viðvíkjandi er tann, at meðan vit hava góður umstøður at raðfesta politiskt javnstøðumálið, so eru umstøðurnar nakrar heilt aðrar í samfeløgunum í koranbeltinum