Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 51 - 12. mars 2008 Eitt heldur sjáldsamt náttúrufyribrigdi sást í Sumba sunnudagin. Útfyri Sumbiarhólmi sást ein melduródn, ella meldurhvirla, og hon kom inn móti bygdini og fór niðan ígjøgnum Stórá Ódn Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Um fimm tíðina sunnudagin varnaðust fólk í Sumba, at ein meldurhvirla nærkaðist Sumbiarhólmi. Hon var ser­ merkt, tí eisini sjálvur hviril­ in sást í luftini. Hvirilin kom inn móti bygdini, og komin í mølina við Stórá, fann meldurhvirlan lægsta stað, og fylgdi síðani Stórá niðaneftir. Ongin skaði tykist vera hendur av meldurhvirluni, tó onkur sigur seg hava sæð eina stikrullu vera tikna við meldrinum, men uppi við Kvíggjá merktist hvirlan inni í húsunum. Ein kvinna í áttatiárunum gjørdi vart við seg fyri at vita, hvat var hent. Hon hevði ongantíð upplivað slíkt áður. Yvirhøvur eru slíkar meldurhvirlur slíkt fyri­ brygdi, ið fólk óivað eina­ mest kenna frá amerikonsk­ um filmum, men hesaferð hendi tað so í Sumba, sum sæst á myndunum, sum kvikir sumbingar tóku í dag. Meldurhvirla í Sumba »Rokkurin«, sum hann vanliga hevur verið nevndur millum manna, riggaði leyg­ ardagin av, eftir sín síðsta túr, ið var rok­ túrur. Skipið fer nú úr flotanum og Sunbeam kemur ístaðin Skip Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Felagið V­Invest í Vági hev­ ur átt Roc Amadour síðani 2006. Har verður sagt, at skipið er gamalt og tí er tað nú á sølulista, tí felagið vil fegið av við skipið. Ætlanin var at fáa Sunbeam inn fyri Sancy, men hetta eydnaðist ikki, men nú er so loysn funnin, har »Rokkurin« fer úr og Sunbeam kemur inn í flotan. Sunbeam hevur ann­ ars ligið svínabundin við bryggju í Vági, síðani skip­ ið kom til landið fyri ári síðani. Roc Amadour er bygdur í Fraklandi í 1973 og kom til Føroya í 1981. Tá hevði skipið heimstað á Strondum, og frá 1994 til 2001 hevði tað heimstað í Fuglafirði og nevndist Boðasteinur. Felag­ ið Moyggjartúgva í Vági keypti skipið í 2001 og fekk skipið aftur navnið Roc Amadour. Roc Amadour gjørdi góð­ an túr á síðsta túrinum. Skipið kom á Vág leygar­ dagin við 85 tonsum, sum ætlanin var landað á Tvør­ oyri í dag, mánadag, og virðið á lastini er á leið 1,5 milliónir krónur. Roc Amadour riggar av Roc Amadour riggaði av leygardagin Mynd: Johannes Andreasen Meldurhvirla í Sumba Mynd; E.L.L.