fríggjadagur 14. mars 2008síða 52
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
52
Nr. 53 - 14. mars 2008
Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi
umhvørvi, við stórum fjølbroytni, í eini tí
stórstu fyritøkuni í Føroyum?
Vit leita eftir einum KT-fólki sum hevur
breiðan kunnleika til teldutøkni. Arbeiðið
fevnir um alt vanligt viðlíkahald av teldum,
netverkið og hjálp til okkara uml. 100 KT
brúkarar, umframt at vera við til at leggja
okkara framtíðarætlanir innan KT økið á
deildum okkara í Tórshavn, á Skála, í
Runavík og í Vestmanna.
Vit roknað við at tú ert røkin, álítandi, ikki
bangin fyri at taka ímóti avbjóðingum og
hevur lætt við at tosa við fólk.
Skrivlig umsókn við avriti av møguligum
prógvum, CV o.ø. skal sendast til:
Tórshavnar Skipasmiðju P/F
Postboks 65
FO-110 Tórshavn
Att: Tummas Nielsen
Umsóknarfreistin er 14. apríl 2008
Hevur tú okkurt at spyrja um í sambandi við
starvið, ert tú vælkomin at seta teg í
samband við Jens Hansen, KT- og
trygdarleiðara á telefon 79 11 34 ella
Tummas Nielsen, fíggjarleiðara á telefon
79 11 22
- ein depil innan skipatænastur
KT fólk til
Skipasmiðjuna
www.faroeyard.fo
Vit sóknast eftir leiðara til menningardeild
okkara, ið virkar innan alt Eik-samtakið.
Avbjóðingin
Vøksturin í Eik-samtakinum seinastu
árini setir fyritøkuni stór krøv, ikki minst
Menningardeildini, ið fremur verkætlanir
í og uttan fyri Føroyar. Menningarleiðarin
hevur ábyrgdina av prosess- og produkt-
menning í Eik Banka, herundir dokumenta-
tión og automatisering.
Harumframt, mennir og røkir Menningar-
deildin tøkniliga samskiftið, virkisgongdir
og tænastur í tøttum samstarvi við stáps-
og rakstrardeildir í Eik Banka. Deildin skal
liva upp til aðalvirðini í Eik at vera pro-
fessionell, innlivandi og nýhugsandi.
Fyri at Menningardeildin kann stuðla
uppundir at samtakið altíð er kappingar-
ført, krevst ein góður og sjálvstøðugur
menningarleiðari við hóskandi útbúgving
og royndum til forrætningsmenning, har
KT verður brúkt sum amboð.
Menningarleiðarin er partur av einari
altjóðagjørdari og slóðbrótandi fyritøku.
Uppgávurnar hjá menningarleiðaranum
eru at hava dagligu deildarleiðsluna og at
skipa arbeiðið soleiðis, at Eik-samtakið
hevur eina kappingarføra prosess, tá
ið bankin veitir kundum sínum fíggjar-
tænastur. Trivnaður, arbeiðsgleði og
toymisandi hjá starvsfólkunum hevur
avgerandi týdning fyri Eik, og á hesum
økjum skal menningarleiðarin vera
virkin.
Fakligir eginleikar
• Tú hevur viðkomandi útbúgving, Cand.
Merc., Cand. Merc. Dat.
ella líknandi
• Tú hevur projekt- og leiðsluroyndir
• Royndir frá peningastovni eru ein
fyrimunur
Persónligir eginleikar
• Tú hevur góð samstarvsevni
• Tú dugir væl at samskifta og virka
í einum umhvørvi í støðugari
broyting og menning
• Tú eggjar øðrum til og torir at
ganga á odda
• Tú hevur lætt við at taka avgerðir, og
vegurin frá hugskoti til veruleika er
stuttur
Vit bjóða
Eitt avbjóðandi starv við beinleiðis tilvísing
til stjórn, og við góðum møguleikum fyri
persónligari og fakligari menning. Starvið
verður sett sum skjótast og verður lønt
sambært avtalu.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við
at venda sær til Marjuna Eystberg, starvs-
fólkaleiðara, tel 348510, teldupostur
marjun.eystberg@eik.fo ella til Marner
Jacobsen, forstjóra, teldupostur
marner.jacobsen@eik.fo. Umsóknir skulu
verða Eik Banka í hendi í seinasta lagi
týsdagin tann 25. mars 2008. Tær skulu
stílast til:
Eik Banki
Att.: Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðari
Yviri við Strond 2
FO-100 Tórshavn
Nýhugsandi Menningar-
leiðari til Eik-samtakið
Í Eik-samtakinum starvast á leið 400 fólk á 16 deildum kring landið, í dótturfelagnum
Inni og í dótturfelagnum Eik Bank Danmark A/S. Á Menningardeildini, Yviri við Strond 2,
starvast 9 fólk.
www.eik.fo