Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 55 - 18. mars 2008 Ikki bert foreldur, men eisini fleiri onnur høvdu leitað sær niða í skúlan í Nólsoy í gjár, har fimleikarar frá trý til tíggju ára aldur høvdu framsýning FIMLEIKAFRAM­ SÝNING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir:Vibeke Joensen Tey hava møtt trúliga upp allan vetur. Trettan børn í aldrinum frá trý upp í tíggju ár hava gingið til fimleik í 20 vikur í vetur, og í gjár var so slutt­ að av við einari framsýning í fimleikahøllini í skúlanum í Nólsoy. Børnini vórðu býtt upp í tveir aldursbólkar. Í hesum aldrinum er jú so stórur munur á, hvat eitt tíggju ára gamalt barn kann gera, og hvat eitt tríára gamalt kann. Tað er Heidi Pedersen, ættað av Bornholm, men búsitandi í Nólsoy, sum hev­ ur havt børnini í fimleiki, og hetta er triðja árið á rað, at hon stendur fyri hesum. Tað sást á øllum brøgdum, at børnini vóru spent, men eisini eitt sindur smæðin. Onkur av fimleikarunum var enntá so smæðin, at nógvu áskoðararnir gjørdust ov mikið. Men børnini gingu upp í framsýningina við lív og sál, og stuttligt var at síggja, hvussu væl alt riggaði, serliga tá hugsað verður um motorikkin hjá so ungum børnum. Rættiliga fitt av fólki var og hugdi at, fyrst og fremst forelsur og familja annars, men eisini onnur, sum ikki høvdu nakað beinleiðis til­ knýti til nakað av børnun­ um. Talan var um tríggjar seri­ ur, eina fyri eldra bólkin, eina fyri yngra og eina saman. Framsýningin vardi í hálvan tíma, og aftaná vóru kaffi og køkur til mongu áskoðararnar. Og børnini – tey vóru vælnøgd, serliga tí tey fingu ein posa av góðgæti í part eftir framsýningina. Yngri bólkurin, f.v.: Tinna, Silja og Sóley. Húkandi: Fríða, Petur, Jósef og Beinta Bólkarnir gjørdu hvør sína seriu, umframt hesa saman Eldri bólkurin, f.v.: Emma, Bjørg og Bjørt. Húkandi: Sólja, Rikard og Alda Smáir fim- leikarar Yngstu fimleikararnir, tríára gomlu Jósef og Petur