mikudagur 19. mars 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
19
nr. 56 • 19. mars 2008
Petur eisini! Tá vísti tað seg, at
abbin var Gabriel, og tey bæði
vóru trýmenningar. Sanniliga er
heimurin lítil.
Petronella var abbadóttir Skipar
Hansen. Sonur hansara Christian
Rosenmeier Hansen f. 1811 fór
norð á Trøllanes sum húskallur.
Hann giftist við Malenu úr Inni
stovu, og tey búsettust í Uppistovu.
Tey eru fysta ættarlið hjá núver
andi Wollesættini í Uppistovu.
Skipar Hansen fekk sín leiklut í
Føroya søgu, tá ið Brillumaðurin
herjaði í 1808.
Hetta ár komu fleiri skip inn
á Havnina og søgdu seg at vera
fronsk, og sum vildu verja okkum
móti enskum ófriðarkroppum.
Tey vístu seg at vera enskir
sjórænarar.
Eitt av hesum skipum var skipið
hjá Brillumanninum. Upprunaliga
varð hann hildin at vera fransur,
og tí varð hann væl móttikin í
fyrsta umfari.
Skipar Hansen hevði verið
umborð fyrr um dagin. Honum
mundi ikki dáma skilið, og hann
slapp sær í land og niðan í hagan
at krógva seg. Brillumaðurin
kom í land og vildi hitta Skipar
Hansen. Tá hann ikki var at finna,
spann øði í Brillumannin. Hann
kravdi at fáa hendur á Skipar
Hansen í stundini, ella vildi hann
seta eld á Havnina. Tað fór hvør
maður at leita, og at enda var
hann funnin uppi við Tarvastein,
har hann hevði krógvað seg. Teir
fara í skundi oman til Havnar við
honum, men tá var Brillumaðurin
longu farin at skjóta við kanónum
inn á Havnina. Teir fingu so
Skipar Hansen umborð og skipið
fór avstað.
Tá ið Brillumaðurin í august
kom siglandi fram við Føroyum,
lat hann menn sínar seta
Skipar Hansen á Dalsfles. Tað
var takkarlønin fyri, at hann
hevði stýrt skipinum gjøgnum
váðasjógv, bæði her og uppi undir
íslandi.
Til alla lukku fingu dalbingar
eyga á hann og kundu bjarga
honum, men tá var hann nærum
deyður.
Faðirættin av Lakjuni
í Fuglafirði
Pápi Hans Petur var kallaður
Fuglafjarða Jákup, og sum
tað liggur í heitinum var hann
ættaður úr Fuglafirði. Aðrir brøður
Jákup vóru Jógvan, sum búsettist
á Lakjuni í Fuglafirði, Líggjas,
sum giftist til Hellurnar og Johan.
Systrarnar vóru Poulina, sum
giftist á Stongunum í Klaksvík
og Súsanna, sum giftist á Rætt
í Syðrugøtu. Hon átti eisini
ein Hans Petur, sum giftist til
Fuglafjarðar. Tískil er ættin í
Fuglafirði sera stór.
Johan bleiv starblindur 36 ára
gamal. Einaferð Jákup kom til
Fuglafjarðar at ferðast, fór Johan
við honum til Lorvíkar, og her kom
hann at verða til hann doyði 72
ára gamal.
Jákup var yngstur av systkjun
um. Foreldrini Poul og Margretha
doyðu ung, og Jákup fór sum 9
ára gamal til Húsar, har hann var
at vera hjá Hanusi á Heygnum.
Tey vóru barnleys, men tað var
fitt av jørð, 3 merkur, í húsinum.
Illa longdist Jákupi aftur til Fugla
fjarðar. Hann plagdi javnan at
fara niðan Brekku, so hann kundi
síggja inn á heimbygdina. Jákup
var so á Húsum inntil hann giftist.
Giftist til Lorvíkar
Jákup giftist inn á Mýru í Lorvík.
Maðurin í húsinum var druknaður
á Norðhavinum. Kona hansara
Marin Malena var av Viðareiði,
og var flutt aftur til Viðareiðis. Í
húsinum vóru 23 gyllin í jørð, og
foreldrini hjá Hans Petur keyptu
hús og jørð. Afturat hesum átti
Johan tríggjar gyllin, so tey vóru
ikki sør í so máta. Tilsamans vóru
sjey gyllin í húsinum. Tey fingu 14
seyðir á hesi jørðini, og gav hetta
nóg mikið av kjøti til húsið.
Pápin fekk Óla bónda at gera
sær bát. So gott útróðrarpláss,
sum Lorvík var, merkti hetta, at
tey altíð høvdu nóg mikið av fiski.
Tískil høvdu tey ongantíð
handilsskuld. Okkurt oyra áttu tey
eisini. Hans Petur minnist enntá,
at tey hava átt gullpengar. Tann
seinasti av hesum peningi varð
nýttur til klokkuna, sum hann og
Gretha, systirin, keyptu til húsið.
Hon varð blivin í ólagi men varð
afturgjørd av Johan David á
Fløtum í Norðragøtu, sum var ein
snillingur á mongum økjum, eisini
við urum og klokkum. Hann var
annars verfaðir Mallu, dóttir Poul
Andreas, beiggja Hans Petur.
Systkini hjá Hans Petur vóru
Petronella, Poul Andreas, Hans
ina, Gretha, Sylverius og Jákup
Frederik. Her kann vera nevnt, at
Gretha búði niðru, hon gjørdist 103
ára gomul. Hon átti sonin Egon,
sum arbeiddi sum tannteknikkari í
Føroyum í fleiri ár.
Gretha fór ung niður. Hon hevði
tænt hjá stjóranum í Føroya
Banka árini 19101921 G. M.
Havsteen. Tá ið hann flutti aftur
til Danmarkar, varð hon biðin um
at koma við.
Til lands í Íslandi
Pápin plagdi at vera til lands í
Íslandi eins og tað var vanligt
hjá nógvum føroyingum og eisini
lorvíkingum tá í tíðini. Tað vóru
tvey kompaní úr Lorvík, sum
plagdu at vera til lands, og hetta
var serliga á Vattarnesi. Hetta
merkti, at teir búðu í landi og
avreiddu hvønn dag eins og
vanligt framvegis er við útróðri.
Farið varð á vári við rutuskipi til
Íslands og komið varð heim aftur
á heysti.
Hans Petur var eisini við
til lands á Vattarnesi eitt ár,
hetta var í 1931. Tá høvdu teir
maskinbát, sum kallaðist Grani.
Landformaður var Johannes
Johannesen, vanliga kallaður
Lorvíks Jóannes, sum var ein
av vinnulívsmonnunum í Lorvík
fyrra partin í hini øldini. Hann
átti skipini Arizonu, Ortario og
Kristionnu. Hann hevði handil, og
hann turkaði fisk. Tá vóru heilt
aðrar umstøður enn vit kenna.
Fyrstu tíðina turkaði hann fiskin
heima í síni egnu stovu við at
hanga fiskin upp undir loftið!
Men tíverri doyðu hann og
sonurin Kristian við Kristionnu
undir krígnum, tá ið teir fóru til
Bretlands við fiski.
Úrtøkan fyri summarið var
kr. 495, sum tá var ein góður
eysturlandstúrur við skipi. Teir
royndu nokk so víða. Sera nógv
royndu teir sunnanfyri oyggj, sum
kallaðist Skrúvan. Her var nógvur
sildafiskur, sum stóð í klettin.
Dýpið var ikki tað stóra, bert 10
favnar, so hetta var lætt fiskarí.
Útróður til lands í Íslandi var
í síni tíð ein týðandi partur av
okkara fiskiveiðu. Tað er nakað
skrivað um tað. Sámal Johansen
skrivaði bókina Til Lands, og
FFblaðið hevur eisini havt
frágreiðingar um hendan útróður
í samband við vitjan í 2003 á
gomlu útróðrarplássunum.
Her kann verða nevnt nakað av
tí, sum Jóan Jakku á Gerðismørk
greiðir frá í bókini hjá Sámali
um útróður á Vattranesi. Tað,
sum Sámal skrivar, er eisini
galdandi fyri Hans Petur, tí teir
vóru samstundis á Vattarnesi í
1931. Frammanundan var Jóan
Jakku saman við pápa Hans Petur
Jákupi har.
Kosturin var vánaligur, men eitt
gott var, at teir fingu so nógvan
fugl. Beint uttanfyri var ein lítil
Foreldrini hjá Hans Petur vóru Jákup og Malan
Hans Petur sum ungur
Petronella, omma Hans Petur, kom av Trøllanesi.
Hon var abbadóttir Skipar Hansen
Hans Petur var nógv undir Íslandi sum ungur, bæði til skips og til lands. Hesin
málningur úr Íslandi er málaður av beiggja Nomi listarmanninum Ove Frimodt
Jacobsen