Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-14, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 14. mars 2008 39 lýsingar Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna Bilførari til rottangatænastuna Kommunala Brennistøðin søkir bilførara til rottangatænastuna. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært lønaravtalu millum Tórshavnar kommunu og Havnar Arbeiðsmanna- felag. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, men tú fært løn fyri 50 tímar um vikuna. Lønin fyri 10 eyka tímarnar er lutvíst fyri vaktir og lutvíst fyri meirarbeiðið. Starvið er mánaðarlønt og lønin er í løtuni kr. 23943,10 um mánaðin (umframt viðbót fyri møguligan starvsaldur). Harumframt kann væntast nakað av yvirtíðarløn. Starvið skal setast skjótast til ber. Umsókn Saman við viðmælum, avrit av koyrikorti og upplýsing um royndir, skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 31. mars 2008 kl. 12.00. Merkið „Bilførari til rottangatænastuna“ á umsóknina. Meiri fæst at vita við at venda sær til Regin Haraldsen, arbeiðsleiðara, telefon 30 20 38, ella Bárð Michelsen, deildarleiðara, telefon 30 20 35. Pedagogur til Býlingshúsið undir Brúnni Søkt verður eftir einum pedagogi, fyri pedagog í barnsburðarfarloyvi, at arbeiða 35 tímar um vikuna á vøggustovu at byrja 1. apríl 2008 ella eftir nærri avtalu. Starvstíðin er frá 1. apríl 2008 fram til 31. august 2009. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Býlingshúsinum undir Brúnni, Smærugøta 9b, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 31. mars 2008. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Turið Horn, leiðara, telefon 31 91 80. Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo