Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-14, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 14. mars 2008 31 tíðindi Hósdagin var almenn móttøka á nýggja NSR deplinum í Vági, ið er liður í at fáa námsfrøðiligu- og sálarfrøðiligu ráðgevingina nærri borgarunum Ráðgeving Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Eina tíð hevur verið stáksast inni og uttanfyri eini hús í Vági, tí her skuldi nýggi NSR depilin húsast. Hós­ dagin var so almenn mót­ tøka og depilin er veruleiki. Hetta er liður í at fáa náms­ frøðiligu­ og sálarfrøðiligu ráðgevingina nærri brúkara­ num, og ein slíkur depil er frammanundan í Eystur­ oynni. Nógv fólk stakk inn á gólvið hósdagin, bæði skúla­ fólk, kommunalpolitikkarar og onnur. Løgmaður, Jóannes Eides­ gaard, hevði fyrstur orðið og fegnaðist um, at enn ein almennur stovnur er uttan fyri Havnina. Hann fegnaðist eisini um, at hendan tænastan nú er nærri borgarunum. Kirstin Strøm Bech, borg­ arstjóri í Vági, fegnaðist um hetta felags átak, sum kommunurnar í Suðuroynni hava verið felags um, og tær bera sín part av kostnað­ inum. Hon fegnaðist um samstavið og um, at ráðgev­ ingin nú er komin til Suður­ oyar. Hans Eli Dahl, stjóri á Sernámsdeplinum, fegnað­ ist eisni um nýggja stovnin og at sernámsfrøðin er kom­ in til Suðuroyar. Hann legði eisini dent á, at hann fegn­ aðist um vælviljan, sum kommunurnar hava víst. Hann minti á, at hetta ber brá av desentralisering, men at við hesum fylgir eis­ ini ábyrgd. Fimm fólk starvast á NSR Suður, sum depilin eit­ ur. Tveir serlærarar, ein sálarfrøðingur, ein samskip­ ari og eitt skrivstovufólk. Sakaris Dimon er leiðari og samskipari á NSR Suður. Tað eru kommunurnar í Suðuroynni, sum í samtaki við Mentamálaráðið og Sernámsdepilin hava sett á stovn NSR­suður, ið er ráðgevandi eind í samstarvi við Sernámsdepilin. NSR depil í Suðuroynni tikin í nýtslu Eina tíð hevur verið stáksast inni og uttanfyri eini hús í Vági, tí her skuldi nýggi NSR depilin húsast. Hósdagin var so almenn móttøka og depilin er veruleiki (Mynd; D. Olsen) Tríggir føroyskir verk- frøðingar, sum hava gjørt orkusparandi uppfinning, hava undirskrivað sam- starvssáttmála við reiðaríið Norden, ið eigur og rekur á leið 300 skip ÚtflutninguR Kári Mikkelsen Jón Brian Hvidtfeldt Danska reiðaíið Norden hevur ætlanir um at keypa eina føroyska, orkusparandi uppfinning frá trimum før­ oyskum verkfrøðingum. Nú er keypssáttmáli und­ irskrivaður við Norden um føroysku uppfinningina, sum verkfrøðingarnir hava verið tvey ár um at menna. Hetta er ein skipan, sum sparir skipum nógva olju. GreenSteam, sum skipanin eitur, mátar til dømis aldu og vind og roknar so út, hvat skal gerast fyri at minka um vatnmótstøðuna á skipinum og soleiðis spara olju. Skipanin er sprottin úr eini gransking­ arætlan, sum byrjaði fyri bert tveimum árum síðani. Úrslitini av royndum um­ borð á Smyrli tað seinasta árið hava verið so mikið góð, at danska reiðaríið Norden nú er hugað at keypa skipanina frá før­ oyska felagnum Decision 3. Um týdningin sigur Tað eru teir tríggir verkfrøðing­ arnir Dánjal Jákup Jacob­ sen, Ólavur Simonsen og Jóhan Petur Petersen, sum hava gjørt GreenSteam. Arbeiði teirra við at menna hesa skipan hevur verið stuðlað av Granskingarráð­ num, Vinnuframagrunni­ num, Amerada Hess og Kleking. Um týdningin sigur Ólav­ ur Simonsen frá Decision 3, sum er felagið hjá teim­ um trimum føroyingunum, við Rás2: – Norden hevur útvegað okkum ein nýbygning, sum helst verður bygdur í Kina, til at gera ta fyrstu skipan­ ina. Hetta er eitt stórt gjøg­ numbrot fyri okkum, sigur ein av teimum trimum upp­ finnarunum. Á ráðstevnuni TransAt­ lantic Climate Conference í Norðurlandahúsinum 7. og 8. apríl verður høvi at hoyra um GreenSteam skipanina og úrslitini av royndunum umborð á Smyrli. Føroysk uppfinning til 300 skip Tríggir føroyskir uppfinnarar hava gjørt samstarvsavtalu við reiðaríið Norden, ið ræður yvir 500 skipum