mikudagur 19. mars 2008síða 47
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 19. mars 2008
47
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
post@sosialurin.fo
Tónleikur
Panic At The Disco
Heiti: Pretty. Odd
Útgávudagur: 24. mars
Plátufelag: Decaydance / Fueled
By Ramen
Stutt um:
Panic at the
Disco (ið
fyrst itu
Panic! At the
Disco, men
nú koyra
víðari uttan
!) høvdu í 2005 sítt stóra
gjøgnumbrot við debut fløguni »A
Fever You Can’t Sweat Out«, ið seldi
yvir 2.2 milliónir eintøk.
Næsta útgávan, »Pretty. Odd«,
verður útgivin hendan mánaðin.
Ljóðið hjá bólkinum er samansett
av elementum úr m.a poppi,
elektronika, dance og rokki.
Staklagið av »Pretty. Odd«, ið eitur
»Nine In The Afternoon«, varð
útgivið síðst í januar og kann
downloadast ókeypis, um tú
bíleggur fløguna nú áðrenn
útgávudagin á fueledbyramen.
com.
Keyp fløguna digitalt á
fueledbyramen.com ella iTunes
Net: myspace.com/panicatthedisco
Moby
Heiti: Last Night
Útgávudagur: 31. mars
Plátufelag: Mute/EMI
Stutt um:
»Last Night«
er sætta
studio
útgávan hjá
Moby. Við
hesari
útgávuni
hevur hann
tikið alt tað, sum eitur New York
náttarlív, og kókað tað niður í eina
65 minuttir langa fløgu.
Sjálvur sigur Moby, at fløgan er eitt
slag av kærleiksbrævi til dance
tónleik í New York. Til alt tað
eklektiska, opna og fría, sum hann
elskar við hesum býinum og
tónleikarunum, DJ’unum og
fólkunum í barrum og klubbum.
Útgávan varð upptikin í heiminum
hjá Moby í Manhattan, New York. Á
moby.rcrdlbl.com kanst tú taka
niður eina níggju minuttir langa
sampling av »Last Night«.
Keyp fløguna á amazon.co.uk ella
digitalt á iTunes
Net: myspace.com/moby
Feadz
Heiti: Happy Meal EP
Útgávudagur: 28. mars
Plátufelag: Ed Banger Records/
BPitchControl
Stutt um:
Franskir
electro DJ’ar
eru mangir,
og meistra
teir eitt
handverk,
sum alsamt
sæst spíra meira og meira fram
ymsastaðni í heiminum.
Tey størstu nøvnini eru m.a. Justice,
Mr. Oizo, Uffie og Sebastian, ið øll
eru undir ultrakula og óhefta
plátufelagnum Ed Banger Records,
umframt Kavinsky, sum eisini er
undir øðrum ultrakulum, óheftum
plátufelag, kallað Record Makers.
Ein av snillingunum millum hesar,
ið klívur upp stjørnustigan í løtuni,
er Feadz. Hesin hevur arbeitt
saman við Mr. Oizo, er á konsertferð
við Uffie og gevur um nakrar dagar
út EP’ina »Happy Meal«.
Keyp fløguna digitalt á bleep.com
ella iTunes
Net: myspace.com/feadz
Brian Jonestown Massacre
Heiti: My bloody Underground
Útgávudagur: 15. apríl
Plátufelag: A Records/Target
Stutt um:
»My Bloody
Under
ground« er
13 útgávan
hjá Brian
Jonestown
Massacre, og
er harum
framt eisini fyrsta fløgan hjá
bólkinum í fýra ár.
Fløgan er upptikin í Liverpool og
Reykjavík og inniheldur løg, ið m.a
kallast »Bring Me The Head of Paul
McCartney«, »Just Like Kicking
Jesus« og nakað so provokerandi
sum »We Are The Niggers Of The
World«.
Frontmaðurin, Anton Newcombe,
leitar sum ikki einaferð eftir
nýggjum, ekstremum leiðum at
úttrykkja seg. Hetta ger útgávuna
spennandi uppá nógvar mátar –
bæði fyri fjepparar og ikki
fjepparar hjá bólkinum.
Keyp á amazon.co.uk ella digitalt á
iTunes
Net: myspace.com/
brianjonestownmassacre
R.E.M.
Heiti: Accelerate
Útgávudagur: 31. mars
Plátufelag: Warner
Stutt um:
R.E.M geva
nú uppfylgj
aran av
»Around
the Sun«, ið
kom út í
2004, út.
Hendan
eitur »Accelerate« og er fjúrtanda
studioútgávan hjá bólkinum.
Fløgan er upptikin í Vancouver og í
Dublin við Bloc Party og Snow
Patrol framleiðaranum Jacknife Lee.
Við hesari fløguni hevur R.E.M lagt
seg eftir at skriva styttri løg, og tað
er eisini eydnast teimum væl. Uml
helvtin av løgunum á »Accelerate«
eru undir tríggjar minuttir long,
harav ein fjórðingur av teimum eru
líka yvir tveir minuttir. Tilsamans er
fløgan 34 minuttir til longdar, ið
ger hana til stytstu studioútgávuna
hjá bólkinum higartil.
Keyp fløguna amazon.co.uk ella
digitalt á iTunes
Net: remaccelerate.com
Komandi fløgur
Ummæli ★★★★★✩
Tutl
Tað er ein stuttlig kensla at fáa
fordómar afturvístar. Tá tú
heldur, at ein vøra – tað veri seg
ein filmur, ein lenistólur, ein
tvíflís ella sum í hesum førinum
ein fløga – er keðilig og hevur
lítið uppá seg, men hon so vísir
seg at vera nógvar ferðir betri
enn tað, tú hevði væntað.
Soleiðis var mín uppliving við
»Wide Open« hjá Mariu
Guttesen. Tá eg stóð við fløguni í
hondini, var eg vís í, at
tónleikurin einki fór at siga mær.
Eg veit ikki heilt hví. Men Maria
hevur nú ordiliga víst mær, at
hon er ein stílfullur tónleikari, ið
dugir at skriva løg, dugir at
framføra á ljóðføri, dugir at
framleiða tónleik og ikki minst
dugir at syngja vakurt,
kensluborið og egið.
»Wide
Open« er
millum fræg
asta føroyska
gentupoppin,
eg havi hoyrt
higartil. Flestu
løgini eru
fangandi, flestu
arrangementini góð, røddin er
vøkur og raddarsamansetingarnar
knívskornar og hugtakandi.
Klaverbygda lagið »I’m too
Happy« er uttan iva tað besta á
útgávuni, bæði lag, tekstur og
arrangement.
Eg sakni tó eitt meira heil
skapað konsept. At framleiðslan
antin var ráðari og frekari ella at
hon var reinari og snøggari. Í
støðum, t.d í »Danged the things
I Didn’t Do«, blívur rútmu
sektiónin ov typisk og háskúla
polerað. Og í øðrum støðum,
sum t.d i »8 Half Minutes« er
huglagið ov fitt og pent og
barnsligt til restina.
Úttrykkið kundi yvirhøvur
verið meira tjekkað. Sum nú er,
er Maria Guttesen ov nógv ting í
senn. Hon er kul og giggut, fitt
og frek, ráð og snøgg, søt og sølt.
Tað eru ov nógvir mótpólar, ið
skapa eitt sindur av frustratión, tá
ein skal til at hugsa ordiliga um
tað. Men hetta kemur tó ikki til
sjóndar, um tú ikki hugsar um
tað. Útgávan er perfekt sum
reinur radiopoppur, og tað er
eisini har, hon hoyrir heima.
»Wide Open« er ein fín fløga,
ið hóskar seg væl til bakgrunds
tónleik uppá tann góða mátan. T.
d tá tú vaskar upp, sorterar
rótiskuffuna ella gert døgurða.
Tað er ein samanseting av væl
smakkandi tónum, ið koma væl
við í flest øllum løtum, tú ert í.
Maria Guttesen gav út fløguna Wide Open á kvinnudegnum tann 8. mars
Maria Guttesen
Wide Open