mikudagur 19. mars 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 • 19. mars 2008
MIÐvIkaN
20
oyggj, har tað var nógvur fuglur,
og bøndurnir góvu loyvi til at
veiða lunda og lomviga. Fingu teir
nógvan fugl fekk bóndin landpart.
Teir fingu eisini egg.
Vattarnes var ein lítil bygd. Har
vóru tvey bóndahús og tvey onnur
hús, men um sumrini var nógv
fólk har. Har vóru 48 føroyingar
og róðu út, tá ið tað var mest. Av
hesum vóru 40 úr Lorvík. Men tað
vóru eisini nógvir íslendingar, sum
róðu út har. Har kundi vera nógvur
mjørki. Streymhart var, og tað var
ikki so reint fram við landi, so tað
mátti ansast væl eftir. Tí var altíð
brúk fyri kumpass.
Teir róðu sjáldan langt við
árabáti, men teir dugdi væl at
laga seg eftir streyminum, so
mest kundi fáast burtur úr. Í 1928
fingu teir motor í bátin, og tá lá
nógv betri fyri.
Lendingin á Vattarnesi var
so sum so. Á fjøru var langt at
bera fiskin niðan í kjallaran.
Tungt var eisini. Á børuni vóru
meira enn 200 pund. Seinni
gjørdu íslendingar træbrúgv, sum
føroyingar eisini kundu nýta.
Lorvíkingar róðu út á Vattarnesi
til út ímóti 2. heimsbardaga. Teir
brúktu bæði snøri og línu. Tað var
ymist ár fyri ár hvør reiðskapur, ið
varð mest nýttur.
Tá ið tað leið út á heystið,
plagdu teir at keypa ein seyð frá
bóndanum, og áðrenn farið var
heim vóru ber hentað at hava
heim við til tinganest. Hetta
dámdu børnunum sera væl.
Útróðurin til lands helt uppat,
tá ið Ísland tók loysing frá
Danmark í 1944, og føroyingar
mistu síni borgararættindi.
Til skips
Hans Petur fóru sum aðrir ungir
dreingir til skips í 1928. Hann fór
við Súluni hjá Niels J. Mortensen
á Tvøroyri. Skipari var Johannes
Jacobsen, sum eisini var ein
kendur lorvíkingur. Foreldrini hjá
honum vóru úr Gøtu. Mamman
var Emilja, ættað úr Barbustovu í
Syðrugøtu, og pápin, Petur Pauli,
var úr Tjørnustovu í Norðragøtu.
Emilja doyði ung, og tá kom
Johannes til Lorvíkar. Jóhannes
var skipari í mong ár. Hann hevði
gott lyndi at vera á sjónum. Eisini
dugdi hann væl at sigla aftur á
aftur, t.v.s. at finna fiskin aftur, tá
kennið var av. Hann var grammur,
og hann var eisini kendur sum
skemtari, sum framvegis verður
tikin til í Lorvík. Millum menninar,
sum vóru við, vóru Óli hjá
Guttormi, Martin hjá Fríðriki og
Poli hjá Guttormi.
Teir fóru av Fuglafirði. Tað
var skjótt, at sjóverkurin fór
at gera vart við seg. Men ein
slapp ikki bara at liggja fyri tað.
Skipsfelagarnir Meinhard við
Garð og Tummas á Toftanesi
royndu at halda honum til og
fingu hann úr koyggjuni. Tá ið
teir koma 30 fjórðingar úr landi
gjørdist stilli, og tað var nógvur
fuglur. Tá var farið í skipsbátin at
skjóta fugl.
Í bátinum var eingin trupulleiki
við sjóverki. Hans Petur var jú
vanur við at vera í báti. Men
so skjótt komið varð umborð
aftur á skipi, var aftur galið við
sjóverkinum, men tað javnaði seg
sum tíðin gekk.
Komið verður so á Kollmunna
grunnin, har teir skuldu fiska.
Fyrsta uppgávan var at gera lodd
til. Hetta var tungt, men tað gekk.
Í 1935 fer Hans Petur aftur til
skips við Jóhannusi, hesa ferð
við Vágoynni. Hann var eisini við
Loytnantinum við Kristian í Bø á
Strondum sum skipara.
Hans Petur fór síðan við
Vilhelminu, sum tá hoyrdi heima
í Gøtu. Sámal Hans Hansen var
skipari, og Tummas Jakku á Geila
bø var reiðari. Her vóru nógvir
gøtumenn við. Hetta vóru ikki so
góð fiskiár. Men Hans Petur var
tó omanfyri miðal sum fiskimaður.
Sámal Hans hevði verið besti
maður hjá Óla Hans Olsen, sum
eisini var ein kendur skipari,
ættaður út Tøðuni við Gøtugjógv.
Sámal Hans var hógligur, raskur
og harðførur. Hans Petur letur
sera væl at gøtumonnum at vera
saman við.
Hans Petur var í 1935 við
Polarstjørnuni. Tað gekk illa.
Teir fingu bert 35.000 fiskar,
so avrokningin var sera lítil.
Skiparin var Hans Jacob, beiggi
Christian Matras, professara.
Avmarkaður
møguleikar hjá
ungum dreingjum
Tá í tíðini vóru ikki so nógvir
møguleikar hja ungum dreingjum,
tað sama var við gentum. Valið
var millum at gerast skipsmaður
ella at gerast lærari ella kanska
til dømis skræddari. At vera
skipsmaður gav bert arbeiði um
summarið, meðan tað hjá ungum
dreingjum lítið og einki varð gjørt
til nyttu um veturin. Hetta dámdi
pápanum so púra einki. Ein vetur
hevði Hans Petur tó brúkt til at
fáa sær setiskiparaprógv.
Tann møguleikin, sum nógvir
brúktu, var at fara til Danmarkar,
har møguleikarnir fyri arbeiði
vóru so nógv størri. Hetta valdi
Hans Petur eisini. Hann var so
heppin at hava fólk at koma til
í Danmark, tí systirin Gretha
búði jú niðri. Harald, sum var
giftur við Grethu, arbeiddi á
Tuborg, so hann fekk skaffað
Hans Peturi arbeiði har fyri
summarsesongina. Harald hevði
Bentsen til eftirnavn. Hann var
í ætt við Bent Bentsen, sum er
varaforsætisráðharri í Danmark.
Hans Petur hevði ongan hug at
fara heim aftur so beinanvegin.
Tískil fór hann at læra til múrara.
Hetta skuldi verið ein góð framtíð
við øllum tí byggiarbeiði, sum
roknast kundi við í Danmark hesa
tíðina.
Men tá er tað, at kríggið brest
ur á, og Danmark verður hersett
9. apríl 1940. Hetta merkti, at
steðgur kom í alla bygging. So
ótrygt sum alt nú varð, var eingin
sum tordi at fara í holt við nakað
so óvist sum bygging. Hetta
merkti eisini, at sambandið við
Føroyar varð avkvett. Tað var
einki ferðasamband og stórt sæð
heldur einki postsamband.
Søkir á politiskúla
Hans Petur tekur tá tað stig at
fara á handverkaraskúla, so
hann kundi brynja seg betur á tí
økinum.
Men umframt tað søkir hann
inn til politiið, uttan at hann
rættiliga gjørdi sær greitt, hvat
hetta arbeiði snúði seg um.
Meðan Hans Petur er á hand
verkaraskúlanum, fær hann boð
um at koma til upptøkuroynd hjá
politinum.
Tá sum nú var talan um royndir
á ymiskum økjum. Ein av hesum
royndum var, at hann skuldi
ganga gjøgnum eini myrk hús við
seks verilsum. Aftaná skuldi hann
skitsa tað upp. Hetta gekk bara
væl. Síðan skuldi skrivast danskur
stílur. Har fekk hann mg, svarandi
nøkurlunda til tað, sum vit kenna
sum 8. Hetta var eisini nóg gott
hjá einum, sum ikki hevði danskt
sum móðurmál.
Skjótt kemur boð aftur frá
politinum um, at hann skuldi byrja
beinanvegin. Hetta skiltu tey væl
á handverkaraskúlanum, tað var
alt í lagi at fara av skúlanum.
Síðan gekk Hans Petur trý ár á
politiskúlanum og fekk so starv.
Lønin var tá kr. 257 um mánaðin,
og teir giftu fingu 70 krónur eyka.
Húsaleigan var 70 krónur um
mánaðin. 36 krónur fóru í skatt
um ársfjórðingin. So tað vóru ikki
stór tøl.
Sjópoliti
Tá ið útbúgvingin var liðug fór
Hans Petur at starvast sum poli
tistur. Hann fær starv í sjópoli
tinum. Sum gamal fiskimaður,
sum eisini hevði skiparapappír,
var hann hampiliga sjálvskrivaður
til eitt slíkt starv.
Sjópolitiið var sett á stovn sum
mótspæl til týska eftirlitið av
danska sjóøkinum.
Danir høvdu fýra skjóttgangandi
bátar. Vanliga vóru teir fýra mans
við, men teir kundu eisini klára
seg við minni. Teir skuldu hava
eftirlit við øll skip, sum komu og
fóru úr havnini. Tá ið tað vóru so
stór skip, at tey ikki kundu leggja
at, vóru bæði týskarar og danir,
sum høvdu eftirlitið.
Tað vóru eisini viðhvørt týskarar
við bátunum. Vanligir týskir
hermenn vóru einki problem. Teir
vóru ofta úr Hamburg, har nasis
man ikki hevði somu fastatøkur
sum aðra staðni í Týsklandi.
Men størri vandi var, tá ið
SSarar eisini mannaðu bátarnar.
Men teir vóru eisini mettir sum
ein hóttan av vanligu týskarunum,
sum góvu donsku politustunum
tekn um, hvør av týskarunum, ið
var SSari, so teir kundu vara seg.
Politiið mátti gera
skitna arbeiðið
Undir krígnum vóru umstøðurnar
heilt serligar. Støðan var jú tann,
at formelt var tað danska stjórnin,
sum framvegis hevði ræðið.
Men reelt vóru tað týskarar,
sum vóru hægsta vald. Stjórnin
varð trýst at eftirlíka týskarum í
síni kúging av fólkinum. Her var
støðan alment tann, at víst máttu
danskir politikkarar taka avgerðir,
sum gingu útyvir borgararnar.
Men alternativið kundi vera, at
týskarar beinleiðis tóku valdið, og
tað hevði verið so nógv verri.
Tey, sum stóðu fyrst fyri
skotum, var politiið. Hetta
kom rættuliga til sjóndar, tá ið
Týskland legði á Sovjet í 1941.
Tá gav hersetingarvaldið boð
um at taka allar teir leiðandi
donsku kommunistarnar og at
seta teir í varðhald. Hetta var
beinleiðis í stríð við grundlógina.
Danska stjórnin álegði politinum
at gera hetta. Grundgevingin
var, at um danir ikki gjørdu tað,
gjørdu týskarar hetta sjálvir.
Seinni varð samtykt ein lóg í
fólkatinginum, sum gava heimild
til ikki bert at handtaka leiðandi
kommunistar men eisini slík, sum
kundu hugsast at fara at gerast
kommunistar!
Hans Petur var tó ikki við í
hesum tiltaki, men hetta vísir
hvussu truplar umstøðurnar vóru.
Tey fyrstu árini undir herseting
ini vóru sum so friðarlig, men
seinni, tá ið mótstøðurørslan
tók seg upp, gjørdist meira
buldrasligt. Hetta var eisini
samstundis, sum tað fór at
Hansina, systir Hans Petur, var gift við Jóan Jakku á Brúnni í Norðragøtu. Her eru tey saman við ommu- og abbadóttir
Hallgerð