týsdagur 18. mars 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 55 - 18. mars 2008
Fólk í hópatali keypa
sangin ”Ramt I
Natten” hjá føroysku
Lizzie gjøgnum
alnetið. Hon nærkast
størstu søluni, sum
nakrantíð hevur verið
í Danmark
TÓNLEIKUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
- Sølan vísir, at hátturin við
at keypa sangir av alnetinum
av álvara hevur bitið seg
fastan. Fólk vilja hava hitt-
ið, og er sangurin góður, so
vilja tey fegin gjalda fyri
hann eisini.
Tað gongur strúkandi við
yrkisleiðini
hjá
Lizzie.
Sangurin ”Ramt i Natten”
gongur sum heitt breyð mill-
um danir, og gongur alt
sum ætlað, so skrivar føroy-
ingurin søgu komandi vik-
una. Hon nærkast nú sínum
triðja platin.
Platin fær ein tónleikari,
tá hann ella hon hevur selt
15.000 eintøk. Lizzie hevur
við sanginum ”Ramt í Natt-
en” ikki selt færri enn
42.500 og manglar tískil
lítið í, áðrenn hon kann fáa
sítt triðja platin-status. Talið
er metstórt í Danmark, tí
ongantíð áður hava so nógv
keypt ein sang umvegis
alnetið. Felagið ArtPeople
væntar, at hetta megnar hon
ta komandi vikuna.
- Vit eru bæði fegin og
sera, sera errin, sigur Thom-
as Broge-Starck frá Art
People við heimasíðuna
www.jp.dk
Lizzie skrivar søgu