Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 49 - 10. mars 2008 - Verður olja funnin á føroyska land­grunn- inum, kann tað broyta ratingina hjá Mood­y’s munand­i, men tað veld­st sanniliga eisini um, hvussu eitt oljuríkid­ømi verður umsitið, sigur Mattias Frithiof, ið er annar av teimum báðum analytikarunum, sum hava ratað Føroyar RATING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Sosialurin hevur lisið grundgevingarnar hjá Moody’s Investors Service, fyri at rata Føroyar har, sum tær eru rataðar. Vit hava serliga heft okkum við í fyrsta umfari fýra økir ella grundgeving­ ar, sum vit fegnir vildu hava útgreina gjøllari. Tí settu vit okkum í samband við deildina hjá Moody’s í London at vita, um vit kundu fáa eina nærri frá­ greiðing. Tað vóru serliga nakrir spurningar, sum Moody’s listaðu undir »Credit Chal­ lenges« ­ ella øki, ið draga niður í samlaðu metingini, ið eru áhugaverdir. Gjøgnum kunningar­ deildina hjá felagnum fingu vit orðið á Mattias Frithiof, sum er annar av teimum báðum analytikarunum, sum hava vektað Føroyar. Mattias Frithiof er svii, men av praktiskum orsøkum fór samrøðan fram á enskum. Fyrst spurdu vit Frithiof, hvat ein munur millum triðja pláss og fimta pláss á listanum í krónum og oyrum merkti í hægri rentukostnaði, við upptøku av láni uttanlands. ­ Tað er ógvuliga ilt at siga. Tað er heldur ikki okkara uppgáva at meta um, tí hetta er nakað, sum er upp til marknaðin at taka støðu til. Okkara uppgáva er meiri at veita upplýsingar til marknaðin, sum teir so nýta, sum teimum lystir. Men alt annað líka skuldi hetta ávirka lánsrentuna positiva vegin, sigur Mattias Frithiof. Upp á spurningin um, hvørt ratingin hevði verið øðrvísi, um teir høvdu eina undanfarna rating at sammeta við, og hetta sostatt ikki hevði verið hon fyrsta, sigur analytikarin frá Moody’s: ­ Nei, vit hava okkara kriteriir at ganga eftir, og ein fyrsta rating er einki ólík einari aðrari vanligari uppfylgjandi rating. Trupulleiki og ábyrgd Seinastu tveir spurningarnir snúðu seg um økir, listað undir »Credit Callenges«. Hin fyrri gekk út upp á hvørji øki, listað undir omanfyri nevnda vórðu lættast hjá landsstýrinum at fáa á rættkjøl, og hvørji taldu mest á rættari leið móti hægri rating næstu ferð. ­ Hatta er ein tvídeildur spurningur, tí aloftast er tað so, at tey øki, sum eru løtt at rætta upp á, hava minstu ávirkan á ratingina, meðan tað eru tey truplu økini at broyta, sum viga tyngst í ratingshøpi, sigur Mattias Frithiof. At enda vildu vit vita, hvat var galið við rokn­ skaparskipanini, sum lands­ stýrið nýtir. Og har vóru nevnd fleiri ymisk viðurskifti. Okkurt var gott, men á øðrum økjum stóð verri til. ­ Skipanin hevur ikki lógarfest støði. Men tað er altíð ein spurningur um, hvat tit halda, tit hava brúk fyri, og tað er ikki altíð tað sama, sum vit halda vera tað besta, sigur Mattias Frithiof. Víst verður eisini til, at landið átti at havt gjøllari eyga við kommununum eins og íløgurnar áttu at verið betri stýrdar. Men tað, sum stendur greiðast eftir, er sannroynd­ in, at skulu vit koma okkum longri upp á ratinglistanum, er oljan mest sannlík at hava neyðugu ávirkanina, nær og um hon fer at spríkja. Oljan kann broyta nógv Mattias Frithiof er annar av teimum báðum analytikarunum, sum hava ratað Føroyar