Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mars 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 54 - 17. mars 2008 Nýggja fløgan hjá Mariu Guttesen fær fýra stjørnir av seks í tónleikatíðarritinum Gaffa Sambært ummælaranum á Gaffa leggur stílurin á fløg­ uni ”Wide Open” seg tætt at Tina Dickow, meðan ís­ lendska Bjørk týðiliga ikki er fremmand fyri Mariu Guttesen. Kortini hevur Maria Guttesen sítt heilt egna út­ trykk við sínum bleyta og streingjandi vokali, verður sagt. Samanumtikið lýsir um­ mælarin Mariu Guttesen sum eina songkvinnu, ið er á tremur við ambitiónum, vilja, hjarta og ikki minst evni til at fáa tónleikin at flóta lættliga frá síni egnu sál til okkara. Maria Guttesen hevur eini serlig evni at fáa sín tónleik at flóta frá síni egnu sál til lurtarans, sambært ummælara á Gaffa, sum gevur fløguni fýra av seks møguligum stjørnum. ave Marian Guttesen gott ummæli í Gaffa Tónleikurin flýtur lættliga frá sálini hjá Mariu Guttesen til lurtarans, verður sagt í ummæli av ”Wide Open” í tónleikatíðarritinum Gaffa Búmerkið og nýggju leikbúnarnir hjá nýstovnaða fótbóltsfelagnum 07 Vestur vórðu avdúkað fríggjadagin Búmerki Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Fitt av fólk var komið sam­ an á Hotel Vágum, tá ný­ stovnaða fótbóltsfelagið, 07 Vestur fríggjadagin al­ mannakunngjørdi búmerk­ ið, leikbúnar og heimasíðu felagsins. Tað skrivar nýggja heima­ síðan hjá felagnum, sum er at finna á www.07vestur.fo, og sum Knassar hava snið­ givið. Vinnarar Herfyri skrivaði felagið út kapping um at tekna bú­ merki til 07 Vestur. Millum tey 15 uppskotini, sum komu inn, valdi nevndin uppskotið hjá Páll Joensen úr Miðvági at vera búmerkið hjá nýggja felagnum. Fyri avrikið fekk Páll Joensen handaðan ferðaseðil fyri tvey frá Atlantic Airways. Somuleiðis fekk vinnarin av navnakappingini, Jim Sonny Guttesen, gávukort fyri uppskotið til navnið hjá felagnum, 07 Vestur. Á samkomuni fríggjadag­ in vístu fýra leikarar eisini nýggju leikbúnarnar hjá felagnum, sum eru svartir við appelsingulum tali á rygginum. 07 Vestur fingið búmerki Páll Joensen úr Miðvági hevur teknað búmerkið hjá nýstovnaða fótbóltsfelagnum 07 Vestur www.joanisnielsen.fo Mánakvøldið 31. mars byrjar brúkaratátturin RIST í sjónvarpinum. Talan er um fimtan minuttir við brúkaratilfari hvørt mánakvøld, sum ein partur av Degi & Viku. Tað eru Georg L. Petersen og Bjarnheðin í Hoyvík, sum leggja til rættis Sjónvarp Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo ­ Eingin brúkari í Norður­ londum er so illa vardur sum tann føroyski. Tað vilja vit gera nakað við. Okkara endamál er at vera teirra amboð, um tey kenna seg órættvíst viðfarin. Vit seta okkum í teirra stað og veita eina tænastu. Tí er tað eisini av stórum týdningi, at fólk venda sær til okkum við teirra málum á teldupost­ adressuni rist@kringvarp. fo . Soleiðis sigur Georg L. Petersen í tíðindaskrivi frá Kringvarpinum um nýggju brúkarasendingina RIST. Hann sigur, at tey eisini koma við góðum ráðum um ymisk vanlig viðurskifti ­ tað kann vera hvussu ein best heingir kjøtið, steikir búffin, velur rætta vínið ella okkurt heilt annað. ­ Tátturin hevur fingið heitið RIST ­ vit kunnu rista í brúkaramálum, sálda tað góða frá tí ringa, rista lógarverkið, rista fólk sum ikki virða brúkaran og so framvegis, sigur Georg L. Petersen, sum saman við Bjarnheðin í Hoyvík leggur sendingina til rættis. Brúkarasending í Sjónvarpinum