mánadagur 17. mars 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 54 - 17. mars 2008
Slangorðabókin hjá
virkinum Hvista,
tryggjaði fimm
ungfólkum á Tekniska
Skúla í Klaksvík
fyrstaplássið í
kappingini Ungt Virki
Ungt Virki
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tað verður virkið Hvista og
teirra slangorðabók, sum
skulu umboða Føroyar í
donsku
kappingini
Ung
Virksomhed seinni í ár.
Tað varð greitt, tá vinnar
arnir av kappingini Ungt
Virki vórðu avdúkaðir leyg
ardagin á Torginum í SMS,
har virkini hava sýnt sínar
vørur.
Alt stríðið vert
Í grundgevingini fyri at lata
Hvista fyrstaplássið løgdu
dómararnir dent á, at hug
skotið við slangorðabókini
var serliga gott, umframt at
fyritøkan hevði dugað sera
væl at skipa sítt virksemi
og marknaðarføringina av
orðabókini.
Tey
fimm
ungfólkini
vænta ikki, at tað verður
nakar trupulleiki at fara utt
anlands við eini føroyskari
orðabók at kappast.
Vit fara fyrst og fremst
at leggja dent á sjálvt hug
skotið við eini slangorðabók.
Eisini er ætlanin seinni at
gera eina danska og kanska
eisini eina enska útgávu av
bókini, sigur Herborg Han
sen,
marknaðarleiðari
í
Hvista.
Manningin í Hvista dylur
ikki yvir, at tey hava lagt
nógv arbeiði í hesa verkætl
anina og at tað til tíðir hevur
verið strævið at seta egið
virkið á stovn. Men tá vinn
arin varð avdúkaður leygar
dagin, var lítil møði at
hóma hjá teimum fimm
ungfólkunum.
Hetta hevur verið alt
stríðið vert, vóru tey á ein
um máli um.
Nummar tvey í kappingini
gjørdist fyritøkan Sirious
við einum serligum royk
alarmi, meðan triðjaplássið
fór til virkið Savon, ið
hevur framleitt eina sápu úr
seyðatálg.
Ungt Virkið
Ungt virkið er árlig kapping
millum næmingar á Tekn
iska Skúla í Klaksvík, Hand
ilsskúlanum í Havn og
Handilsskúlanum á Kambs
dali. Næmingarnir skulu
byrja sítt egna virki undir
somu treytum, sum virkir
vanliga verða stovnað og
eisini framleiða eina vøru,
sum virkið kann selja.
Í døgunum 13. til 15.
mars sýndu virkini sínar
vørur fram á Torginum í
SMS, har tey eisini løgdu
sína virkisverkætlan fram
fyri eini dómsnevnd.
Vinningurin var eitt pláss
í kappingini Ung Virksom
hed í Danmark seinnni í ár,
har Hvista síðani skal kapp
ast um eitt plás í Europeisku
kappingini Young Enter
prise. Vinnarin av tí kapp
ingini verður kosin Com
pany of the Year.
Tað verður spf/
Secura, sum skal
umboða Føroyar í
altjóða kappingini
European Business
games í Italia í
summar
EUropEan BUsinEss
gamEs
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Við einum serliga høgligum
bjargarringi,
vann
spf/
Secura á Tekniska Skúla í
Klaksvík føroyska umfarið
av kappingini European
Business Games.
Til Italia
Vinnarin varð funnin á sam
komu í býráðshøllini í
Klaksvík fríggjadagin, eftir
at ein dómsnevnd hevði
mett um framløgurnar av
ymsu verkætlanunum.
Vinnandi bólkurin fer
víðari til altjóða kappingina
European Business Games,
sum verður hildin í Bolzani
í Italina í summar.
Spf/Secura er
mannað av:
Jógvan Sámal Poulsen,
stjóri
Evald Johannesen,
fíggjarstjóri
Jón Kamar Joensen,
tekniskur leiðari
Súsanna Árnadóttir
Joensen, marknaðarleiðari
Bergur Ingmarson
Johansen, framleiðslustjóri
Føroyska endakappingin
í European Business Games
er eitt samstarv millum
Mentamálaráðið, Íverkset
arahúsið og Tekniska Skúla
í Klaksvík.
Rani Nolsøe, stjóri í Íverk
setarahúsinum
handaði
vinnarunum blómutyssi og
gav vinnandi luttakarunum
harumframt eitt ókeypis
skeið í Íverksetarahúsinum.
Secura vann føroyska
European
Business game
Slangorðabók
vann kappingina
Ungt Virki
Hugskotið til ein serliga høgligan bjargingarring tryggjaði spf/Secura fyrstaplássið í føroyska
umfarinum av Euopean Business Games
Mynd: www.klaksvik.fo
Nýtt!
Elektroniskt kotulás
Ver tryggur við einum
elektroniskum lási frá okkum.
Heilt nýggj og øðrvísi lás!
Høg góðska og tryggleiki uttan nýtslu av lyklum. 10 ymiskar kotur, vel tølini
(1-10) sjálv/-ur. Passar til vanligar lásakassar. Kann setast í inn- og úthurðar.
Tolir veður og vind. Kann latast upp bæði uttanífrá og innanífrá við kotu.
Kann eisini fáast við alarmskipan.
Vælegnað til barnafamiljur, almennar stovnar og fyritøkur. 2 ára garanti
Skálatrøð 14 Tel 30 10 20 · vlb@vlb.fo
Lásini fáast
eisini til
fingraavtrykk!
Veðurtíðindini frá
Vága Floghavn
umfata nú eisini
mesta og minsta hita,
sýnið og skýggjaloftið
VEðUr
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Á heimasíðuni hjá Vága
Floghavn hevur í longri tíð
verið gjørligt at síggja ætt
ina,
vindmegina,
hitan,
døggpunktið og lufttrýstið
máld hvønn tíma.
Nú er gjørligt eisini at
síggja mesta hita, minsta
hita, sýnið og skýggjaloftið
á heimasíðuni.
Til gagn fyri øll
Broytingin ber eisini í sær,
at upplýsingarnar nú eru
fyri hvønn hálva tíma í stað
in fyri hvønn tíma.
Harafturat síggjast upp
lýsingarnar í grafiskum
myndum, ið gevur eina
góða mynd av, hvussu broyt
ingin (tendensurin) í veðri
num hevur verið seinastu
12 tímarnar.
Veðurtíðindini eru fyrst
og fremst eitt ískoyti til tær
veðurupplýsingar, ið flog
manningarnar hava brúk
fyri, tá tær skullu til og úr
Vágum.
Tó kunnu fólk bæði á sjó
num og á landi eisini hava
gagn av hesum.
Veðurtíðindini finnast á
forsíðuni ella við at trýsta á
Veður í vinstru síðu á
www.floghavn.fo
Víðka veðurtíðindi frá Vága Floghavn
Slangorðabókin Hvista skal umboða Føroyar í donsku
kappingini Ung Virksomhed seinni í ár
Nummar trý í kappingini
Ungt Virki gjørdist virkið
Savon, ið hevur framleitt eina
sápu úr seyðatálg.