fríggjadagur 14. mars 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 - 14. mars 2008
19
Dreingir á sparkara í Tórs
gøtu í Havn. At seta fleiri
sparkarar saman var sera
vanligt fyrr, tá ferðslan ikki
var so nógv í býnum. Hetta
varð nevnt sparkaratok.
Dreingirnir á myndini eru
f.v.: Andreas Lava Olsen,
ókendur, ókendur, ókendur,
Erling Simonsen, Absalon
Djurhuus, ókendur, og Palli
Gregoriussen.
Drongurin, sum stendur
upp
at
garðinum
við
núverandi Tannlæknastov
una, er eisini ókendur.
Myndina tók Mr. Hudson,
sum var bretskur hermaður
undir krígnum.
Tey sum kenna dreingir
nar, sum vit ikki vita navnið
á, eru vælkomin at ringja til
Birgar Johannessen á tel.
214647 ella 314647.
Myndaeigari: Erling Simonsen
Sparkaratok í Tórsgøtu
Í dag, fríggjadagin 14.
mars,
verður
Símin
Johannesen 50 ár. Símin
hevur síðani á nýggjárinum
í 2005 verið borgarstjóri í
Nes kommunu.
Símin er ættaður av Nesi.
Mamman,
Hertha
fødd
Hansen, sum framvegis býr
á Nesi, er ættað úr Gerð
inum. Pápin var Daniel
Jacob, sum var 93 ára
gamalur, tá ið hann andaðist
fyri tveimum árum síðani,
var ættaður eystan úr Líð á
Nesi. Hann var sjómaður
og sigldi nógv sum motor
passari. Eftir at hann sum
74 ára gamalur legðist uppi,
róði hann út við opnum
báti, og tað gjørdi hann, inn
til hann var farin av teimum
níti.
Hertha og Dániel Jacob
fingu fýra børn: Símin, Tor
leif, Johan og Elsibeth.
Símin býr á Toftum, og
hini búgva øll á Nesi.
Hugurin til sjógvin hevur
altíð verið góður hjá Símini,
sum bæði er bragdligur og
fyrikomandi. Hann var bara
ellivu ára gamalur, tá ið
hann var snellitúr á Suður
landinum við Vesturvík.
Pápin var motorpassari á
skipinum,
sum
Conrad
Skaale var útgerðarmaður
á. Eftir lokna skúlagongd
arbeiddi Símin fyrifallandi
arbeiði, og so var hann
nógv burturi við línuskipum,
eitt nú toftaskipunum Jógv
an Norðri, Stapanum og
Mascott. Í 1984 leyk Símin
stýrimansprógv, so sigldi
hann eitt ár við Mercandia
reiðarínum, áðrenn hann
fór aftur í skúla og leyk
skipsføraraprógv í 1986.
Eftir at hava verið ís
fiskatúr í Barentshavinum
við Sancy, var hann tvey ár
í Eystursjónum við trolbát
inum Barinum, sum Vinjard
Joensen, sáli, átti.
Eftir at hava siglt í tvey ár
við stykkjagóðsi við reið
aríi, ið hevði heimstað á
Malta, var Símin í átta ár
skipari við bingjuskipum
hjá danska reiðarínum Elite
shipping. Teir sigldu kring
allan knøttin, men mest
vóru teir í Fjareystri.
Tá ið Símin í 2000 gavst
við siglingini á fjarleiðum,
fór hann at sigla við brunn
bátinum Víkingi. Á komm
unuvalinum í 2000 varð
Símin valdur í bygdarráðið
fyri Nes kommunu. Hann
varð afturvaldur í 2004, og
síðani á nýggjárinum í 2005
hevur hann verið borgar
stjóri í Nes kommunu.
Símin hevur altíð verið
ítróttaráhugaður. Sum so
nógvir aðrir dreingir á
Skálafjørðinum gjørdi hann
barna og fyrstu unglinga
árini fimleik í Støkk, og
hann var ikki meiri enn 16
ára gamalur, tá ið hann kom
á besta B68 liðið.
Hann var við til at flyta
upp í bestu deildina í 1980,
og hann var stinnur mið
verji, tá ið B68 í 1984 og
1985 vann fyrstu FM heitini
í fótbólti.
Símin er framvegis eld
hugaður B68 viðhaldsmað
ur, og í frítíðini hevur hon
um dámað væl at verið á
floti.
Símin er giftur AnnBritt
fødd Danielsen og ættað av
Fløtum á Strondum. Tey
eiga trý børn: Sigrun (1990),
Dánial Jákup (1994) og Ari
(1996). Í kvøld er opið hús í
hugnaliga heiminum á Høga
nesvegi.
J
Símin Johannesen 50 ár
nøvn