Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 19. mars 2008 29 tíðindi Christian IV bygdi eisini í Lalandia Langt áðrenn Lalandia varð bygt, var økið ein partur av Rødby Fjord, sum hevði samband við Eystursjógvin. Í hesum fjøri vóru nógvar víkir og oyggjar, har sjófólk krokaðu. Býurin Rødby var eitt nátúrligt knútapunkt fyri ferðsluna í Eystursjónum. Soleiðis var tað frá gamlari tíð og fram til 1873, har man við mannahond broytti landslagið munandi. Í 1872 kostaði ein flóðalda 80 fólkum lívið. Katastrofan fekk politikararnar at reisa seg. Samtykt var at gera ein verjugarð, so ein slík katastrofa ikki skuldi endurtaka seg. Arbeiðið var hart, og tað tók langa tíð. Í fleiri ár arbeiddu 700 mans við spaka, hakkara og trillibøru til at gera verjugarðin lidnan. Tá verjugarðurin í 1877 var liðugur, gjørdist Rødby Fjord ein vík, sum bert hevði samband við Eystursjógvin gjøgnum slúsur. Síðani hevur eingin flóðalda herjað. Politikararnir tók eina gløgga avgerð til gleði fyri mong. Tá tú kennir søguna aftan fyri verjugarðin, er tað ein serliga uppliving at spáka sær ein túr eftir honum enn tann dag í dag. Rødby og Dragsminde eru av og á at síggja í søgubókunum. Mitt á golfbananum í Lalandia sæst ein heyggur við trøum. Hetta eru restirnar av einum gomlum skansa, sum Christain IV kongur bygdi. Hann var neyðugur, tí Christian IV hevði blandað Danmark upp í Tredivuárakríggið. Upprunaliga var eisini ein annar skansi 500 metrar sunnanfyri – nærindis har, sum baðilandið er í dag. Tilfarið úr hesum heyggi var brúkt at fylla verjugarðin við í 1870-unum. Hugskotið við skansunum var, at teir skuldu verja innsiglingina úr Eystursjónum til eina lítla vík nærindis har, sum Lalandia nú er. Hendan víkin skuldi helst virka sum lega hjá flotanum fyri smærri skipum. Víkinn var tí av stórum týdningin fyri flotan. - Men nú eru eingir skansar fyri óbodnum fíggindar. Nú eru allir gestir vælkomnir, siga tey í Lalandia. Jónas og Anna so stolt framman fyri legohúsinum, tey hava bygt við stóru legoklossunum í Monkey Tonkey Landi Í Monkey Tonkey Landi eru klatriborgir, rusjibanar, búr til bóltspæl, stórt lego spæliplass og annað ítriv til børnini