mánadagur 10. mars 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 49 - 10. mars 2008 ]
FLOGBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Við sigrinum leygardagin
gjørdist tað greitt, at SÍ eru
komnir upp á 13 stig í
landskappingini, og tað er
ov nógv hjá kappingar
neytum teirra, ÍF, Mjølnir
og Fleyr, at innheinta. Tískil
er SÍ kosin Føroyameistari í
bestu flogbóltsdeildini hjá
monnum.
Hóast tað enn er eitt
umfar eftir at spæla, so er
longu greitt, at SÍ ikki verða
tiknir aftur, og at tað so er
upp til ÍF og Mjølnir, at
berjast um silvurið. Tað er
bert ein dystur eftir, og
hann er millum tey júst
umtalaðu lið.
Frøðin var almikil
Eftir dystin í dag, var
frøðin, sum vera man, sera
stór á leikarum, venjara og
fjepparum, og mongdin av
væluppløgdu fjepparunum
tustu inn á vøllin. Tey høvdu
tolin og full av spenningi
bíðað longi, og frøðin
tóktist ongan enda at fáa.
Øll hálsfevndust, og onkur
mundi óivað hava klump í
hálsinum.
Dystargongdin
Fyri aðru ferð í søgu
felagsins eru SÍ steypa og
FMvinnarar.
Í
einum
sonnum braki av einum
gysara, og í løtum, sera
vælleiktum dysti vann SÍ.
Dysturin var sera javnur
líka fram til støðuna 1212
í fimta og avgerandi sett
inum, ið vanliga verður
nevnt
javnbrótarin.
Tá
bragdaði umsíður heima
liðnum at draga frá og
avgera settið 1512, og
harvið eisini dystin 32.
Larmurin nervaði ikki
Hóast lítlan vøll og nógvan
larm frá mongu spentu við
haldsfólkunum hjá heima
liðnum, lótu teir úr Mjølnir
ikki við seg koma. Teir
høvdu teirra eygu á spælið,
og fáir, fyri ikki at siga
ongir feilir vórðu gjørdir.
SÍ løgdu tó betur fyri í
fyrsta setti, og serliga var
hevarin vælupplagdur. Hóast
at síggja til, vælvirkandi
spæl, koma mongu óneyð
ugu
servufeilirnar
hjá
heimaliðnuim, teimum aftur
um brekku. Servupressið
hjá Mjølni virkar hinvegin
til fulnar, og munurin var
kanska servufeilir, tí settið
fór Mjølnir við 2522.
Næsta settið er meinlíkt
fyrsta. Servufeilirnir hjá SÍ
komu ikki uppá pláss, men
bati var at hóma hóast tað.
Eisini Mjølnir kiksa nakrar
servur í hesum settinum, og
tískil er heldur javnari
leikferð. SÍ eru tó stinnara
liðið móti endanum, og
vinna settið 2522, eins og
Mjølnir vann tað fyrsta.
Triðja settið fylgjast lið
ini at allan vegin. Leikferðin
er høg hjá báðum liðum,
við framúrskarandi móttøku
og álopsspæli og einum
verjuspæli, har menn kempa
fyrimyndarliga, og berjast
væl fyri hvørjum bólti.
Spæl á sera høgum støði,
má man siga. Liðini nærkast
teimum tjúgu, og tá byrja
persónligir feilir at vinda
uppá seg á heimaliðnum,
og Mjølnir dregur somikið
frá, at teir vinna settið 25
23, hóast ein lítil stígur var
í vanda fyri at tapa teimum
settið heilt móti endanum.
Í fjórða settið draga Mjøln
ir frá longu til 1317. Tá sá
torført út hjá heimaliðnum,
móti einum sera stinnum
Mjølnirliði, av sonnum ein
møtimikil
uppgáva.
Við
støðuna 1418 kemur so
spælandi venjarin, Ragnar í
Haraldstovu inn í álopið fyri
Jón Joensen, og tað er sum
um, at blokkurin mennist,
og bráddurin verður av tí
sama
tikin
av
Mjøln
irsálopinum. SÍ gera ikki
mætari enn at vinna seks
bóltar á rað, og vinna sær
tískil eina týdningarmikla
leiðslu, eina sera umráðandi
løtu í dystinum. Mjølnir
misti rætt og slætt stevið, og
heimaliðið
vann
2521.
Sostatt var greitt, at ein
javnbrótari skuldi til, og
skuldi SÍ gera sær nakrar
vónir um at vinna meistara
heitið, so var uppskriftin
greið. Settið skuldi vinnast!
Javnbrótarin kann altíð
fara báðar vegir og Mjølnir
leggja seg á odda 03. Skjótt
eru SÍ tó frammanfyri 53,
bornir á lógvum, av alt
meira larmandi viðhalds
fólkunum, ið nú eisini
høvdu funnið eina trummu
at hamra til. Liðini skiftust
til at vinna bóltar, og líka
fram til støðuna 1212.
Næstu
tríggir
bóltarnar
vunnu sørvingar, og sigurin,
eins og Føroyameistara
heitið
kom
sostatt
til
Sørvágs í ár, trý ár eftir at
tað var har seinast.
SÍ eru greipuvinnarar 2008
Ein
fantastisk
kensla
Liðskiparin hjá SÍ
var, sum væl skiljandi
er,
ovurhondsfegin
um júst vunna sigurin,
og tá vit fingu orðið á
hann,
hevði
hann
millum annað hesi
orð at siga:
Hetta var ræðuliga
spennandi. Vit vóru í
kolkjallaranum
eitt
skifti, men vit vístu
vilja
og
áræði,
og
kempaðu okkum fyri
myndarliga
aftur
í
dystin.
Høvdu fjeppararnar
nógv at siga?
Ja fjeppararnar vóru
øðiliga nógvir í tali, og
teir bóru okkum til
sigurs. Vit vístu í dag,
at vit eru besta flog
bóltslið í landinum, og
tað er fult uppiborið at
vit vunnu.
Er høllin ikki í so lítil
at spæla í?
Jú høllin er nakað
lítil. Ein ítróttarhøll
hevði verið betur, og
sum eg skilji á lagnum,
eru planeringar byrjaðar
til tað, so tað verður
spennandi. Tað er tørv
ur á tí, sigur Jóan Petur
á Stongum.
-niels
SÍ vann um vikuskiftið ein sera spennandi dyst móti Mjølni, og sigurin hevur við sær at SÍ longu nú kunnu rópa seg Føroyameistarar anno 2008. Við
steypasigrinum afturi í februar, merkir at teir hava vunnið greipuna, og tað er ikki fyrstu ferð. ÍF og SÍ hava nú vunnið greipuna tvær ferðir í part, og onki annað
felag hevur megnað hetta áður
Um vikuskiftið var avgerandi dystur spældur í Meistaradeildini hjá monnum. Talan var
um gysara, og spenningurin var í hásæti, allan dystin á tamb. Men móti endanum vann
heimaliðið, og kunnu teir nú tískil kalla seg steypa og FM-vinnarar 2008