mánadagur 17. mars 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 17. mars 2008
35
Móttøka
Í sambandi við at Sólrun Michelsen tann 11.
mars 2008 fylti 60 ár, og at hon tann 1. apríl
2008 fer frá sum stjóri, bjóða vit samstarvs-
feløgum, vinum og kenningum til móttøku í
virkisbygningi okkara á Hoyvíksvegi 74
mikudagin 19. mars 2008
kl. 16.00 til 18.00.
P/F Poul Michelsen
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur.
Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallarmál, herundir tyrlupallar.
[Endurlýsing]
Set tíni fingramerki á føroyska bygging
Vilt tú bjóða tær sjálvum av og seta varðar eftir teg við
stórverkum og stásiligum bygningum, so letur Landsverk
dyrnar upp fyri tær við einum spennandi og avbjóðandi
starvi sum deildarleiðari á bygningadeildini.
Høvuðsuppgávur
Saman við dugnaligum starvsfeløgum verður tú við til at:
· greina og raðfesta nýbygging og viðlíkahald við atliti at
funktionaliteti, estetikki og góðsku.
· góðkenna verkætlanir og taka støðu til møguligar
broytingar, umframt viðgera onnur byggimál, har bygging,
bygningar, lendi og formlist eru partur av viðgerðini.
· uppbyggja ein politikk fyri almenna byggilist.
· fyrireika og samskipa landsbyggireglugerð fyri Føroyar.
· menna eitt kreativt arbeiðsumhvørvi.
Førleikakrøv
Tú ert útbúgvin arkitektur, byggifrøðingur, verkfrøðingur ella
líknandi. Leiðsluroyndir og aðrar royndir frá verkætlanum í
byggivinnuni er ein fyrimunur. Vit leggja dent á dygd og
góðar loysnir, og vørumerki títt er tískil dugnasemi og
nærlagni, har tú sum arbeiðsfúsur viðleikari gevur títt íkast
til arbeiðsplássið og ta røttu byggingina.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Deildarleiðari til bygningadeildina á Landsverki
Umsóknir
Umsóknir við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verða at senda til lv@lv.fo ella til Landsverk, postsmoga 78, 110 Tórshavn,
og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. mars, 2008. Merk umsóknina „Deildarleiðari bygningadeildin“ og viðmerk í
umsóknini, hvar tú hevur sæð starvslýsingina. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Oyvind Brimnes, stjóra, á 540 801 ella ob@lv.fo.
um...