Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-17, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mars 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 17. mars 2008 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Zacharias Stórá í Skopun andaðist á Áargarði fríggjadagin, 98 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Skopunar kirkju týsdagin kl.14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Zacharias, kunnu lata eina gávu til Skopunar kirkju. Jarðarferðin hjá Mariu Krabbenhøft, verður týsdagin klokkan 13 úr Vestmanna kirkju. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið ynskja at minnast Mariu, kunnu lata kirkjuni eina peningagávu. Kistan við Jógvan Hjaltason Joensen í Klaksvík fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mána­ kvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður Christians­ kirkjuni týsdagin klokkan 13.30. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at góði pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Hjalmar Heerup Danielsen Skála andaðist fríggjadagin 14. mars á Landssjúkrahúsinum. Farið verður úr kapellinum mánadagin 17. mars kl. 18 í Skála kirkju. Jarðarferðin verður týsdagin 18. mars kl. 14. Vegna tey avvarðandi Andrass, Pállfríða, Jóhanna og Pætur Tey, ið ynskja at minnast Hjalmar, kunnu lata Skála kirkju eina gávu Tað er tungt at koma heim og ikki síggja teg á hjørninum, sum vit plagdu at siga ­ og tú gekk niðan at fáa tær ein kaffimunn. Eg kom at kenna teg tá tú og Hallgerð livdu saman, og eg og Jannie komu inn til tykkum við okkara fýra smágentum. Altíð glaður og góður við tær. Men Hallgerð fór tíverri á ungum árum. Tú hevur verið trúfastur og vitja okk­ um. Børnini kallaðu teg fyri Víka­ abbi. Góði Poul Jóhannes, síðst eg tosaði við teg á sjúkrahúsinum, løgdu vit planir um at fara til Spania í summar at vitja Meinhardt og Viviann, men so skuldi ikki vera. Tveir dagar aft­ aná at eg kom niður aftur, fekk eg deyðsboðini av tær. Tað kennist hart at eg ongantíð skal síggja teg aftur. Eg veit at tú hevur tað gott har tú ert nú. Eg takki tykkum, Meinhardt, Vimu og Maibritt fyri, at tit hava verið so góð við gubba. Saknurin er stórur, eisini hjá tykkum Øgga, Niels og Mary, við størstu virðing og sakni, hvíl í friði. Bryngerð Minningarorð um okkara góða vin Poul Jóhannes í Horni Hósdagin 13. mars fylti Palli á Dul á Argjum 60 ár. Palli er best kendur frá sínum starvi sum el­inn­ leggjari og sum íðin B36 viðhaldsmaður. Føðingardagurin varð eisini hildin í B36­húsinum seinasta leygarkvøld. Palli er føddur og upp­ vaksin í Havn, sonur Astrid, f. Thomsen, ættað úr Pork­ eri, og Jákup á Dul úr Havn, sum doyði í 1960, 45 ára gamal. Starvsleiðin hjá Palla varð løgd, tá hann sum ung­ ur fór í læru sum elektrikari hjá P/F Leif Mohr. Eftir at hava arbeitt sum elektrikari í nøkur ár læt í hann upp el­ handilin Elektra í Dr. Jacob­ sensgøtu við el­hvítvørum og el­húsarhaldstólum. Handilin hevði hann frá 1974 til 1980. Síðan fór hann aftur í starv sum elektrikari hjá P/F Leif Mohr, til hann í 1982 fór til Danmarkar at taka prógv sum el­installatørur. Heimafturkomin stovnaði hann sína egnu elektrikara­ fyritøku, sum hann hevur rikið til 1. august 2007, tá hann tók við sum faklærari á el­deildini á Tekniska Skúla í Havn, og sonurin, Petur, yvirtók elektrikara­ fyritøkuna. Fótbóltsáhugin er helst komin av at pápabeiggin, Grímur á Dul, sum búði í grannalagnum, bjóðaði dreingjunum sum búðu har á leið (við Dr. Jacobsensgøtu, Grím Kambansgøtu og Bøgøtu, vanliga nevndir Bø­fressar) við sær í bilin­ um niðan í Gundadal til fótbóltsdystir. Grímur var kendur sum ein íðin B36­ ari. Umframt at Palli gongur upp í B36 við lív og sál, dámar honum eisini væl at vera á floti. Palli er giftur við Mariu, f. Gregersen av Argjum. Tey eiga børnini børn: Petur (35 ár) býr í Kirkjubø, Mari­ anna (30 ár) býr í Havn, og Jákup (28 ár) sum býr á Signabø. Abbabørnini eru fýra í tali. Palli á Dul 60 ár 25 nøvn Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæri Óla-Svenn Nolsøe doyði 15. mars á Landssjúkrahúsinum, 56 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin 19. mars kl. 13. Familjunnar vegna Eyðbjørg Johanna, Sonja og Katrin Tey, ið ynskja at minnast Óla-Svenn kunnu lata eina peningagávu til menning og eftirútbúgving av frískúlalærarum. Konta í peningastovnunum Pauli Næs maskinsmiður ættaður úr Nesi, Hvalba búsitandi í Havn andaðist sunnumorgunin 16. mars á Landssjúkrahúsinum, 83 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum mikudagin kl. 16.00. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hósdagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Lisa og børnini