Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 52

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

52 Nr. 56 - 19. mars 2008 Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallarmál, herundir tyrlupallar. [Endurlýsing] Set tíni fingramerki á føroyska bygging Vilt tú bjóða tær sjálvum av og seta varðar eftir teg við stórverkum og stásiligum bygningum, so letur Landsverk dyrnar upp fyri tær við einum spennandi og avbjóðandi starvi sum deildarleiðari á bygningadeildini. Høvuðsuppgávur Saman við dugnaligum starvsfeløgum verður tú við til at: · greina og raðfesta nýbygging og viðlíkahald við atliti at funktionaliteti, estetikki og góðsku. · góðkenna verkætlanir og taka støðu til møguligar broytingar, umframt viðgera onnur byggimál, har bygging, bygningar, lendi og formlist eru partur av viðgerðini. · uppbyggja ein politikk fyri almenna byggilist. · fyrireika og samskipa landsbyggireglugerð fyri Føroyar. · menna eitt kreativt arbeiðsumhvørvi. Førleikakrøv Tú ert útbúgvin arkitektur, byggifrøðingur, verkfrøðingur ella líknandi. Leiðsluroyndir og aðrar royndir frá verkætlanum í byggivinnuni er ein fyrimunur. Vit leggja dent á dygd og góðar loysnir, og vørumerki títt er tískil dugnasemi og nærlagni, har tú sum arbeiðsfúsur viðleikari gevur títt íkast til arbeiðsplássið og ta røttu byggingina. Setanartreytir Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Deildarleiðari til bygningadeildina á Landsverki Umsóknir Umsóknir við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verða at senda til lv@lv.fo ella til Landsverk, postsmoga 78, 110 Tórshavn, og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. mars, 2008. Merk umsóknina „Deildarleiðari bygningadeildin“ og viðmerk í umsóknini, hvar tú hevur sæð starvslýsingina. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Oyvind Brimnes, stjóra, á 540 801 ella ob@lv.fo. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega- og havna myndug leika uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar. Betong skapar eisini bleyt virðir [Endurlýsing] Hørðu virðini sum vegir, tunlar og brýr eru á mangan hátt ein fyritreyt fyri at kunna røkja bleytu tænasturnar í samfelagnum. Vilt tú út- byggja og viðlíkahalda samfelag okkara á báð- um hesum økjum, hevur tú møguleikan nú. Vit kunnu bjóða eitt spennandi og áhugavert starv, ið er fakliga og persónliga mennandi og við góð um arbeiðsumstøðum. Arbeiðsøkið Í høvuðsheitum fevnir arbeiðsøkið um at: sGERAKOSTNA¡ARMETINGAROGEFTIRKALKULATIØNIRav asfalt- og anlegsarbeiðum sSKIPAFYRIVI¡LÓKAHALDIAVSKERVVERKUNUMKRINGlandið og asfaltverkinum í Hundsarabotni Førleikakrøv Tú hevur útbúgving sum verkfrøðingur ella byggi frøð ingur og hevur áhuga í at arbeiða við KT. Stórur dentur verður lagdur á góðar persón ligar eginleikar so sum góð sam starvs- evni, sjálv støðugt arbeiðslag, teldukunnleika á brúkara stigi, framfýsni og evni at menna arbeiðs plássið saman við starvsfeløgunum. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars eru sambært sátt- málanum ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við prógvum og lívsgongdarlýsing (CV) verða at senda til lv@lv.fo ella: Landsverk, Postmoga 78, FO-110 Tórshavn, og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. mars 2008. Merk umsóknina „starv á framleiðsludeildini“ og viðmerk í umsóknini, hvar tú hevur sæð starvslýsingina. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Landsverk søkir eftir verkfrøðingi ella byggifrøðingi til framleiðsludeildina Fleiri upplýsingar Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Torkil Olsen, deildarleiðara, telefon 540 841, ella umvegis teldupost á to@lv.fo.