Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 56 - 19. mars 2008 Hurtigruten kreppufund Tað gongur so mikið illa hjá norska reiðarínum Hurtigruten, at í vikuni kravdu nakrir av teimum stóru eigarunum kreppufund við bankan DnB Nor, sum fíggjar raksturin hjá reiðarínum. Hurtigruten hevur havt hall, og virðið á felagnum er minkað 40 prosent. Á kreppufundinum varð millum annað tosað um at selja ein part av felagnum og at fáa nýggjan sáttmála við fíggingarstovnarnar. Reiðaríið skyldar einum bankasamtaki 3,3 mia. krónur. Skulu tingast við ES Tað er líkt til, at altsamt fleiri íslendingar halda, at stjórnin í Reykjavík eigur at venda sær til Bruxelles fyri at kanna møguleikarnar og ikki minst treytirnar fyri limaskapi í samveldinum. Í gjár samtykti ungmannafelagið hjá Framsóknarflokkinum, at spurningurin verður lagdur út til fólkaatkvøðu. Felagið heldur, at fólkaatkvøðan kann leggjast saman við forsetavalinum í juni. Sjálvt samráðingarúrslitið skal eisini til fólkaatkvøðu, sigur SUF. Nú navigatørar og mask­inmenn eru farnir við Carlton, meðan dek­k­arar eru í landi, k­ann hetta k­oma at sk­apa ein misstemning millum manningina, tá ið við­ ursk­iftini eru k­omin upp á pláss aftur Carlton Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú Carlton er til fiskiskap, meðan stríð er millum reið­ aran, Hanus Hansen og Føroya Fiskimannafelag um býtisprosent, eru 5 dekkarar og kokkur í landi. Dekkarar, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at teir høvdu ikki væntað, at reið­ arin fór at loysa skipið, með­ an ósemja var um býtis­ prosent. ­ Nei, tað høvdu vit ikki væntað, og lítið er at ivast í, at navigatørar og maskin­ menn hava kent seg noyddar at loysa, tá ið reiðarin vildi hava teir at fara avstað. Gott samanhald Sum skilst, hevur sera gott samanhald verið umborð á Carlton og teir, sum nú eru í landi, vóna, at alt verður, sum tað var frammanundan, tá ið viðurskiftini koma upp á pláss aftur. ­ Stemningurin hevur ver­ ið góður, og vit hava verið sum ein familja. Okkara ynski er, at alt verður, sum tað var. Dekkarar, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at vin­ skapurin millum fólkið umborð hevur verið stórur. ­ Nú skipið er til fiskiskap uttan limir úr Føroya Fiski­ mannafelag, er eitt nú nav­ igatørurin Ivan Holm við, meðan hálvbróðurin Benny Holm er í landi sum dekkari. Aðrir menn eru bestu vin­ menn, men í løtuni eru kanska annar umborð – og hin í landi. Nakrir av manningini vóru eisini við Sheanne, núverandi Carlton, tá ið Bjarti Mohr átti skipið. ­ Býtisprosentið hjá mann­ ingini hevur øll árini verið 27. Á fyrsta túri eftir, at Hanus Hansen keypti skip­ ið, vórðu vit eisini avrokn­ aðir eftir hesum prosenti, men síðan fór prosentið niður á 23,24. Dekkararnir halda, at teir hava gjørt sítt til fyri at fáa eina loysn. ­ Longu fyri meira enn einum ári síðan søgdu vit, at vit kundu gingið við til eina minni lækking, um hetta galt alla manningina, men summir av yvirmonn­ unum hava ikki viljað ging­ ið við til hetta. Tað hevur annars ljóðað, at yvirmenninir eru farnir niður í hýru. ­ Men hetta er ikki rætt. Skiparin fekk áður 1,6 part av 27% umframt frítíðarløn, men í dag fær hann 2,75% av 20. Tað gevur honum umleið 12.000 krónur meira fyri hvørja miljón – og soleiðis eingin lækking. Vantandi uppgerð Dekkararnir siga, at Hanus Hansen fleiri ferðir hevur róð fram undir, at býtispro­ sentið er hægri, enn skipið kann bera, men við tað, at tað hevur gingið so striltið við at fáa uppgerð, hevur verið torført at fylgt neyvt við, hvussu veruliga støðan hevur verið. ­ Vit hava ikki viljað gjørt nakra avtalu við reiðaran um lægri býtisprosent, tí vit hava ikki hildið okkum havt heimild til hetta. Slíkar avtalur skulu ganga um fak­ felagið hjá okkum, sum er Føroya Fiskimannafelag. Hetta hevur borið til áður, eitt nú á sildaveiði, og hví skal tað ikki bera til nú, um reiðari og felag meta, at grundarlag er fyri hesum. Dekkarar siga, at munurin millum tey 27% og tey 23,24%, sum reiðarin hevur goldið yvir longri tíð, snýr seg um eina lítla miljón krón­ ur. ­ Vit hava nú latið sakfør­ ara málið, og stevnt verður eftir hesi upphædd, men enn vita vit ikki, hvussu málið fer at tørna út. Misstemningur Dekkarar siga, at reiðarin vil ikki siga monnunum, sum eru í landi, úr starvi, tí annars noyðist hann at rinda teimum tað, sum svarar til minstuløn í tveir mánaðir. ­ Vit hava sagt, at skulu vit umborð aftur, tá ið stríð­ ið um býtisprosentið er av, skal hetta, sum er hent, ikki fáa nakrar fylgjur fyri okk­ um. Vit eru til reiðarar at fara umborð aftur, tá ið mál­ ið er loyst – og síðan tosað vit ikki meira um tað, sum liggur aftanfyri. Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Høj­ gaard, hevur sagt, at um felagið slakar við býtispros­ entinum fyri manningina við Carlton, er lítil ivi um, at aðrir skipabólkar eisini fara at leggja upp til eitt lægri býtisprosent. ­ Hesum eru vit als ikki ósamdir í. Vandi er fyri, at eftir reiðaran á Carlton koma teir, sum eiga djúp­ vatnstrolarar, ísfiskatrolarar og línuskip. Í aðrar mátar halda dekkar­ arnir, at vandi er fyri, at gamli eigarin av Carlton, Bjarti Mohr, sum fleiri ferðir royndi at fáa býtisprosentið niður, fer at krevja endurgjald fyri ov nógv goldna hýru. ­ Hóast reiðarin hevur goldið eitt lægri býtispros­ ent, eigar vit kortini fleiri túrar til góðar hjá felagnum. Vit hava landað seks ferðir í ár, men hava bara fingið fyri tveir av túrunum, siga dekkarar, sum Sosialurin hevur tosað við. Alt umborð Nú dekkararnir á Carlton hava gingið heima, hevur onkur fingið í boði at gera onkran avloysaratúr við øðr­ um skipum, men hetta hev­ ur verið lættari sagt enn gjørt, um teir nú vildu tað. ­ Alt hjá okkum liggur umborð á skipinum, bæði pass, heilsubræv, sjóklæði og annað, og tí er ikki lætt hjá monnum at taka nakran túr. Líkt er tó til, at teir flestu neyvan høvdu farið nakran túr beint í løtuni, tí teir held­ ur vilja bíða og síggja, hvussu leikur fer í trætuni millum reiðaran, Hanus Hansen og Føroya Fiskimannafelag. Misstemningur millum manning - Vit hava sagt, at skulu vit umborð aftur, tá ið stríðið um býtisprosentið er av, skal hetta, sum er hent, ikki fáa nakrar fylgjur fyri okkum. Vit eru til reiðarar at fara umborð aftur, tá ið málið er loyst – og síðan tosað vit ikki meira um tað, sum liggur aftanfyri, siga dekkarar, sum bíða eftir loysn í trætuni um býtisprosent Mynd: Skipalistin