mikudagur 19. mars 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 56 - 19. mars 2008
Tú kemur ikki bakkandi inn í framtíðina
IT-supportarar, netumsitarar, tøkningar og KT-tøkniráðgevar til Senta
Tú
Tú brennir fyrst og fremst fyri fakinum og hevur
royndir antin sum IT-supportari, netumsitari,
tøkningur ella KT-tøkniráðgevi. Tú dugir væl
at loysa trupulleikar, arbeiðir sjálvstøðugt eins
væl og í toymi og finnur fram um alt gleði og
stoltleika í tí góða handverkinum. Tað er sjálv-
andi ein fyrimunur at hava viðkomandi útbúgv-
ing, men ikki ein treyt. Tað er fyrst og fremst
tínum evnum og gávum, vit hava brúk fyri.
Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi, dynamiskt og
professionelt arbeiðspláss, har tú saman við
dugnaligum starvsfeløgum tænir nøkrum av
landsins størstu fyritøkum við fjølbroyttum
loysnum innan t.d. VmWare, virtualisering, MS
Exchange Server, SAN-loysnir, netinfrastruktur,
trygd, hosting o.a. Vit geva tær eisini eitt gott
høvi at menna tínar førleikar við eitt nú Micro-
softgóðkenning, møguleikar at arbeiða við fleiri
av heimsins kendastu merkjum, eins og tú fært
ávirkan á egnan arbeiðsdag og góða løn.
Forvitin?
Vilt tú vita meira um eitt av størvunum, ert tú
vælkomin at seta teg í samband við Árna Elttør,
deildarleiðara, tlf. 347 200, ael@senta.fo.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum
skulu sendast til Senta, HR-deildin, Postboks
109, 110 Tórshavn og skulu vera okkum í hendi
áðrenn 26. mars 2008.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Senta er við at umskipa arbeiðshátt sín fyri veruliga at kunna veita bestu tænastuna á sínum øki.
Tí tørvar okkum fleiri góð fólk – og vit vilja fegin, at tú verður teirra millum.
Senta er samanrenningin av Com-Data, Faro-
dane og Atlants Tøkni og er ein framsøkin
fyritøka, sum grundar virksemi sítt á opinleika,
áræði, førleika og passión. Vit vilja í øllum
lutum útvega kundum okkara í Føroyum og
uttan lands eina betri stýring og harvið ein
størri vinning í gerandisdegnum, bæði fíggjar-
liga, tøkniliga og umsitingarliga.
Missiónin hjá Senta er at gera kunningar- og
sam skiftistøkni møguliga og lætt atkomuliga
fyri øll, so at hon gerst ein jalig uppliving hjá
brúkaranum og ein fyrimunur hjá virkjum at
nýta.
Senta hevur deildir í Tórshavn, Saltangará
og Klaksvík og veitir teldutøkni, KT-skipanir,
ráðgeving og tøkni tænastur til vinnulívið. Hjá
Senta starvast uml. 70 fólk.
Tlf. +298 347 200 · www.senta.fo