Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-17, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mars 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 17. mars 2008 27 Stutt Sagt Løgreglu- menn vóru drápsmenn Ein dómstólur í Ukraina hevur dømt tríggjar fyrr­ verandi løgreglumenn sek­ ar í at hava beint fyri blað­ manninum Georgiy Gon­ gadze. Ein av monnunum fekk 13 ára fongsul, og felagar hansara skulu sita 12 ár í fongsli. Georgiy Gongadze, sum var kendur fyri sínar atfinningarsomu greinar um ukrainska stýrið og fyrrverandi forsetan Leonid Kutchma, hvarv í sep­tembur í 2000. Tveir mánaðir seinni var líkið funnið høvuðleyst í einum skógi, og hóast umfatandi leiting er høvdið ongantíð funnið. Undir kanningunum kom løgreglan fram á ymiskt, sum bendi á, at Leonid Kutchma, sum fór frá í 2004, hevði havt samband við morðið á Georgiy Gongadze, men tað hevur hann avsannað. McCain í Irak Komandi forsetavalevnið hjá rep­ublikanarunum í USA, John McCain, kom í gjár til irakska høvuðs­ staðin Bagdad at vitja. Hetta er áttandu ferð, at McCain vitjar Irak síðani innrásina í 2003. Á vitjan­ ini skal McCain tosa við amerikonsku ovastarnar í Irak, og hann ætlar sær ser­ liga at fáa up­p­lýsingar um, hvønn mun tað hevur gjørt, at USA sendi 30.000 her­ menn aftur til Irak í fjør. McCain var sjálvur ein av forsp­rákarunum fyri at senda hermenninar avstað. Funnu gamalt herskip Kavarar, sum hava leitað eftir vrakinum av einum avstralskum herskip­i, hava nú funnið vrakið av tí týska herskip­inum, sum søkti avstralska skip­ið undir seinna heimsbardaga. Tann 19. novembur í 1941 brustu týska herskip­ið DKM Komoran og tað avstralska HMAS Sidney saman úti fyri avstralsku vesturstrond­ ini. Tað avstralska skip­ið sakk, og øll manningin, 645 mans, doyði. Tað týska skip­ið sakk eisini, men tað eydnaðist 317 av teimum 397 týskarunum at bjarga sær inn á land, har teir vórðu tiknir og settir í krígsfangalegu. Leitingin eftir vrakinum av HMAS Sidney heldur fram. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Kinesarar brúka makt fyri at fáa frið í Tibet, og hetta er mentanarligt fólkadráp - tilætlað ella ei (Dalai Lama) útlond Fýra NATO- hermenn doyðu í einari sjálv­­morðs- atsókn í Afghanist- an í morgun. Tv­­eir teirra v­­óru danir Teir fýra NATO­hermennin­ ir vóru úr teirri sokallaðu CIMIC­deildini, sum ar­ beiðir við at endurreisa Afghanistan. Teir vóru í býnum Gereshk har suðuri í Helmand­økinum, tá ein bumba brast tætt hjá teim­ um. NATO­leiðslan í Af­ ghanistan heldur, at talan var um eina sjálvmorðs­ bumbu, og Taleban kunn­ gjørdi fyrrap­artin, at rørslan hevði ábyrgdina av atsókn­ ini í Gereshk. Ein danur hermaður varð særdur í atsóknini í morgun. Frammanundan ligger ein danskur hermaður á einum hernaðarsjúkrahúsi í Kandahar. Hann varð særd­ ur í gjár, tá deild hansara var á kanningarferð í Up­p­er Gereshk Valley. Danmark hevur havt her­ menn í Afghanistan síðani januar í 2002, og síðani 2006 hava teir havt støð í Helmand­økinum har suð­ uri í landinum. Tíggju danskir hermenn hava latið lív í Afghanistan. Í løtuni hevur Danmark 550 hermenn í NATO­deild­ ini í Afghanistan. Í gjár v­­óru 40 ár liðin, síðani ein amerikonsk herdeild myrdi meiri enn 500 menn, kv­­innur og børn í v­­ietnamesisku bygdini My Lai Herdeilidn hevði fingið at vita, at bara limir í up­p­­ reistrarrørsluni Vietcong vóru í bygdini, men so var ikki. Av tilvild kom ein ameri­ konsk rannsóknartyrla framvið. Teir tríggir menn­ inir í tyrluni sóu, hvat var á vási. Teir gjørdu av at seta tyrluna ímillum ameri­ konsku hermenninar og bygdarfólkið, og meðan tveir av manningini vendu sínumm maskinbyrsum ímóti sínum landsmonnum, eydnaðist tað tyrluskip­ar­ anum at fáa ovastan hjá herdeildini at steðga álop­i­ num. Ovastin fyri deildini, sum leyp­ á My Lai, loyt­ nanturin William Calley, varð í 1971 dømdur lív­ langt fongsul fyri hóp­­ dráp­ið. Richard Nixon, forseti, broytti dómin til 20 ára fongsul, men William Calley varð latin leysur trý ár seinni. Kreppan á ameri- kanska fíggjarmarkn- aðinum er v­­erri, enn v­­it hav­­a giv­­ið okkum far um, heldur danski búskaparfrøðingurin Jes Asmussen Tað komu tvinni hugvekj­ andi tíðindi yvir um Atlants­ havið um vikuskiftið. Fyrst boðaði fíggingarfelagið JP Morgan frá, at tað hevði yvirtikið p­artabrøvini í stór­ bankanum Bear Stearns við at rinda tveir dollarar fyri hvørt p­artabrævið, og løtu seinni kunngjørdi ameri­ kanski tjóðbankin, at hann hevði gjørt av at lækka diskontorentuna. ­ Tað er eingin ivi um, at hetta eru álvarssom tíðindi, sigur leiðandi búskap­arfrøð­ ingurin hjá danska Hand­ elsbanken, Jes Asmussen, við Børsen. Hann sigur, at tað tykist, sum at ameri­ kanski tjóðbankin er við at missa tamarhaldið á støð­ uni, og at hann roynir at loysa hvønn trup­ulleika fyri seg. Jes Asmussen vísir samstundis á, at amerikanski tjóðbankin hevur gjørt av at lata fíggingarfyritøkurnar læna frá sjálvum tjóðbanka­ num. ­ Eitt tílíkt stig hava vit ikki sæð síðani skrædlið í USA í 1930­unum, og tað vísir, hvussu álvarssom støðan er, sigur búskap­ar­ frøðingurin hjá Handils­ bankanum við Børsen. Ben Bernanke, stjóri í amerikanska tjóðbankanum (myndin) er um at missa tamarhaldið á støðuni í USA, heldur Jes Asmussen Danmark aftur mist hermenn í Afghanistan Danmark hevur nú mist 10 hermenn í Afghanistan síðani 2002 (Mynd: DR) 40 ár síðani My Mai Lawrence Colburn var við tyrluni, sum fekk steðgað hópdrápinum í My Lai. Í gjár var hann aftur í My Lai og hitti millum annað ein av bygdarmonnunum, sum hann bjargaði fyri 40 árum síðani (Mynd: AP) Búskaparstøðan í USA verri enn hildið