mikudagur 19. mars 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 56 - 19. mars 2008
tíðindi
Í sendingini Bylgjan
hjá Kringvarpinum
hesa vikuna vórðu
tveir bilar ummældir:
Audi A5 og Kia Pro
Ceed, annar ein flott
ur coupé og hin ein
sportligur hatchback
við trimum hurðum
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Bilarnir sum vórðu ummæld
ir í sendingini Bylgjan hjá
Kringvarpinum
mikudagin
19. mars vóru Kia Pro Ceed
við 1,6 litra dieselmotori við
115 hk og Audi A5 við 1,8
litra bensinmotori og 170 hk.
Audi A5
Fyrri bilurin sum varð
royndarkoyrdur var Audi
A5, ið er ein flottur coupé,
sum er teknaður av italska
designaranum Walter da
Silva, sum nú er designstjóri
hjá VWkonsernini.
A5 er ein hátøknilig kon
struktión allan vegin ígjøg
num við øllum innbygdum
trygdarskipanum.
Ein
dreymur at koyra við kom
fort og sportligum koyri
eginleikum í serklassa.
Motorurin er ein 1,8 litra
TFSI við 170 hk og snún
ingsmomenti upp á 270 Nm
beinleiðis innspræning og
turbo. Koyrir frá 0100 km/
t upp á 8,4 sekund. Við
førisrúm 455 litrar.
Ein Audi A5 1,8 TFSI
kostar frá 428.000. Bilurin,
sum varð royndarkoyrdur,
hevði
nógva
eykaútgerð
sum t.d. sport leðursetur við
hita, xenon forlyktir, sport
undirvogn, parkeringsskipan
aftan og ferðpilot. Við allari
útgerðini
kostar
bilurin
539.000 krónur.
Bilurin kann síggjast hjá
Bilasøluni í Hoyvík.
Kia
Pro Ceed
Koreanararnir tóku allan
bilheimin á bóli, tá teir í
fjør komu á marknaðin við
Kia Ceed við 7 ára garanti.
Bilurin er gjørdur í Evropa
til evropearar á eini av
heimsins mest framkomnu
bilverksmiðjum í Slovakia.
Kia Ceed fær sera góð
skotsmál frá evropeiskum
motorjournalistum og t.d. 6
stjørnur frá FDM. Bilurin er
sera væl gjørdur, og kvalitet
urin merkist allan vegin ígjøg
num, bæði innan og uttan.
Kia Pro Ceed er í veruleik
anum ein Kia Ceed við trim
um hurðum, men hann hevur
øðrvísi og meira sportligt
design aftan.
Bilurin, sum varð royndar
koyrdur, var ein Pro Ceed
við 1,6 litra motori við 115
hk og kostar kr. 239.000. Bil
urin kann síggjast og roynast
hjá Berg Motors á Hálsi.
mg
Kia Pro Ceed er ein sportligur hatcback við trimum hurðum. Hesin hevur 1,6 litra CRDI
dieselmotor við 115 hk
Kia Pro Ceed innan
Pro Ceed hevur øðrvísi og meira sportligt design aftan enn Kia Ceed
við fimm hurðum
Hesin Audi A5 er tann einasti av sínum slagi í landinum. Ein væl útgjørdur coupé við t.d. Xenon forlyktum, sport undirvogni
og TFSI bensinmotori við 170 hk
Audi A5 er ein flottur coupé, sum er teknaður av italska
designaranum Walter da Silva
A5 innan í besta Audi stíli við t.d. sport leðursetrum við hita
og informatiónsdisplay í litum
bilar
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Audi A5 og Kia ProCeed