Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 21 nr. 56 • 19. mars 2008 ganga eftir hæli hjá týskarum á hermótunum, serliga í Russlandi. Týskarar svaraðu eisini harðliga aftur móti donsku mótstøðuni. Eina ferð hendi so tað, at danska stjórnin metti, at hon ikki longur kundu átaka sær at eftirlíka týsku krøvini, og hon legði frá sær 29. august 1943. Restina av krígnum varð Danmark stýrt av eini embætismannastjórn. Hjálptu jødunum at flýggja Fyrst í oktober 1943 gav Hitler boð um at handtaka donsku jødarnar og at senda teir í týningarlegur. Boðini vórðu tó likin út frammanundan, so flestu jødarnir fingu møguleika fyri at flýggja tvørtur um Oyrasund til Svøríki. Tað vóru nógvar góðar kreftir, sum hjálptu til, at hetta skuldu eydnast. Millum hesar var eisini sjópolitiið, sum kundi geva boð um rutuna hjá týska eftirlitinum í Oyrasundi. Teir høvdu sínar føstu rutur, og tí kundi sigast, hvar týska eftirlitið var statt til eina og hvørja tíð. Tá kundu ferðirnar við flóttarfólki lagast eftir, nær týskarar ikki vóru í farvatninum. Tað eru nógvar søgur um, hvussu hetta gekk fyri seg. Greitt varð eisini frá hesum í røðini Matador. Í nógvum førum máttu jødarnar fyrst fáast til Norðursæ­ land, haðani teir skuldu flytast til Svøríki. Her krógvaðu teir seg í fleiri førum á kirkjuloftinum í Gilleleje, til farturin var klárur. Tað stóð nógv á teimum og nógv grótu. Ein kendur politikkari, sum mátti flýggja var Erling Olsen. Hansara navn ljóðar ikki so jødiskt, men mamma hansara var jødi. Maurentius var ein hetja Ein, sum eisini var sera virkin í flyting av jødum og øðrum flóttarfólki var Maurentius Poulsen úr Ljósáum, og hann kendi Hans Petur væl. Mauren­ tius var skipari á eini galeasu, hann gjørdi ein fantastiskan innsats at hjálpa fólki í neyð, eisini jødum. Maurentius var føddur 1899 við Ljósá. Hann var til skips sum vanligt var tá. Men í 1937 fór hann at sigla við donskum skipum, og í 1942 fór hann at føra galeasuna Marie. Teirra uppgáva var alment at sigla millum Sæby sunnanfyri Skagen og Keypmannahavn. Millum reiðaran og mótstøðu­ rørsluna var gott samband, og tí løgdu teir ofta leiðina inn í svenskan sjógv ella svenska havn við fólki, sum rýmdi undan Gestapo. Maurentius segði sjálv­ ur, at hann hevði ført einar 40, meðan aðrir hildu tað vera meira. Maurentius plagdi at gera pláss til flóttarfólkið í lastini. Altíð hevði hann eitt tómt pláss framvið skottinum, tá ið hann fermdi ølkassar, so fólkið kundi krúpa inn hagar undir oljutangunum. Ein av teimum, hann førdi til Svøríki, var ein av leiðarunum í mótstøðurørsluni Flemming Juncker Tað endaði eisini við, at Maurentius varð avdúkaður og tikin. Men tá var so tætt við krígs­ lok, at hann slapp væl burtur úr tí. Hans Petur minnist, hvør stórhending tað var heima hjá teimum, tá ið Maurentius hevði útvegað teimum appelsinir úr Svøríki. Hetta var ein av teimum mongu vørunum, sum als ikki fekst í Danmark. Tað kann lesast meira um hugtakandi søguna hjá Maurentis í Stríðárini, bind 6, hjá Niels J Arge. Tað eydnaðist eisini at bjarga teimum flestu av teimum 7.000 jødunum, sum vóru í Danmark, og hetta er ein innsatsur, sum hevur skapað Danmark eitt gott eftirmæli millum annað í Holocaust­savninum í Jerusalem. Tað vóru nakrir hundrað jødar, sum kortini vóru tiknir. Teir vóru sendir til Theresienstadt, har teir høvdu tað ræðuligt. Fleiri av teimum doyðu eisini. Her kann leggjasrt afturat, at systirin Gretha og maður hennara eisini vóru virkin at goyma og hjálpa jødum. Fyri hetta fingu tey viðurkenning aftaná kríggið frá jødiska samfelagnum í Danmark. Men hetta vildi Hans Petur ikki vita um tá. Tað ráddi um at vita sum minst, so einki var at fortelja, um tað gekk galið. Politiið verður tikið av týskarum Viðurskiftini harðnaðu millum danir og týskarar. Eitt úrslit av hesum var týska avgerðin um at handtaka danska politiið, sum teir ikki søgdu seg hava álit á longur. Hetta hendi tann 19. september 1944. Kl. 11 var falskur luft­ alarmur, og tá ið politistarnir møttu upp á teirra støðum, vóru teir handtiknir. Fleiri staðni vóru skot, og onkur politistur varð eisini dripin í hesum sambandi. Her var eisini onkur svíkjari. Ein av teimum kallaðist Noreen. Hann møtti eisini upp í hesum sambandi og peikaði út fleiri av politistunum yvirfyri týskarunum. Men enn verri var, at hann fekk nakrar av tiknu politistunum at ringja eftir starvsfeløgum, sum ikki vóru til arbeiðis, og fleiri teirra vóru eisini tiknir. Noreen varð fyrst deyðadømdur aftaná kríggið, men hetta var seinni broytt til 20 ár at sita, men hann varð longu leysur aftur í 1953. Tað eydnaðist nógvum poli­ tistum at fara undir jørðina, men umleið 2.000 vórðu sendir til konsentratiónslegur, teir flestu til Buckenwald. Her var ikki gamansleikur at vera. Í hesum legum doyðu 80 politistar. Hans Petur kendi fleiri av teimum. Fleiri aðrir komu heim aftur til Danmarkar eftir kríggið sálarligir niðurbrotnir. Tá ið politiið hvarv, gjørdist fullkomið lógloysi í Danmark. Týsksinnað yvirgangslið, sum Schalburgkorpsið og Hipo, høvdu nú heilt frítt at virka, og tað var eingin, sum kundi halda týsku framferðini aftur. Fleiri av teimum politistum, sum sluppu undan handtøkuni, fóru eisini uppí mótstøðurørsluna. Annars var tað heilt tilvildarligt, hvørjir politistar, ið fóru í týsku felluna hendan 19. september. Hans Petur var nú sera heppin í hesum sambandi. Júst hendan dagin hevði ein starvsfelagi biðið Hans Petur um at býta um vakt við seg. Tískil hevði hann frí júst hendan vanlukku dagin. Mátti fara undir jørðina Hans Petur visti ikki av nøkrum, fyrr enn ein granni kemur inn og sigur, at politiið er tikið. Nú ráddi um at fara undir jørðina. Tað bar sjálvsagt ikki til at vera heima. Roknast kundi jú við, at týskarar komu at møta upp heima hjá honum, og tá ráddi um ikki at vera við hús. Tískil mátti Hans Petur fáa sær falskt samleikakort og flyta heimani frá. Konan og dóttirin fluttu samstundis heim til hennara foreldur. Hesa tíðina fekk Hans Petur sær arbeiði sum múrari, so nú kom hansara upprunaliga útbúgv­ ing honum aftur til góðar. Nú var eisini aftur eftirspurningur eftir múrarum. Hans Petur var annars aftaná merkiliga óansin, og kundi hetta endað galið, um illa gekk til. Hansara pistól lá á hansara tænastustaði á havnalagnum, so ein dagin ger hann av at fara eftir henni. Hendan dagin er ein polakkar har sum vaktarmaður. Hann sær Hans Petur nærkast, og hann nevar eftir honum at sleppa sær burtur sum skjótast. Tað ger hann eisini og sloppið var. Næstu ferð Hans Petur heldur áfram at greiða frá politiarbeiðinum og annars frá familjuni, eisini um beiggjan, tann kenda politikkaran Jákup Frederik Øregaard. Eisini verður greitt frá deyðadómum í Danmark eftir kríggið, eins og vit hava eina frásøgn frá einum pápa, sum sá son sín verða avrættaðan. Soleiðis goymdi Maurentius flóttafólkini í lastini á Marie Hans Petur v.m. sum politistur saman við einum starvsfelaga Maurentius, sum Hans Petur kendi væl, setti lívið í vága at bjarga forfylgdum dønum undan týskarum