Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 51 - 12. mars 2008 Sjálvstýrisflokkurin vil hava rættvísari umboðan í komm­ unustýrini. Tí hevur flokkurin lagt fram uppskot á ting, um broytingar í komm­ unustýrislógini KOMMUNUR Eirikur Lindenskov Broytingin førir við sær, at eitt nú Tórshavnar komm­ una, eftir verandi fólkatali, skal velja í minsta lagi 19 limir í býráðið. Uppskotið hjá Sjálvstýris­ flokkinum kemur til 1. við­ gerð í løgtinginum í morg­ in. Sjálstýrisflokkurin sigur, at um vit taka dømi í gald­ andi Kommustýrislóg, kann ein kommuna ikki hava fleiri enn 17 kommunustýr­ islimir. Nýggja lógin leggur upp til, at kommunur í minsta lagi skulu hava ein kommunstýrislim fyri hvørj­ ar 1000 borgarar í kommun­ uni, tó í minsta lagi sjey og í mesta lagi 25. Í mun til verandi skipan leggur uppskotið upp til, at við lóg verður tryggjað, at umboðanin av kommunu­ stýrislimum verður rættvís­ ari í mun til fólkatalið í teimum ávísu kommunu­ num. ­ Kommununar gerast al­ samt færri og størri, og fleiri landspolitiskar upp­ gávur verða í framtíðini allarhelst lagdar út til komm­ unurnar. Eins og í okkara grannalondum kunnu vit staðfesta, at nærdemokrati hevur alsamt størri týdning fyri trivnaðin hjá borgara­ num, sigur flokkurin. Tí metir Sjálvstýrisflokk­ urin tað verða neyðugt at laga lógina soleiðis, at borg­ arar framyvir fáa betri um­ boðan í kommunustýru­ num. Fundur agangur.com Kunnandi fundur verður fyri øllum foreldrum og avvarandi hjá børnum í B36 og annars øllum áhugaðum um átakið vit eru ímóti kynsligari misnýtslu av børnum sum verður í B36-húsinum mikudagin 12. mars kl. 19:00. Fólk frá KRIS, løgreglu og Barnabata fara at siga sína hugsan Ungdómsdeild KRIS 19 fólk veljast í Tórs­ havnar kommunu