Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 49 - 10. mars 2008 8. mars. Sjálvan altjóða kvinnudagin kom nýggj fløga hjá Mariu Guttesen út. Wide Open er heitið á fløguni, og tað serstaka við henni er, at Maria Guttesen hevur gjørt alt sjálv. – Hetta er dreymafløgan hjá mær, og eg eri sera errin av henni, segði songkvinnan á móttøku í Århus Útgáva Solby A. Eliasen solby@mail.djh.dk Århus: Sunnudagur er. Í einum lítlum og hugnaligum høli mitt í býnum er mót­ tøka fyri Mariu Guttesen, sum júst hevur givið sína fjórðu fløgu út. Fløgan, Wide Open, er dreymaverkið hjá Mariu. Tí talan er um eina fløgu, har Maria hevur gjørt alt sjálv. Hon spælir øll ljóðførini, syngur kór, hevur gjørt løgini til sangirnar og staðið fyri framleiðsluni. Í fløgu­ húsanum stendur: “Hetta var dreymur mín, og eg gjørdi tað. Uttan loops og teldu. Uttan at onnur blandaðu seg. Uttan kompromis.” Tað einasta, sum Maria Guttesen ikki hevur gjørt sjálv, er tekstirnir. Teir hevur Lene Drachmann skrivað. ­ Tað hevur verið feitt at gera hesa fløguna, tí eg havi bestemmað alt sjálv. Tað er eitt stórt frælsi at kunna tað, sigur Maria Guttesen, meðan hon kvikliga skrivar sín autograf á nakrar av fløgunum, sum hon hevur selt hendan dagin. Tað tók 17 dagar at gera upptøkurnar. ­ Eg varð eitt sindur bils­ in, tá eg fór at telja, hvussu nógvar dagar eg hevði nýtt í upptøkuhølunum, tí eg hevði væntað, at tað fór at taka nógv longri tíð, sigur songkvinnan. At standa fyri øllum sjálv man vera strævið, kann ein ímynda sær, men tað er beint øvugt, sambært Mariu Guttesen. ­ Tað hevur verið so lætt. Álvara, eg meini tað, sigur hon sannførandi. ­ Tí eg avgjørdi sjálv, hvussu alt skuldi verða. Ong­ in blandaði seg uppí, og eg hevði ongan at taka atlit til, leggur hon afturat, áðrenn hon sessast við klaverið. Eini 30 fólk hava leitað sær til móttøkuna hjá Mariu. Og tey vilja hoyra hana syngja. Hon byrjar at syngja heiti­ slagið á fløguni, Wide Open. Sophie og Lene eru kór­ gentur hesa løtuna. Tað eru tær ikki á fløguni, tí har er Maria sjálv kórgenta. Men til eina live­framførslu, megnar sjálvt ikki Maria Guttesen at gera alt einsamøll. Sjey ymisk ljóðføri eru at hoyra á nýggju fløguni. Maria spælir upp á øll sjálv – uttan hjálp frá øðrum. Og tað sigur nógv um hennara tónlistarligu gávur, at hon bara kann taka eitt ljóðføri í hond og spæla upp á tað. Óansæð um tað eru trumm­ urnar ella gamli bass­guitar­ in, sum hon fann á ruskstøð­ ini í Havn, tá hon var 14 ára gomul. Men hendan dagin er tað Maria, kórgenturnar og klav­ erið. Og tað ljóðar frálíkt. Hóast ongin mikrofon er sett upp, fyllir hása røddin hjá spinklu, ljóshærdu song­ kvinnuni væl og virðiliga rúmið. Sangir sum I’m too happy, You keep me sane og aðrir av nýggju fløguni ljóða heilt út í túnið. Tá seinasti tónin er spæld­ ur, verður eitt sjónbandalag víst. Tað er heitislagið á fløg­ uni, Wide Open, sum er gjørt til eitt sjónbandalag. Ein sjónbandaupptøka, har Maria sást syngja, syngja kór, spæla guitar, bass, trummur, “shak­ ara”, klaver og keyboard. Og tað er júst tað, sum eyðkennir nýggju fløguna hjá henni. Maria Guttesen ger alt sjálv hesuferð. Tað var ein errin Maria Guttesen, t.v, sum signeraði fløgur á móttøku í Århus sunnudagin. Errin og fegin, tí endiliga hevur hon fingið høvi til at gera sína dreymafløgu. Fløguna, har Maria hevur gjørt alt sjálv. Her avmyndað saman við Judy Andersen, ið eisini hevur sungið nógv Maria Guttesen hevur gjørt sína dreymafløgu Maria Guttesen flutti til Århus, tá hon var 20 ára gomul. Hon gav fyrstu solo fløguna út í 1994. Í 2001 tók hon prógv á Det Jyske Musikkonservatorium. Í 2004 gav hon eina fløgu út saman við bólkinum Divided Minds Í 2006 kom fløgan Maria Guttesen LIVE. Og í 2008 er tað fløgan Wide Open. 11 sangir eru á fløguni. Lene Drachmann hevur skrivað allar tekstirnar, og Maria Guttesen hevur gjørt løgin. Fløgan er spæld inn í tveimum ymiskum upptøku­ hølum. The Recording Room og Mindless Studio – bæði í Århus FAKTA Nýtt! Elektroniskt kotulás Ver tryggur við einum elektroniskum lási frá okkum. Heilt nýggj og øðrvísi lás! Høg góðska og tryggleiki uttan nýtslu av lyklum. 10 ymiskar kotur, vel tølini (1-10) sjálv/-ur. Passar til vanligar lásakassar. Kann setast í inn- og úthurðar. Tolir veður og vind. Kann latast upp bæði uttanífrá og innanífrá við kotu. Kann eisini fáast við alarmskipan. Vælegnað til barnafamiljur, almennar stovnar og fyritøkur. 2 ára garanti Skálatrøð 14 Tel 30 10 20 · vlb@vlb.fo Lásini fáast eisini til fingraavtrykk! Eitt av hjartamál­ unum hjá nýggja formanninum, ella rættari forkvinnuni í Starvsmanna­ felagnum, Selmu Ellingsgaard, er, at felagið fær ein nýggjan bygnað, sum skal nøkta tørvin hjá teimum nógvu fakbólkunum í felagnum FakFelagsrørsla Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Bygnaðurin í Starvsmanna­ felagnum er ótíðarhósk­ andi. Tað heldur nýggja forkvinnan í felagnum, Selma Ellingsgaard, ið sein­ astu tvey árini hevur sitið sum næstformaður ella næstforkvinna í felagnum. Á sjálvum kvinnudeg­ num leygardagin varð Selma Ellingsgaard vald til at standa á odda fyri eitt av størstu fakfeløgun­ um í landinum. Hon var einasta valevni til formans­ postin. ­ Vit hava so nógvar fak­ bólkar, harav nógvar smá­ ar, og tí kenna fleiri av lim­ um okkara seg detta eitt sindur burturímillum. Tí er tørvur á at gera ein nýggjan bygnað, sum tek­ ur hædd fyri øllum fak­ bólkunum, sigur nývalda forkvinnan, ið var gestur í tíðindasendingini á Rás2 klokkan 11 fyrrapartin. Spurd um hvørjar egin­ leikar hon hevur at bjóða fram sum nýggj forkvinna í einum av landsins størstu fakfeløgum við á leið 2400 limum, sigur Selma Ellingsgaard: ­ Eg haldi meg hava árræði og vilja og eri demo­ kratisk og loyal. Hjartamálið hjá mær er at tæna limunum á bestan hátt, sigur Selma Ellingsgaard. Nývalda forkvinnan er 36 ára gomul og útbúgvin sosialráðgevin. Hon hevur verið nevndarlimur í Starvsmannafelagnum síðani 2001. Selma Ellings­ gaard varð útbúgvin í 1996 og hevur størsta part­ in av tíðini arbeitt sum sosialráðgevi í Tórshavnar kommunu. 36 ára gamla Selma Ellingsgaard, sum er ættað av Eiði og útbúgvin sosialráðgevi, er nýggj forkvinna í Starvs­ mannafelagnum. Her avmyndað saman við fráfarandi formanninum, Gunnleivi Dalsgarð Mynd: Jens Kristian Vang Nýggjur bygn­ aður í Starvs­ mannafelagið