mikudagur 19. mars 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 19. mars 2008
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Ebba Petersen andaðist á Landssjúkrahúsinum
leygardagin, 93 ára gomul. Kistan fer úr Lands
sjúkrahúskapelinum mikukvøldið klokkan 18.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hósdagin
klokkan 15.
Jóhannes C. Michelsen, vanliga nevndur Lill,
andaðist á Landssjúkrahúsinum pálmasunnudag,
89 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Kirkju
garðskapellinum langafríggjadag 21. mars kl. 15.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu,
tá okkara kæra mamma, vermamma, omma
og langomma
Frida Katrina Hansen
(Trina)
í Árnafirði
andaðist og fór til gravar.
Tøkk til starvsfólkið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Tøkk til prestar, kirkjutænarar, sangarar, berarar
og tykkum, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum.
Tøkk fyri kransar, blómur og gávur til Árnafjarðar
kirkju, og tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Gleðiligar páskir, øll somul.
Familjunnar vegna
Oddbjørg og Esmar
Sunnudagin 16. mars doyði Johannes
C. Michelsen, 89 ára gamal.
Lill, sum vit vanliga róptu hann,
var av Dalólastovufólkunum frá
faðirssíðu og úr móðurætt úr Funn
ingsstovu. Foreldur hansara, Hilda í
Funningsstovu
og
Johannes
í
Dalólastovu, vóru bæði, sum skilst,
av havnarætt. Tað er kanska ikki ov
nógv at nevna, at hetta hevur ikki
ongan týdning, tá talað verður um
ættarfólk.
Tey vóru trý systkin, umframt Lill
vóru tey Petur Michelsen, byggi
meistari, sum var giftur Bette úr
Øravík og áttu tey sonin, Eirik. Systir
Lill var Hanna, ið var gift við Igolf
Olsen, sum í nógv ár var radio
mekanikari hjá Vellejus. Hanna og
Ingolf áttu børnini Finn, Hans Jørgen
og Hildur.
Vit sum minnast foreldur hansara
hava bert havt gott at bera teimum,
og hjá vanligum havnarfólki, eru tey,
Funningsstovufólkini og Dalóla
stovufólkini, kend fólk.
Lill hevur tikið lut í nógvum felags
arbeiði – ella vit kunnu siga tað
eisini á tann hátt, at ungdómurin í
hansara tíð hevði eitt rættuliga gott
samanhald, tey kendu ikki bara
hvønn annan, men tey høvdu nógv
til felags, bæði í ítrótti o. ø. Lill kom
skjótt upp í ymiskar felagsskapir.
Hann var avhaldsmaður og var tað
alt sítt lív, kom tíðliga – um ferming
araldur – upp í Havnar Avhaldsfelag,
har hann var rættuliga virkin, tí tað
hevur altið verið futtur í honum. Tað
sum hann serliga tók sær av í felags
lívinum var, tá okkurt praktiskt
skuldi fáast frá hondini. Har ikki at
gloyma hansara stak evni at fáa
neyðugvar uppgávur frá hondini.
Tað gamla Avhaldsfelagið hevði
eini stór felagshús í tí vit kalla
Avhaldsbrekkuni, beint yvir av
Gamla Bókhandli, nú partur av Hotel
Hafnia. Har var hann ein týðandi
stuðul, nevndarlimur og ein av
teimum, sum altíð var til taks, tá ein
i hond skuldi takast í.
Tað er nokk tað vit kunnu siga um
Lill í so nógvum, tí hann er ein av
teimum trúgvu losjulimunum og ikki
minst har hevur hann tikið hond í at
fáa felagsbygingin fyri ein stóran
part til tað, sum hann er í dag – ein
hugnaligur og vælegnaður, sum fram
vegis karmur um virksemið hjá
Losjuni í Havn.
Á yngru árum var Lill sjálvsagt
sera virkin í ymiskum felagsvirksemi,
ungdómsvirksemi o. s. fr. Teir vóru
nógvar útferðir, fundir kring í landin
um, sum savnaði eina rúgvu av
fólki.
So er ikki at gloyma fótbóltsfelagið
B36 – har var hann ein av stovnarun
um, og tær røturnar til fótbóltin
gjøgnum B36 vóru altíð dýrabærar
hjá honum.
Vit sum ikki hava júst hasi evnini
at at blæsa okkum upp um fótbólt,
vóru sjálvsagt ikki so heilt interess
ant, tá tað snúði seg um at tosa við
um leikin á fótbóltsvølli.
Í ungu árunum var stórt felags
virksemi, serliga í Losjuni. Tað var
ungmannadeildin, sum tá var tað
stóra trekkplástrið, og har kom nógv
ur ungdómur. Alt summarið vóru
nógvar útferðir og tiltøk, og sjónleikir
vórðu nógvir førdir fram í Havn tá.
Ungmannadeildin hevði nógv ár
eftir krígslok fleiri sjónleikir á palli í
sjónleikarhúsinum, og har var Lill
ein av leikarunum. Í Tempulriddara
Ordaninum var Lill eisini ein av
ídnastu stuðlunum.
Lill varð útbúgvin rørleggjari.
Hann var nógv ár hjá Mariu Poulsen.
Hann fór síðani undir egið virki,
Demich, sum helt til uppi á Tinghús
vegnum. Seinni høvdu teir eisini
handil í niðaru hædd í Losjubygning
inum.
Lill var býráðslimur í sekstiárunum,
har hann umboðaði Sambandsflokkin.
Var m. a. formaður í teknisku nevnd.
Lill var giftur Fíu, dóttir Lenu og
Sámal Debes á Tinghúsvegnuum í
Havn. Lena var ættað úr Funningi,
Sámal var havnarmaður. Fía doyði í
1996.
jl
Johannes C. Michelsen
– Lill – farin
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið kæri
pápi okkara
Martin Heinesen
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum á Klaksvíkar sjúkrahúsi, ið vóru so
væl um hann síðstu tíðina.
Tøkk til prest, kirkjutænarar, berarar og sangarar.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur
til Christianskirkjuna.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Asbjørn og Henny
Dagurin
20. mars. Pálmasunnudagur og dymbildagavikan
byrjar. Gordius, deyður umleið 300. Rómverskur
hermaður, sum gjørdist kristin og varð tikin av døgum.
21. mars. Vársjavndøgur. Tvær ferðir um árið eru sólin
og jørðin staddar soleiðis hvør móti aðrari, at dagur og
nátt eru líka long.
22. mars. Páll biskupur, deyður umleið ár 250. Talan
er ikki um ápostulin, men um ein biskup í Narbonne í
Fraklandi við sama navni. Er eitt av teimum fyrstu døm
unum um ein biskup, sum ikki doyði blóðvitnisdeyðan.
23. mars. Fidelis. Sigst at vera halgimenni, sum varð
tikið av døgum í Afriku í 5. øld, men annars vita teir
einki um hann. Fidelis merkir tann trúfasti. Rasmus
Effersøe doyði hendan dagin í 1916.
24. mars. Ulrika. Teir vita ikki, hvønn hetta halginavnið
sipar til. Týska navnið Ulrikus kemur av uodal, ið er
sama orð sum óðal, rikus merkir eyður.
25. mars. Mariumessa um várið. Til minnis um, at
eingilin Gabriel boðaði Mariu Moy frá, at hon skuldi
bera frelsaran í heim (Lukas 1, 2638). Grikska navnið
navnið Maria er tað sama sum hebráiska Mirjam, týdn
ingurin er ókendur. Venceslaus Ulricus Hammershaimb
varð føddur hendan dagin í 1819.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan
hátt sýndu samkenslu og stórt hjálpsemi, tá kæra
mamma, vermamma, omma og systir okkara
Ragnhild Poulsen
Skipanes
varð sjúk, doyði og varð jarðað.
Takk fyri góð orð í heimi og kirkju.
Takk fyri blómur og kransar og takk øll tit, sum
luttóku við jarðarferðina.
Familjunnar vegna
Dánial og Kára