mikudagur 19. mars 2008síða 46
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 56 - 19. mars 2008
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Í morgin, skírisdag 20.
mars, fyllir Jóhanna Vang í
Havn 60 ár. Hanna hevði í
mong ár saman við manni
sínum barnaklædnahandilin
Dadduna í høvuðsstaðnum.
Foreldrini hjá Hannu eru
Maja og Júst í Túni á
Toftum. Tey fingu átta børn
– fýra gentur og fýra dreing
ir – og Hanna er næstelst av
gentunum. Hon varð fødd
tríggjar
dagar
eftir,
at
mamman fylti tredivu ár.
Hanna gekk í prelimin
serskúla á Glyvrum, áðrenn
hon fór til Havnar. Har
arbeiddi hon í damudeildini
í klædnahandlinum hjá Hans
Joensen, og síðani gekk hon
í handilsskúla og lærdi
skrivstovuyrki hjá Føroya
Vanlukkutrygging, har hon
eisini arbeiddi eftir at vera
avlærd.
Eftir at børnini vóru farin
at koma, var Hanna heima í
fleiri ár, og so var hon eitt
skifti á skrivstovu í Tinga
nesi. Maðurin hevði havt
matvøruhandil, men síðst í
sjeyti árunum fóru tey bæði
undir nýggjan handil. Fyrst
seldu tey barnavognar og
sengur og aðra útgerð, og
síðani fóru tey í holtur við
barnaklædnahandilin, sum
tey nevndu Daddan. Tey
vóru
í
handilshølunum
aftanfyri Auto á Ingetrøð,
har matvøruhandilin hjá
Niels Vang hevði verið, eitt
skifti vóru tey í SMS og so
aftur á Ingetrøð. Seinastu
mongu árini, sum tey høvdu
handilin, vóru tey í hølunum
uppi á Hálsi, har Daddan
framvegis er.
Hanna hevur sera gott
eygað fyri litum og samanse
tingum, hon er fryntlig, fyri
komandi
og
ógvuliga
arbeiðssom og væl skipað,
og handilin vaks seg stóran
og var væl umtóktur. Fyri
einum ári síðani góvust
Hanna og maðurin at handla,
og Daddan varð seld.
Sangur og tónleikur fyltu
nógv í barnaheiminum á Toft
um, og Hanna sang í mong
ár í sangkórinum í Ebenezer.
Hon og systurin Alma sungu
miðskeiðis í seksti árunum
inn á plátu hjá Hymnofon,
og Eitt er landið hinumegin
var mangan at hoyra í kvøðu
ljómunum og er tað framvegis
av og á. Hannu dámar væl at
vera í urtagarðinum, hon
hevur altíð gingið til okkurt
handverk í kvøldskúlanun,
og Hannu og teimum dáma
væl at ferðast.
Hanna giftist í 1970 við
Jóhan Vang úr Havn. Tey
bygdu í Stoffalág, har tey
framvegis búgva í hugnalig
um go snøggum heimi, sum
altíð hevur verið eyðkent av
stórum gestablídni.
Hanna og Jóhan eiga fimm
børn: Niels, føddur í 1971, er
giftur Miriam, sum er dóttur
Jonnu og Hans Sivertsen í
Nuuk.
Tey
búgva
í
Eysturgrønlandi, har tey eru
trúboðarar. Júst, sum er
føddur í 1973, arbeiðir hjá
Statoil. Hann er giftur Katr
ini fødd Poulsen og ættað úr
Vatnsoyrum. Eva, sum er
fødd í 1977, er gift Jákupi
Klein úr Vatnsoyrum. Tey
búgva í Miðvági, og Eva er
pedagog. Maria, sum er fødd
í 1979, er gift Niels Paula
Justinussen úr Leirvík. Maria
er fysioterapeutur, og tey
búgva í Havn. Rebekka, sum
er fødd í 1987, býr heima hjá
foreldrunum, og hon arbeiðir
í frítíðarskúla. Hanna eigur
átta
ommubørn
–
tveir
dreingir og seks gentur.
J
Hanna Vang 60 ár