Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 52 - 13. mars 2008 Hjá teimum, sum ilskast um seinkingar, sum virus-verjur hava við sær á net-spølum, er nú hjálp at heinta Tøkni Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Bullguard, sum seinnu árini hevur arbeitt seg upp ímóti fleiri av stóru kappingar­ neytunum á marknaðinum fyri virus­verjur, kemur nú á marknaðin við eini nýggj­ ari virus­verju. »Gamers Edition« er navnið á nýggju vøruni, sum felagið í løtuni er í ferð við at menna. Tað hevur verið ein orsøk til støðuga illneitan hjá teim­ um, sum spæla nógv á netin­ um, at virus­verjurnar seinka spølunum. Tað ger, at fleiri av brúkarum velja at sløkkja fyri virus­verjuni, og tað er sjálvandi ikki ser­ liga gott fyri trygdina. Í tíðindaskrivi frá fyritøk­ uni verður sagt, at nýggja virus­verjan skal geva eina fullgóða verju, uttan at hetta á nakran hátt seinkar um ferðina á spælinum. Ætl­ andi skal hetta gerast soleiðis, at Bullguard kann­ ar spølini, so hvørt sum hesi koma á marknaðin, og at skipanin tí støðugt veit, hvørjar stillingar skulu nýtast til einstøku spølini. Hoyvíkingurin Heini Zachariassen er stjóri í Bull­ guard, og hann dylur ikki fyri, at talan er um eina spennandi nichu á marknað­ inum. ­ Vøksturin í »gamers« er øgiligur fyri tíðina. Og har­ til hava fleiri av framleiðar­ unum sett fokus á hetta økið, soleiðis at teldurnar verða at kalla bygdar til hendan kundabólkin. Til dømis hevur HP sínar Vodoo, meðan Dell hevur sent Alienware og XPS á marknaðin. ­ Okkara ætlan er so sjálv­ andi at fáa ein bita av hesum marknaðinum, sum vit eis­ ini vænta fer at veksa enn meira, sigur Heini Zachar­ iassen. Størsti parturin av nýggju virus­verjuni er forritaður, og nú verður farið undir sonevndu beta­testirnar av skipanini. Heini Zachariassen upp­ lýsir, at tey í løtuni hava knýtt einar 700 beta­testarar at skipanini, og at tað talið ætlandi skal økjast upp í 1.000, soleiðis at skipanin veruliga kann standa sína roynd, áðrenn hon verður send á marknaðin. Seinasti skotið á vøruhillunum hjá Bullguard er ein útgáva, ið serliga er ætlað teimum, sum spæla nógv á netinum Virus-verja til netspælarar