mánadagur 10. mars 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 49 - 10. mars 2008 ]
Kristoffur
Jakobsen úttikin
Mikkjal Thomassen úr EB/Streymi hevur
givið avboð til dystin í Íslandi. Í hansara
stað er úttikin Kristoffur Jakobsen
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Kristoffur Jakobsen var í farna kappingarári ein av
stuðulsleikarunum hjá KÍ. Miðvallarin stóð seg sera
væl, og frálíku avrikini vóru millum annað orsøk til, at
hann var til royndarvenjingar í IL Hødd fyri tíð síðan.
Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, hevur eisini
varnast dugnaligu fótbóltsevni hansara. Mikkjal Thom
assen hevur givið avboð til landsdystin í Íslandi tann
16. mars, og í hansara stað kemur Kristoffur Jakobsen.
Klaksvíkingurin hevur í hesu undankappingini verið
fastur í byrjunaruppstillingini á U21.
Søguligur
dystur í Íslandi
Talan verður um fyrsta landsdyst
nakrantíð innandura í Íslandi, tá ið
Føroyar um eina viku fara at vitja íslendska
fótbóltslandsliðið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurn.f
Um eina viku – sunnudagin 16. mars – fara Føroyar at
spæla fyrsta landsdystin í 2008. Hann verður í Ís
landi.
Grannauppgerðin verður søgulig. Hetta verður
fyrsta ferðin nakrantíð, at íslendska a landsliðið fer at
spæla landsdyst innandura. Spælt verður í fótbólts
høllini Kórnum í Kópavogi, har fyrsta bríkslið verður
klokkan 16. Føroyar hava eina ferð áðus spælt lands
dyst innandura. Tað var 31. januar í 2001, tá ið Føroyar
og Svøríki spældu málleysan javnleik í NM kappingini,
sum tá var á skránni. Dysturin varð spældur í fótbólts
høll í Växjö í Svøríki.
Íslendska liðið er ikki úttikið enn. Ólafur Jóhannes
son, landsliðsvenjari, fer at boða frá liðnum mikudagin.
Talan er ikki um altjóða leikdag, og tí fer íslendska
liðið at verða mannað við spælarum úr íslendsku kapp
ingini.
Íslendskir fjølmiðlar hefta seg við, at tað á føroyska
liðnum eru fleiri, sum áður hava roynt seg í íslendskum
fótbólti. Símun Samuelsen er nú aftur í Keflavík, og
so verða nevndir Rógvi Jacobsen, sum áður hevur
spælt við KR, Fróði Benjaminsen sum hevur spælt við
Fram, og hjálparvenjarin Jens Martin Knudsen, sum
bæði hevur spælt við Leiftri og ÍA.
Ultras fingið búmerki
Fjeppararnir hjá Víkingi hava fingið nýtt búmerki, nú
GÍ og LÍF hava lagt saman. Navnið Ultras,s um GÍ
fjeppararnir hava brúkt, er tey varðveitt, men nú hava
tey fingið eitt búmerki, sum er meira í tráð við nýggja
navnið hjá felagsliðnum hjá leirvíkingum og
gøtumonnum. So er spurningurin, hvussu
Víkingafjeppararnir fara at lata seg í til dystirnar hjá
Víkingni í Formuladeildini.
Tveir føroyingar í Køge
Nú kappingin í donsku 1. Deild stendur fyri framman hevur Køge, sum
øll hini liðini, sett nøvn á spælararnar, sum skulu manna hópin hjá
felagnum næsta hálva árið. Millum teir, sum eru í hópinum, eru tveir
føroyskir spælarar. Tað eru bakkarnir Jónas Tór Næss og Jóhan V.
Gunnarsson, sum báðir eru U21 landsliðsspælarar hjá Føroyum. Jónas
spældi í fjør við AB og Jóhan við B36. Venjari hjá Køge er Henrik
Larsen.
Kappingarnevndin
valdi at forbarma seg,
og so er Tór-Ingar
Akselsen til reiðar at
tørna út fyri 07 Vestur
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
TórIngar Akselsen gjørdi í
vetur avtalu við nýggja sam
ansetta felagið 07 Vestu.
Eitt umsitingarligt mistak
bar tó við sær, at spæliloyvið
hjá spælaranum ongan tíð
varð flutt úr HB.
Reglurnar hjá Fótbólts
sambandinum staðfesta, at
flytingarvindeygað læt aftur
tann 22. februar, men ein
ventilur er tó, at Kappingar
nevndin kann loyva frávik
um undir heilt serligum um
støðum.
Og 07 Vestur fekk viðhald
í, at talan var um heilt ser
ligar umstøður.
Grundgevingarnar eru,
at leikarasáttmálin er inn
sendur í november 2007 í
upprunaliga felagnum, og í
januar 2008 í samanlagda
felagnum. Misskiljing mill
um feløgini var orsøkin til,
at umbønin um flytan av
leikaraloyvi ikki var inn
send rættstundis, skrivar
FSF á heimasíðu sínari.
Formaður í Kappingar
nevndini er Sveinur Trónd
arson. Hann ásannar, at
hetta kann eggja øðrum fe
løgum, sum møguliga hava
ein spælara á hondini, at
søkja um undantaksloyvi.
Men hann heldur samstund
is, at úrskurðurin hesa ferð
er rættiliga greiður.
Tað er jú einki sum
helst, sum hevur verið
krógvað í hesum málinum.
Longu í fjør heyst varð boð
að frá, at spælarin skifti
felag. Í skiftinum frá FSV04
til 07 Vestur fall júst hetta
spæliloyvið tó imillum av
misgávum. Men har eingin,
sum hevur ivast í, hvar spæl
arin skuldi. FSF hevur góð
kent tveir sáttmálar upp á
spælaran, og talan er ikki
um nakra ósemju av nøkrum
slag millum HB og 07 Vest
ur.
Tí kann hetta ikki sam
metast við eina støðu, har
eitt annað felag brádliga
kemur við einum øðrum
spælara, sum teir nú vilja
hava góðkendan. Vit fingu
eisini eina løgfrøðiliga met
ing av málinum, áðrenn vit
gjørdu endaliga úrskurðin,
og tann metingin stuðlar eis
ini avgerðini, sigur Sveinur
Tróndarsson.
Tá EB/Streymur misti
Mikkjal Thomassen,
gjørdist talan um
stórsigur til NSÍ í
stórsteypadystinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Føroyska útgávan av Chari
ty Shield var um vikuskiftið,
tá meistararnir úr NSÍ og
steypavinnararnir úr EB/
Streymi dystaðust.
Tað kostaði EB/Streymi
dýrt, at teir allan 2. hálvleik
vóru noyddir at spæla við
tíggju monnum í steypadyst
inum ímóti NSÍ í dag.
Fyrri hálvleikur var mál
leysur, og einki bendi á, at
munurin skuldi gerast ser
liga stórur. Í síðstu sekund
unum undan hvíldini varð
EB/Streyma
miðvallarin
Mikkjal Thomassen rikin
av vølli, og í 2. hálvleiki
var munurin eyðsýndur mill
um teir tíggju í EB/Streymi
og teir ellivu í NSÍ, sum
vunnu 40
Jónhard
Frederiksberg
skoraði til 10 í 57. minutti,
og tíggju minuttir seinni
økti Óli Hansen til 20. Tað
restaðu trettan minuttir, tá
ið innskifti Øssur Dalbúð
økti til 30, og í 80. minutti
skoraði Sjúrður Jacobsen
til 40.
Hesi bæði liðini verða
mett at skula teljast millum
teirra, sum fara at stríðast í
toppinum í landskappingini
í ár. Fyrsta umfarið í tí kapp
ingini verður síðsta viku
skifti í mars.
Tór-Ingar
aftur
í Vágum
NSÍ vann stórsteypadystin
Talan var um heilt serligar umstøður, og tí hevur
Kappingarnevndin játtað at gera frávik í reglunum um
spælaravindeyga
Meistararnir endaðu greitt omaná, tá stórsteypadysturin var á
skránni á kvinnudegnum
Mynd: Sofus D. Johannesen